mynd

VALFUNDUR: Sálarsjúka er ikki eitt val – politikkur er

Í samband við løgtingsvalið bjóða Fountainhúsið og Sinnisbati til politiskt orðaskifti um psykiatriska økið í Føroyum, og tær avbjóðingar, ið standa fyri framman. Vit umrøða evni um m.a fyribyrging, psykiatriætlan, rúmliga arbeiðsmarknaðin, skúlatilboð, bústaðarmøguleikar og eftirløn til fyritíðarpensjónistar. Umboð frá øllum politisku flokkunum luttaka, og vit spyrja, hvussu tey ætla at raðfesta økið í komandi løgtingsskeiði.

 

Fountainhúsið fyllur 12 ár 1. apríl, og nú tað stundar til val, er upplagt høvi at seta okkara politisku flokkum stevnu um átøk, sum eru neyðug at gera, fyri at fólk við sálarligum avbjóðingum eisini føla seg væl í okkara samfelag.

Húsið er opið frá kl. 14.00-17.00. Pallborðfundurin byrjar kl. 15.00.

Vit bjóða føðingardagslagkøku, kaffi og te.

Páskasøla: Tað verður eisini møguligt at keypa páskaprýði, sum limir í Fountainhúsinum hava gjørt.

 

Vit síggjast í Fountainhúsinum á V.U.Hammerheimbsgøtu 3 – øll eru vælkomin.

495596769_10165407066517907_2590102810987929616_n

Nær fara politikarar at javnseta sálarliga og kropsliga heilsu?

Í Føroyum er talið av innleggingum í psykiatriini økt við umleið 12% frá 2016 til 2024. Tað merkir, at fleiri enn nakrantíð stríðast so mikið sálarliga, at tey hava brúk fyri einari innlegging. Men samstundis skal psykiatriski depilin spara.

Hvussu kann eg, sum brúkari á psykiatriska deplinum, góðtaka tað?

Menniskju, ið stríðast sálarliga, missa ofta vónina, tá tey hoyra um langar bíðitíðir til útgreining, langar bíðitíðir til sálarfrøðing, ein psykiatriskan depil, sum longu er fult upptikin, og eitt øki, sum hevur verið niðurraðfest í alt ov langa tíð.

Tí hetta er tann beiski veruleikin: flestu bíðitíðir á psykiatriska deplinum eru langar, og tá ið vit tosa um sálarliga hjálp, eru tilboðini fá. Samstundis verður ábyrgdin ov ofta løgd á einstaklingin og familjuna, sum frammanundan eru sperd, heldur enn á eina skipan, sum í einum vælferðarsamfelagi eigur at lofta.

Eg kann ikki lata vera við at hugsa um starvsfólkini á psykiatriska deplinum, sum gera eitt fantastisk arbeiði, men sum eru undir einum risa trýsti. Fleiri sjúklingar mugu deila kamar, og uppaftur fleiri verða útskrivaðir ov tíðliga, tí fleiri verða innlagdir. Soleiðis mugu tey dagliga raðfesta, hvør skal út, áðrenn viðkomandi yvirhøvur er komin seg so mikið, at tað er trygt at lata hann fara.

Sama høvdu vit ongantíð góðtikið á einum somatiskum øki. Eingin hevði sagt, at tað er í lagi at skriva ein hjartasjúkan út, áðrenn hann er stabilur, tí plássið skal brúkast til ein annan. Men tá tað snýr seg um sálarliga heilsu, tykist tað kortini verða meira góðtikið.

Fólk við sálarligum líðingum og avbjóðingum skulu hava eins góðan rætt og øll onnur, og mann skal ongantíð føla seg sum eina byrðu fyri heilsuverkið, tí ein hevur tørv á hjálp.

Eg sum brúkari ynski so inniliga, at tey, sum stilla upp til løgtingsvalið veruliga raðfesta sálarheilsu og arbeiða fyri at hjálp eru til tey, ið hava tørv á henni, og at tey steðga sparingini á einum øki, har tørvurin bara sær út til at veksa.

Framyvir eiga tey at tryggja nøktandi karmar, so sjúklingar ikki verða útskrivaðir ov tíðliga, og at leggja eina greiða ætlan fyri at stytta bíðitíðir og byggja út fyribyrgjandi tilboð.

Sálarlig heilsa snýr seg um alt tað, sum ger lívið vert at liva.

Tí er ikki nokk at taka orðini í munn um, at “sálarliga heilsa fara vit at raðfesta” nú eiga politikarar at vísa tað í verki og javnseta sálarliga og kropsliga heilsu, bæði í raðfestingum, fígging og lógum.

 

Nuka Heinrich Eidesgaard

35 ár, mamma, lesandi.

Brúkari á psykiatriska deplinum / nevndarlimur í Sinnisbata

unnamed

“Hjálp í tøkum tíma er ikki ein eyka útreiðsla”

14. januar 2013:

“Monika er ein fitt genta, sum nú gongur í 6 flokki í Vágs skúla. Monika grætur, tá vit tosa um trivna, og harvið happing í skúlanum. Monika var ein glað genta, tá hon byrjaði í 1. flokki. Í 3 flokki sigur [hon], at hon onkuntíð er kedd um at blíva happað orsaka sína vekt, men at tað ikki er so ringt sum tað var í 1 flokki. Tá tosa vit um, hvat man gerð, tá man er keddur. 

Orsaka av, at heilsufrøðingurin hevur verið í orlov, er Monika fyrst aftur hjá heilsufrøðingi [3 ár seinni]. Tað vísur seg, at Monika hevur havt tað ringt í skúlanum hesi ár orsaka av happing… 

Friður er nú um happingina, men Monika hevur stórir sálarligir trupulleikar av hesum. Hon hevur trekt seg saman og vil ikki í skúla.

Sum heilsufrøðingur meti eg, at Monika hevur tørv á hjálp skjótast gjørligt. [Eg] meti, at Monika er í vanda fyri at enda [við tunglyndi], og er tað tí umráðandi við skjótari hjálp.”

Eftir hetta stúranarbrævið til Barnaverndartænastuna, fylgdi eitt áratíggju við stríði, ið helst kundi verið fyribyrgt við rættari hjálp í tøkum tíma. Eitt áratíggju við góðum vilja frá góðum fólki, men vánaligari uppfylging tvørturum geirar. Hetta var eitt barn, sum segði frá, eitt fakfólk, sum varnaðist vandan og ein skipan sum bíðaði. Alt for ofta verður sett inn við hjálpini, tá eldur longu er komin í. Tá alt brennur. Men hvat gera okur, tá roykalarmarnir fyrstu ferð fara í gongd? Áðrenn glóðin er blivin til meira enn júst tað? Eina glóð?

Tíðarskeiðið, har ung ikki eru í kreppu, men heldur ikki hava tað gott, er sum nú er ein grásona. Tíðin, har tey halda maskuni, klára skúlan og gerandisdagin, men spakuliga eru við at missa fótafestið. Glóðin áðrenn eldin. Og av tí, at tað í løtuni eru fleiri børn enn nakrantíð áður, sum stríðast, í øllum førum sum okur eru tilvitaði um, er tað ein enn størri avbjóðing at lofta øllum. At vita, hvørjum man kann hjálpa við aktivering og stuðli í nærumhvørvinum, og hvør hevur tørv á meira enn tað. Tað mest týdningarmikla í lívinum hjá flest øllum ungum eru vinir og frítíðarítriv. Tá ung byrja at stríðast er hetta ofta tað fyrsta sum fellur burtur, og hevur tað eina sjálvforsterkandi neiliga gongd, sum er trupul at venda. Børn og ung, sum verða hjálpt burturúr einari negativari gongd longu í fólkaskúlanum við samskifti millum heim og skúla, og aðrar viðkomandi tænastur, hava í fleiri førum fingið fótafestið aftur áðrenn trupulleikarnir gerast so stórir, at teir føra til t.d. skúlaaftran ella gerast viðgerðarkrevjandi. Fyri nøkrum døgum síðani hoyrdi eg um ein drong, sum okur kunnu kalla Niklas, sum byrjaði at mistrívast, tá hann gekk í 4. flokki. Hann hevði nógva fráveru, og familjan royndi við góðum og illum at fáa hann at møta betri í skúla, men tað bleiv ikki betur. Niklas hevði einki samband við sínir floksfelagar uttanfyri skúlatíð, og støðan versnaði so mikið, at Niklas ikki møtti í skúla í tvey ár. Skúlin og foreldrini tosaðu nógv saman og royndu at finna loysnir, og tá Niklas hevði aldur til 8. flokk, gjørdu lærararnir eitt tillaga skúlatilboð, har Niklas hevði nakrir fáir tímar um vikuna við einum lærara. Hann møtti í skúla, men var ikki inni í flokkinum. Samstundis varð ein avtala gjørd við fastir hansara, um at hjálpa við skúlatingum heima. 8. floks royndirnar blivu ornaðar heima, í samráð við fastrina, og endaligu royndirnar í 9. flokki vóru avgreiddar umvegis netið. Tað eydnaðist, við góðum samstarvi, at “møta” Niklasi so væl, at hann bleiv liðugur við 9. flokk. Í dag er hann handverkari, og hevur arbeiði og klárar seg væl.

