Rebellen fra Langeland kemur til Føroyar

Tú kennir hann sikkurt frá DR sendingini “Rebellen fra Langeland”, tann langhærdi fýrurin við stórum gráum skeggi, sum er leiðari í sosialpsykiatriini í Langeland, men sum slett ikki líkist øðrum leiðarum á hesum økinum. Sloganið hjá “Rebellinum” er, at síggja menniskja framum diagnosuna – at relatiónin millum fólk er tydningarmiklari enn sjúkan í sjálvum sær.

Hann eitur Ole Sørensen, og hann praktiserar tað fólk rópa fyri “ósiðbundnar viðgerðarhættir” í sini tilgongd til borgarar, sum hann arbeiðir við. Hann hevur millum annað tikið menn við sinnisóregvi við á kanotúr í Svøriki, latið ein borgara búgva í telt í havanum á viðgerðarheiminum í Langeland, tí har ikki var pláss inni, og tikið alkoholikarar við til Týsklands at keypa bílliga øl. Meðan nógv hava givið honum rós fyri sína tilgongd, sum sær út til at rigga, so halda nøkur eisini at tilgongdin er ov kontroversiel. Sjálvur sigur hann, at tað gongur út uppá at uppbyggja sosialpsykiatriina til brúkarans besta.

30. í mars kemur “Rebellurin” Ole, til Føroyar. Tíðirnar síggja soleiðis út

· Mikukvøldi 30.3.16, kl. 19-21. 00 í Miðhøll á Skúlatrøð, í Klaksvík (almennur fyrilestur)

· Hóskvøldi 31.3.16, kl. 19-21.00 í Perluni í Tórsgøtu, Tórshavn (almennur fyrilestur)

· Fríggjadagin 1.4.16, kl. 10-12.00 í Læraraskúlahøllini, á Frælsinum, Tórshavn til fyrilestur fyri fakfólki.

Lyklaorðini fyri fyrilestrarnar eru: Brúkaraávirkan, tvørfakligheit, samstarv við allar skipanir, lobbyisma, útdelegera leiðslu, skeivir vinklar, provokera skipanina og borgaraskapur.

Ole Sørensen er kendur fyri at siga: “Vi arbejder efter modellen ASF, eller Almindelig Sund Fornuft… Jeg gør ikke noget for folk, men sammen med borgeren”. Við hesum sigur hann, at tað er fínt við professionellum og almennum skipanum rundan um borgarin, men tær røkka ikki langt um so, at ein innanfyri rímilig mørk, er pragmatiskur og til reiðar at lurta eftir hvat borgarin hevur at siga um sína støðu, og síðan taka útgangsstøði harfrá.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *