IMG_3357

Undirvísing fyri avvarðandi hjá sjúklingum við persónleikaólag

Undirvísing í KÓP – kensluliga óstøðugt persónleikaólag (borderline) verður fyri avvarðandi hjá sjúklingum, – á LS í apríl og mai mánaða.

Ert tú í familju við ella kennir onkran væl, sum hevur trupulleikar við kenslum, sum millum annað kann koma til sjóndar á henda hátt:

•ógvuslig hýrissveiggj

•sjálvskaðandi ella sjálvmorðshóttandi atferð

•at viðkomandi isolerar seg

•kemur lætt út í ósemjur

•svart/hvítan hugsunarhátt

og ynskir at fáa undirvísing um trupulleikan, umframt at nema tær nakrar førleikar til at handfara støðurnar, sum uppstanda, so er hetta skeiðið møguliga nakað fyri teg.

Undirvíst verður hesar dagar á deildini P 20, Eirargarður 15:

 

Dagur 1

Týsdag 5. apríl

Kl. 17.00-19.30

 

Dagur 2

Týsdag 12. apríl

Kl. 17.00-19.30

 

Dagur 3

Týsdag 19. apríl

Kl. 17.00-19.30

 

Dagur 4

Týsdag 26. apríl

Kl. 17.00-19.30

 

Dagur 5

Týsdag 3. mai

Kl. 17.00-19.30

 

Dagur 6

Týsdag 10. mai

Kl. 17.00-19.30

 

Tilmelding fer fram hjá umboðum fyri avvarðandi á Psykiatriska deplinum Maria Andreasen Hentze, tel. 30 45 00 lokal 4422 ella fartel. 23 45 61.

T-postur: lsmarhe@ls.fo

IMG_3357

Rebellen fra Langeland kemur til Føroyar

Tú kennir hann sikkurt frá DR sendingini “Rebellen fra Langeland”, tann langhærdi fýrurin við stórum gráum skeggi, sum er leiðari í sosialpsykiatriini í Langeland, men sum slett ikki líkist øðrum leiðarum á hesum økinum. Sloganið hjá “Rebellinum” er, at síggja menniskja framum diagnosuna – at relatiónin millum fólk er tydningarmiklari enn sjúkan í sjálvum sær.

Hann eitur Ole Sørensen, og hann praktiserar tað fólk rópa fyri “ósiðbundnar viðgerðarhættir” í sini tilgongd til borgarar, sum hann arbeiðir við. Hann hevur millum annað tikið menn við sinnisóregvi við á kanotúr í Svøriki, latið ein borgara búgva í telt í havanum á viðgerðarheiminum í Langeland, tí har ikki var pláss inni, og tikið alkoholikarar við til Týsklands at keypa bílliga øl. Meðan nógv hava givið honum rós fyri sína tilgongd, sum sær út til at rigga, so halda nøkur eisini at tilgongdin er ov kontroversiel. Sjálvur sigur hann, at tað gongur út uppá at uppbyggja sosialpsykiatriina til brúkarans besta.

30. í mars kemur “Rebellurin” Ole, til Føroyar. Tíðirnar síggja soleiðis út

· Mikukvøldi 30.3.16, kl. 19-21. 00 í Miðhøll á Skúlatrøð, í Klaksvík (almennur fyrilestur)

· Hóskvøldi 31.3.16, kl. 19-21.00 í Perluni í Tórsgøtu, Tórshavn (almennur fyrilestur)

· Fríggjadagin 1.4.16, kl. 10-12.00 í Læraraskúlahøllini, á Frælsinum, Tórshavn til fyrilestur fyri fakfólki.

Lyklaorðini fyri fyrilestrarnar eru: Brúkaraávirkan, tvørfakligheit, samstarv við allar skipanir, lobbyisma, útdelegera leiðslu, skeivir vinklar, provokera skipanina og borgaraskapur.

Ole Sørensen er kendur fyri at siga: “Vi arbejder efter modellen ASF, eller Almindelig Sund Fornuft… Jeg gør ikke noget for folk, men sammen med borgeren”. Við hesum sigur hann, at tað er fínt við professionellum og almennum skipanum rundan um borgarin, men tær røkka ikki langt um so, at ein innanfyri rímilig mørk, er pragmatiskur og til reiðar at lurta eftir hvat borgarin hevur at siga um sína støðu, og síðan taka útgangsstøði harfrá.

IMG_3357

Tormóður Stórá heldur fyrilestur um ótta

Í samband við kunnandi átøk um sálarheilsu og sjúku, skipar Økispsykiatriin á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum fyri fjórða fundinum í røðini.

Almenni fyrilesturin um ótta, verður í miðhøllini á Felagsskúlanum á Oyrarbakka týskvøldið 23. februar kl. 19.00.

Tormóður Stórá leiðandi yvirlækni og serlækni innan psykiatri á Psykiatriska deplinum, kemur at halda fyrilestur um evnið.

Høvi verður at seta spurningar og kaffi verður í steðginum.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

IMG_3357

Sjálvhjálparbólkar fyri avvarðandi

Sinnisbati fer nú – sum nakað nýtt – at skipa fyri sjálvhjálparbólkum fyri avvarðandi at fólki við sálarsjúku.

Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni gerst sjúkur. Familjustøðan broytist. Nógv kenna seg ørkymlaði, ráðaleys og máttleys. Eru møguliga ráðavill í mun til, hvussu tey skulu handfara tann rakta, ávíkavist tætt familja ella vinir.

Ein spurningur er eisini, hvussu ein fær rúm fyri at liva egið lív. Nøkur hava kensluna av, at tey sita føst í almennum skipanum og fáa ikki hjálp at koma víðari, renna seg ímóti, har tey banka uppá. Hetta eru nakra av mongu støðunum, ein kemur í sum av-varandi.

Endamálið við sjálvhjálparbólkunum er m.a., at avvarandi fáa møguleika at hitta onnur ið somu støðu, eitt frírúm, at hittast uttanfyri sjúkrahúsið og fáa góð ráð frá øðrum avvarandi og á hendan hátt fáa orku, at halda áfram, sum tann stuðlandi “viðleikandi mótspælarin” hjá teirra kæru, ið gerast sálarsjúk, eitt skifti í lívinum, ella við jøvnum millumbilum.

Bólkarnir fara at vera í hølunum hjá Sinnisbata, Laðabrekka 1 við Áarvegin í Tórshavn.

Tað vera umleið átta luttakarar í hvørjum bólki.

Tilmelding fer fram her á heimasíðuni um nakrar dagar.

IMG_3357

Vinnarin av spurnarkappingini

Í vikuskiftinum, 18.-19. september, luttók Sinnisbati á Fólkafundinum 2015. Í sambandi við at hetta var fyrstu ferð, vit vóru við, ynsktu vit at lýsa felagið uppá ein stuttligan máta. Skipað varð fyri einari spurnarkapping, har ein kundi vinna eitt vikuskifti fyri tvey á Hotel Skálavík. Nógv fólk luttóku, men hepni vinnarin gjørdist Elin Winther Poulsen. Vit í nevndini í Sinnisbata ynskja tær hjartaliga tillukku við vinninginum og gott vikuskifti á hotellinum 🙂