Tað noyðast faktiskt ikki altíð at vera kostnaðarmiklar loysnir, sum gera munin. Ofta snýr tað seg bara um smærri tillagingar í gerandisdegnum ella okkurt, ið er gott fyri sjálvsálitið og sjálvvirðið. Men hetta snýr seg ikki um, hvørt okur hava ráð ella ikki. Tó heldur, um okur hava ráð at bíða. Tí jú longri okur bíða, jú dýrari verður tað, tí hetta ER ikki eitt rák, sum fer at blíva betri av sær sjálvum. Okur noyðast at gera nakað aktivt fyri at venda afturgongdini. Júst hvat skal gerast, eru tað nógv klókari fólk enn eg, sum vita, men tað krevur, at man lurtar eftir teimum røttu fólkunum. Á einari síðu teimum, sum hava merkt skipanina á egnan kropp, og á hinari síðuni, teimum, sum arbeiða við borgarunum. Tí hvørgin at pørtunum verða hoyrd nærnámind so nógv, sum tey hava uppiborið.

Seinastu árini hevur stórt fokus verið á bíðilistarnar í Barna- og ungdómspsykiatriini. Bíðilistarnir eru blivnir longri í trá við, at børn hava fingið tað verri. Tað er í øllum førum tað, okur hava fortalt okkum sjálvum. Eg tori tó at pástanda, at børn ikki egentliga hava fingið tað so nógv verri, enn tey høvdu fyri 10 ella kanska bara 5 árum síðani, tá bíðilistarnir enn vóru yvirkomiligir. Eg haldi, at tað snýr seg meira um, at okur sum samfelag eru í gongd við at javnseta sálarligar og kropsligar sjúkur, sum er gott og neyðugt. Psykiatriin druknar ikki, tí at “í dag hava øll ADHD” ella tí, at ov nógv fáa hjálp, men tí ov nógv fáa hana ov seint. Um okur høvdu valt at raðfesta tann bólkin, sum ikki eru sjúk nokk til viðgerð, men heldur ikki hava tað gott – við tilboðum og átøkum, sum t.d. ABC fyri sálarligari heilsu – so hevði tørvurin á tungari psykiatriskari viðgerð verið minni enn hann er í dag, og bíðilistarnir styttri. Til dømis Headspace arbeiðir miðvíst fram ímóti, at gera upp við “diagnosumentanina”, og fanga ung meðan teirra trupulleikar eru sovorðnir, sum okur assosiera við “vanlig teenage-problemir”, t.d. ótti, sjálvvirðistrupulleikar og hjartasorg, og tí eri eg so glað og optimistisk um, at tað fer at hava nógv størri ávirkan enn okur halda, tá Headspace verður sett á stovn í Føroyum.

Eitt annað, sum er týdningarmikið fyri, at okur kunnu broyta tendensin, sum okur síggja í dag, er okkara hugburður. Hugburðurin til fólk við sálarsjúku er avgerandi fyri, hvussu nógv okur tora at trúgva upp á tey – og harvið, hvussu nógv okur vilja og tora at seta í verk fyri tey. Ikki bara hugburðurin hjá einstøkum menniskjum, men hugburðurin, sum liggur sum grundarlag fyri okkara skipanir og raðfestingar. Tí tað, okur trúgva uppá, er eisini tað, okur tora at satsa uppá.

Á Glasir hoyra okur um ung fólk við sálarsjúku, sum enda á Serbreyt. Ikki tí, at tey mangla evnini til at ganga á miðnám, men tí at Glasir ikki er ein skúli, ið er bygdur við tí í mentu, at nógv ung stríðast og einki annað hóskandi tilboð er. Og mangulin og tørvurin á einum breiðari útvali av tilboðum er ikki tilvildarligur. Hann er úrslitið av hugburðinum, at hesi ungu fólkini ikki heilt passa inn í okkara fatan av, hvat eitt “normalt” lív er. Fólkaskúla, miðnám, hægri lesnað, familju og arbeiði, og pensión. Tað eru bara verri enn so øll, ið megna at liva sítt lív eftir hasari lagaði tíðarlinjuni. Okur eru ofta sera góð við fólk við sálarsjúku, men okur trúgva ikki ordiliga uppá tey. Trúgva ikki ordiliga uppá, at tey kunnu taka ábyrgd, arbeiða, læra og vera virkin partur av samfelagnum – uppá sín egna, eins og týdningarmikla máta.

