Bólkur til ung, ið kenna ótta og angist

3. septembur byrjar nýggjur sjálvhjálparbólkur í Tórshavn til ung yvir 18 ár, ið kenna ótta og angist.


Um bólkin
Í sjálvhjálparbólkinum fáa luttakandi møguleika at hitta onnur ung, ið eru í líknandi støðu, og kunnu deila tankar, kenslur og royndir saman. Luttakararnir fara saman við bólkaleiðara at fáa amboð til at lætta um kenslur av angist og ótta í gerandisdegnum. Amboð innan kunstterapi og mindfulness verða nýtt í bólkinum.

Bólkurin byrjar 3. septembur. Luttakarar møtast 8 ferðir saman við bólkaleiðara, týsdagar millum kl. 16.30-18.30 í hølum í Tórshavn. Pláss er fyri 10 luttakandi í bólkinum.

Bólkurin er skipaður í samstarvi við Vivian Sjóðklett og Kunstterapi.fo. Vivian Sjóðklett, sum fer at leiða bólkin, er útbúgvin námsfrøðingur, kunstterapeutur og kynslívsfrøðingur.


Luttakandi um bólkin:

– Eg haldi, at fleiri kundu fingið hjálp við at møtast við øðrum

– Eg havi havt ein dag, har eg havi kunnað fortalt, lurtað, grátið og flent

– Læruríkt, og tað hevur verið gott at kunna snakka við onnur, sum kenna til støðuna

– Deiligt at kunna brúka onnur tól enn at tosa


Melda til

Tað er ókeypis at luttaka í bólkinum, men avmarkað pláss er.

Tilmeldingin fer fram við at skriva ein teldupost til Sinnisbati@Sinnisbati.fo. Einans starvsfólk hjá Sinnisbata og bólkaleiðari síggja tína tilmelding. Við at melda teg til, loyvir tú Sinnisbata og bólkaleiðara at seta seg í samband við teg viðvíkjandi luttøku.

Øll eru vælkomin at venda sær til Sinnisbata við spurningum á telduposti ella við at ringja á 597913.

Ávísing ella diagnosa er ikki neyðug fyri at luttaka í bólkunum hjá Sinnisbata. Tilboðið er eins væl ætlað at virka fyribyrgjandi.