Eitt annað dømi um vantandi viðgerð, sum eg havi hoyrt frá einari, sum arbeiðir innanfyri økið, er um ein mann, sum var innlagdur í eitt hálvt ár. Ein vinkona er tann einasta, sum vitjar hann alla hesa tíðina. Tá maðurin so verður útskrivaður, verður hann útskrivaður heim til foreldrini, hóast tey ongantíð hava verið inni yvir viðgerðina. Hann hevur einki arbeiði og fær heldur einki, tí hann býr í eini lítlari bygd, har bæði arbeiðstørvurin og hugburðurin til fólk við sálarsjúku forðar fyri tí. Tað endar við at vera vinkonan, sum má søkja um, at maðurin kann sleppa í arbeiðsbúgving. Tá ein persónur kann vera innlagdur í eitt hálvt ár, og eingin hevur ábyrgd av at skipa bústað, arbeiði ella netverk, tá hann verður útskrivaður, so er okkurt galið við okkara hugburði í mun til, hvussu sjálvbjargin og virkin okur meta, at fólk við sálarsjúku kunnu gerast, aftaná rætta hjálpin hevur funnið veg.

Tá eg bleiv biðin um at halda eitt upplegg fyri tykkum í dag, takkaði eg fyrst nei. Alt for ofta koma tað dømi fram í miðlunum um fólk, bæði ung og vaksin, ið ikki hava fingið nøktandi hjálp. Í døgunum og vikunum aftaná eru politikkarar og aðrar viðkomandi røddir íðin at umrøða og kjakast og bata um. Sjáldan verður nakað ítøkiligt sett í verk, áðrenn kjakið aftur stilnar og liggur í dvala til næsta dømi um vantandi viðgerð er at hoyra í miðlunum. Eg haldi, at trupulleikin liggur í, at eingin eigur málið. Tað eru nógv, sum brenna fyri at gera ein mun á økinum, men skipanirnar, sum okur sjálvi hava sett upp, eru so tungar, at tey flestu brenna út og geva upp, áðrenn nøkur varandi loysn er funnin. Hendan stillstøðan hevur ført við sær, at ung og vaksin vera send einsamøll runt í einum systemi, sum sjálvt tey við hægsta myndugleika ikki hætta sær at nerta við. Tá okur so endiliga uppliva ein bata, eru avgerðirnar ofta tiknar av klókum fólki, við bachelor- og kandidatútbúgvingum, yvir høvdini hjá teimum, sum skulu liva við úrslitunum, so av tí sama vera tær nýggju skipanirnar ikki altíð nógv fragari enn tær gomlu. (Til dømis tann nýggja innleggingardeildin á P40, men nú haldi eg, at eg eri komin við nokk dømum um eina skipan í neyð, so eg lati tað liggja)

“Orsaka av, at heilsufrøðingurin hevur verið í orlov, er Monika fyrst aftur hjá heilsufrøðingi [3 ár seinni]. Sum heilsufrøðingur meti eg, at Monika hevur tørv á hjálp skjótast gjørligt.”

Tann skjóta hjálpin kom hóast alt. Minni enn ein mánað eftir, at skrivið varð sent til Barnaverndartænastuna, var eg sloppin í viðgerð. Men tá tey fyrstu teknini og stúranaruppringingarnar vóru at síggja 6 ár frammanundan, kundi tað meira metast sum eitt plástur á eitt brotið bein, heldur enn ein verulig roynd at bata um. Men okur skriva í dag 2026, og tíbetur eru batar á økinum. Nú havi eg kanska verið í so kritisk, men tað er sjáldan, at røddir sum mínar, verða hoyrdar av oyrum sum tykkara, so eg helt ikki, at eg kundi loyva mær at leggja fingrarnar ímillum, men eg vil eisini gjarna geva eitt heraklapp. Fólk, ið sita við borðendan sum tikor, eru generelt blivin betri til at lurta og hoyra, tá broytingar mugu til. Sum samfelag eru okur blivin nógv meira tilvitaði um, at okur øll kenna onkran, sum verður raktur av stereotypum ella niðrandi orðum um sálarsjúk. Sum einstaklingar eru okur blivin betri til spyrja inn og faktiskt tosa opið um okkara kenslur, heldur enn at feiða tær burtur. Eisini eru tað ítøkilig tilboð og átøk, sum hava gjørt ein gigantiskan mun fyri ung við sálarsjúkum og familjur teirra. T.d. búð- og viðgerðarstovnurin Stoffalág, psykoedukatións- og samrøðubólkar fyri ung og avvarðandi, Rówt, Spælival, DAT Ung. Alt tilboð, sum stuðla undir alt tað, sum okur fyrr hava roynt at tiga burtur.

Hjálp í tøkum tíma er ikki ein eyka útreiðsla. Tað er sjálvt grundarlagið fyri okkara framtíðar samfelag, um okur ynskja eitt meira javnt og fevnandi Føroyar. Og hugburðurin til fólk við sálarsjúku er altavgerandi. Ikki bara, hvussu okur tosa við og um tey – men hvat okur veruliga trúgva, tey eru før fyri. Tí eg kann við allari vissu í heiminum siga tykkum, at tey eru før fyri at flyta fjøll, um okur bara geva teimum røttu amboðini í tøkum tíma. Takk fyri.

Monika Hjelm Joensen

Røða til ráðstevnuna hjá Útnorðurráðnum 27. januar 2026

Nordic headspace conference

“Vit vita, hvat vit skulu gera, og latið okkum hugsavna okkum um at gera tað”

Orðini eigur Poul Nyrup Rasmussen, stovnari av Headspace Danmark, í setanarrøðu síni á Nordic Headspace ráðstevnuni 2025. Á ráðstevnuni savnaðust felagsskapir, ung, politikarar og serfrøðingar við tí endamáli at deila vitan, royndir og at saman finna loysnir at basa mistrivnaða millum ung. Umboð úr Sinnisbata luttóku á ráðstevnuni, sum í ár varð hildin á Christiansborg í Keypmannahavn.

Á ráðstevnuni varð nýggjasta granskingin um sálarheilsu hjá ungum løgd fram. Granskingin staðfestir enn einaferð, at tað riggar at seta tíðliga inn – bæði í mun til tann einstaka og í mun til samfelagið. WHO hevur í novembur í ár útgivið slóðbrótandi frágreiðing um sálarheilsuna hjá ungum í Evropa. Fyri fyrstuferð hava vit drúgvar dátur, ið vísa eina signifikanta øking á mistrivnaðinum hjá ungum, somuleiðis sum vit síggja eina gjógv í mun til atgongdina til hjálp og stuðul. Við frágreiðingini heitir WHO á landsins stjórnir um at syrgja fyri, at øll ung hava atgongd til hágóðsku sálarheilsutilboð og at endurhugsa tænasturnar, soleiðis at tær hóska til tørvin hjá tí unga.

“Headspace er meira enn bara eitt stað at leita sær hjálp”. Soleiðis segði Lærke, ein av teimum ungu, ið luttóku í ungdómspanelinum á ráðstevnuni. Lærke greiddi frá, at Headspace eisini er eitt stað, har ung hugna sær við vinum og bara sleppa at vera, sum tey eru, uttan nakað trýst ella væntanir frá øðrum. Øll, sum luttóku í panelinum, vóru samd um, at hjálpin til ung eigur at vera skjót. Tað eigur at vera eitt stað, har mann eisini kann slappa av og hugna sær, og tað er alt avgerðandi, at staðið kennist trygt.

Nýggj gransking hjá Region Hovedstadens Psykiatri staðfestir somuleiðis, at Headspace ráðgevingartilboðið veruliga kann betra sálarheilsuna og trivnaðin hjá ungum. Headspace spælir ein avgerðandi leiklut í at stuðla ungum og fyribyrgja, at sálarheilsan ikki versnar.

Vit hava í alt ov langa tíð bíðað eftir almennum skipanum, og nú vita vit, at átøk hjá sivilsamfelagnum rigga, og at tað hjálpur at seta tíðliga inn við fyribyrging og stuðli. Íløgan í fyribyrging er lítil, men ein sera týdningarmikil íløga í okkara ungdóm. Øll ung, ið stríðast, hava rætt til skjóta og góða hjálp og stuðul.

Sinnisbati er sinnað at átaka sær uppgávuna at lyfta í felag saman við landi og kommunum at skapa eitt tilboð, ið gevur okkara ungdómi bestu líkindi at trívast og mennast. Hósdagin 20. novembur fer Sinnisbati á fund í fíggjarnevndini í løgtinginum, har vit fara at leggja fram okkara verkætlan at seta á stovn eitt føroyskt ungdómsráðgevingartilboð, sum hevur íblástur frá góðum royndum í Íslandi, Danmark og Noregi.

Okkara vón er, at fíggjarnevndin velur at stuðla verkætlanini. Tí, vit vita, hvat vit skulu gera, og latið okkum hugsavna okkum um at gera tað.

 

 

 

Mynd: Lars Svankjær

Altjóða Sálarheilsudagur (1920 x 1080 px)

Altjóða sálarheilsudagur 2024

Á altjóða sálarheilsudegnum 2024 varpa vit ljós á stigma og fordómar

Hóast økt uppmerksemi seinastu árini er stigma enn knýtt at sálarsjúku og -líðing. Hetta viðvirkar til forðingar í mun til hjálp, viðurkenning og luttøku í samfelagnum. Á sálarheilsudegnum kanna vit, hvussu vit saman kunnu bróta niður stigma og fordómar.

Til høvið fáa vit vitjan av aktuella og virðislønta høvindinum Annu Rieder. Anna Rieder er útbúgvin frá Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn, og hevur m.a útgivið tvær bøkur, ið viðgera royndirnar hjá henni og øðrum við psykiatriini. Hon er í løtuni aktuell við bókini Smerte-hjerte – Kontinuitetsnotat, ið er skrivað saman við psykiatara og yvirlækna Birgit Bundesen. Tað eru yrkingar um, hvat tað vil siga at vera ein partur av psykiatriini.

Á skránni verður eisini ein beinleiðis upptøka av sendingini ‘Nert ikki við’. Vit kenna sendingina frá KVF, ið nemur við evni, ið vit vanliga ikki nerta við innan sálarheilsuøkið í Føroyum – á sálarheilsudegnum í ár er einki undantak.

Umframt hetta, kemur Jóannes Joensen, ið beint nú er aktuellur í sendingini `Bass Elvis og Jesus á Mallorka’, at spæla tvey løg fyri okkum, og sálarheilsuvirðislønin 2024 verður kunngjørd og handað.

Tiltakið verður í Smæruni í Havn hósdagin 10. oktobur kl. 19.00.

Tiltakið er alment og ókeypis, og øll eru vælkomin.

Skrá:
Kl. 19:00: vælkomin
– Jóannes Joensen framførir
– Súsanna Olsen, forkvinna, bjóðar vælkomin

Kl. 19:15: samrøða við Annu Rieder
– Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvundur, fer at leiða samrøðuna við Annu Rieder. Tær fara millum annað at tosa um yrkingarnar hjá Annu Rieder, um mál, stigma og um vreiði. Eisini fer Anna Rieder at lesa upp úr sínum skaldskapi

Kl. 20:00: steðgur

Kl. 20:15: sálarheilsuvirðislønin 2024 verður kunngjørd og handað
– Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, sigur nøkur orð og handar virðislønina

Kl. 20:20: Nert ikki við
– Vertirnir Bjørt Lind og Anna Joensen-Næs fara at nerta við stigma og fordómar og tað at vera tilknýtt psykiatriini. Gestir eru Anna Kristina Niclasen, sersjúkrarøktarfrøðingur í psykiatri, (fakligt sjónarmið) og Bjørk Ellindsdóttir Frýdal (persónligt sjónarmið)

Kl. 21:00: tiltakið endar

Vit gleða okkum at hátíðarhalda dagin saman við tykkum
– Sinnisbati

Altjóða Sálarheilsudagur 2022 (Facebook-cover) (1000 x 500 px)

Ársins sálarheilsuvirðisløn 2024

Sinnisbati handar á hvørjum ári eina sálarheilsuvirðisløn í samband við altjóða sálarheilsudagin 10. oktobur.

Endamálið við virðislønini er at heiðra ein ella fleiri, sum hava varpað ljós á sálarheilsu í ár. Tað kann eitt nú vera eitt serligt átak ella tiltak. Ella onkur, sum hevur gjørt eitt serliga gott arbeiði fyri at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra og/ella arbeiðir sálarheilsufremjandi og fyribyrgjandi.

Í 2023 var tað Bernhard H. Petersen, sum fekk virðislønina fyri at hava víst serligt samfelagssinn, menniskjaligheit og rúmd, tá tað kemur til arbeiðið við heimleysum í Føroyum.

 

Send okkum títt uppskot

Veitst tú um onkran, sum hevur gjørt okkurt serligt fyri sálarheilsu í ár? So kanst tú senda títt uppskot til Sinnisbata. Tað stendur øllum í boði at senda eitt ella fleiri uppskot á sinnisbati@sinnisbati.fo í seinasta lagi hósdagin 3. oktobur. Tað er ein óheft dómsnevnd, sum tekur avgerð. Virðislønin verður latin á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktobur.

Nevndin í Sinnisbata

Sálarlig og kropslig heilsa javnsett – tó ikki eftir klokkan 23.00

Sinnisbati hevur í fleiri ár varpað ljós á átrokandi tørvin á eini psykiatriskari skaðastovu. Tí fegnaðust vit eisini í apríl í ár, tá boð komu frá Heilsumálaráðnum, um at læknavaktin nú varð styrkt við psykiatriskum førleikum. Hetta er tó ein royndarverkætlan, og í fyrsta umfari er tilboðið galdandi ímillum klokkan 16-23 allar dagar í viku, tí at tørvurin er mettur ikki at vera eins stórur um náttina. Vaktin á Psykiatriska deplinum, sum er knýtt at nýggja tilboðnum, hevur heldur ikki heimild til at útskriva heilivág ella at innleggja fólk.

Í tíðindunum tann 8. august hoyra vit frá Turið Holm Johannessen, forkvinnu í Kommunulæknafelag Føroya, at flestu sjúklingar við sálarligum trupulleikum ringja um náttina. Vit hoyra samstundis frá Sten Nørskov, chefpolitiinspektøri, at fólk við sálarligum trupulleikum til tíðir verða noydd at sova í varðhaldinum hjá løgregluni. Hetta er als ikki ein nøktandi ella virðilig støða, og stig mugu takast til at betra um skipanina alt fyri eitt.

Vit hava tørv á eini skipan, ið kann møta fólki allar tímar í døgninum – og ikki bara til klokkan 23.00. Tí, soleiðis riggar sálarórógv ikki. Hesar støður kunnu taka seg upp óvæntað, og tá er tørvur á bráðfeingishjálp, og onkuntíð er ov seint at bíða til næsta dag.

Tað er ein afturvendandi trupulleiki, sum limirnir hjá Sinnisbata koma í, at tað er trupult at fáa nøktandi og neyðugu hjálpina í eini bráðfeingisstøðu.

Sinnisbati vil tí heita á Heilsumálaráðið um at víðka tilboðið um bráðfeingis sálarliga hjálp, soleiðis at vit veruliga kunnu javnseta sálarliga og kropsliga heilsu.

AÐALFUNDUR & ALMENT TILTAK

Aðalfundur & alment tiltak

Týskvøldið 19. mars kl. 19.00 verður árligi aðalfundurin hjá Sinnisbata. Aðalfundurin verður hildin á Reinsaríinum í Tórsgøtu í Havn.

Kvøldið verður skipað í tveimum pørtum. Fyrst vera tað tvær framløgur, sum báðar varpa ljós á tað, at vera avvarðandi at einum við sálarsjúku.

Jana Mortensen, námslektari á Fróðskaparsetri Føroya og mamma, kemur at tosa um virði um autonomu/sjálvræði. Virði um sjálvræði er ein av týdningarmiklastu etisku virðunum vit hava innan heilsutænastur í vesturheiminum, har sjúklingar eiga rættin til at taka avgerðir um sína egnu viðgerð. Í hesi framløgu, sum tekur støði í eini case um diagnostisering, verður róð framundir, at ráðandi fatanin um sjálvræði eisini kann skúgva onnur týdningarmikil virðir til viks, m.a. tá tað kemur til avvarðandi.

Sinnisbati hevur síðani 2016 skipað fyri bólkum til bæði børn, ung og vaksin, sum eru avvarðandi at einum við sálarsjúku, og hava hesir verið væl vitjaðir. Á tiltakinum kemur Dagmar Clothier, námsfrøðingur og bólkaleiðari, at greiða frá um okkara Time Out bólkar. Time Out eru ætlaðir børnum og ungum millum 12-18 ár, ið hava foreldur ella systkin við sálarsjúku.

Skrá:

19.00: Vælkomin

19.05: Ávirkanin, sum virði um autonomi kann hava á møguleikan hjá avvarðandi at stuðla sínum kæru – v/ Janu Mortensen námslektari á Fróðskaparsetri Føroya og mammu.

19.35  TIME OUT bólkar – v/ Dagmar Clothier, námsfrøðingur og bólkaleiðari

20.00: Steðgur

20.10: Aðalfundur

Skrá er sambært viðtøkum felagsins:

– Val av orðstýrara

– Ársfrágreiðing forfólksins

– Framløga av granskoðaðum roknskapi fyri seinasta rakstrarár felagsins

– Møguligar lógarbroytingar

– Innkomin mál

– Limagjald fyri komandi ár

– Nevndarval

– Val av grannskoðara

– Ymiskt

Uppskot frá limum til aðalfundin skulu verða nevndini í hendi sjey dagar áðrenn aðalfundin.

Stilla upp í nevndina

Hevur tú hug at vera við í arbeiðinum at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra, varpa ljós á sálarheilsu og skipa fyri tiltøkum og átøkum? Stilla so upp í nevndina hjá Sinnisbata.

Ynskir tú at stilla upp í nevndina og hevur spurningar hesum viðvíkjandi, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á sinnisbati@sinnisbati.fo ella ringja á 597913.

AVVARÐANDIBÓLKUR TIL UNG 18-35 ÁR

Bólkur til ung, ið kenna ótta og angist

15. januar byrjar nýggjur sjálvhjálparbólkur í Tórshavn til ung yvir 18 ár, ið kenna ótta og angist.


Um bólkin
Í sjálvhjálparbólkinum fáa luttakandi møguleika at hitta onnur ung, ið eru í líknandi støðu, og kunnu deila tankar, kenslur og royndir saman. Luttakararnir fara saman við bólkaleiðara at fáa amboð til at lætta um kenslur av angist og ótta í gerandisdegnum.

Bólkurin byrjar 15. januar. Luttakarar møtast 8 ferðir saman við bólkaleiðara, mánadagar millum kl. 16.00. og 18.00 í hølum í Tórshavn. Pláss er fyri 10 luttakandi í bólkinum.

Bólkurin er skipaður í samstarvi við Vivian Sjóðklett og Kunstterapi.fo. Vivian Sjóðklett, sum fer at leiða bólkin, er útbúgvin námsfrøðingur, kunstterapeutur og kynslívsfrøðingur. Vivian nýtir millum annað amboð innan kunstterapi og mindfulness. Eingi krøv ella ávísir førleikar eru neyðugir fyri at kunna luttaka í bólkinum – einans at tú ert yvir 18 ár.

Luttakarar og bólkaleiðari eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.
Tað er ókeypis at luttaka í bólkinum, men avmarkað pláss er.


Luttakandi um bólkin:

– Eg haldi, at fleiri kundu fingið hjálp við at møtast við øðrum

– Eg havi havt ein dag, har eg havi kunnað fortalt, lurtað, grátið og flent

– Læruríkt, og tað hevur verið gott at kunnað snakkað við onnur, sum kenna til støðuna

– Deiligt at kunna brúka onnur tól enn at tosa


Melda til
Tilmeldingin fer fram við at skriva ein teldupost til Sinnisbati@Sinnisbati.fo. Einans starvsfólk hjá Sinnisbata og bólkaleiðari síggja tína tilmelding. Við at melda teg til, loyvir tú Sinnisbata og bólkaleiðara at seta seg í samband við teg viðvíkjandi luttøku.

Øll eru vælkomin at venda sær til Sinnisbata við spurningum á telduposti ella við at ringja á 597913.

Ávísing ella diagnosa er ikki neyðug fyri at luttaka í bólkunum hjá Sinnisbata. Tilboðið er eins væl ætlað at virka fyribyrgjandi.

399654231_728174042674184_4152552688592737259_n

Altjóða mannfólkadagur 2023: Menn, sálarheilsa og felagsskapur

Við fyrilestri, skemti, tónleiki og samrøðum skipa Javnstøðunevndin og Sinnisbati fyri almennum tiltaki á altjóða mannfólkadegnum 19. novembur. Í ár verður høvið nýtt til at varpa ljós á menn og sálarheilsu.


Hvat merkja einsemi, sosial sambond og felagsskapur fyri sálarheilsu og trivnað? Hví eru menn serliga útsettir í samtíðini? Hvussu megna vit at varpa ljós á hesi viðurskifti, og hvussu kunnu vit bøta um tey?

Millum annað hesar spurningar fer Svend Aage Madsen, sálarfrøðingur og formaður í Forum for Mænds Sundhed, at halda fyrilestur um. Eftir fyrilesturin verður sofaprát um menn, sálarheilsu og felagsskap. Teir, sum fara at skifta orð um evnið, vera Pál Weihe, yvirlækni, Magni Højgaard, leiðari fyri RÓWT og Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari hjá Javnstøðunevndini. Umframt hetta, verður skemt við Svannu Hentze í Gong og tónleikur frá Lyon Hansen á skránni. Bjarni Arge verður vertur.

Øll eru hjartaliga vælkomin í OY sunnudagin 19. novembur. Dyrnar lata upp kl. 16.00, og møguleiki verður at keypa sær okkurt at eta og drekka. Livandi tónleikur verður eisini at hoyra. Skráin byrjar kl. 17.00.

Tiltakið er alment og ókeypis.

Skráin:
16.00: Dyrnar lata upp
– Lyon Hansen spælir nøkur løg, og møguleiki verður at keypa sær okkurt at eta og drekka.
17.00: Skráin byrjar
– Javnstøðunevndin og Sinnisbati bjóða vælkomin
17.05: Menn, sálarheilsa og felagsskapur v/ Svend Aage Madsen, sálarfrøðingi og formanni í Forum for Mænds Sundhed.
17.50: Skemt v/ Svannu Hentze í Gong
18.05: Steðgur
18.20: Sofaprát
– Pál Weihe, yvirlækni, Magni Højgaard, leiðari fyri RÓWT og Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari hjá Javnstøðunevndini, skifta orð um menn, sálarheilsu og felagsskap.
18.55: Lyon Hansen spælir nøkur løg
19.00 Tiltakið endar

Vit gleða okkum at hátíðarhalda dagin við tykkum
– Javnstøðunevndin og Sinnisbati