Samrøðubólkur fyri avvarðandi

Ert tú avvarðandi til ein, sum hevur sálarsjúku og ert eldri enn 18 ár? So er avvarðandibólkurin hjá Sinnisbata møguliga fyri teg

Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni gerst sjúkur. Familjustøðan broytist. Nógv kenna seg ørkymlað og ráðaleys, og vita kanska ikki, hvussu tey skulu bera seg at.

Í bólkinum fáa avvarðandi møguleika at hitta onnur, ið eru í líknandi støðu, og kunnu í tryggum kørmum deila kenslur, avbjóðingar og royndir saman. Luttakarar fara saman við bólkaleiðara at fáa amboð til at lætta um kenslur og aðrar avbjóðingar í gerandisdegnum. Bólkarnir eru skipaðir við felagspráti og psykoedukatión.


Endamálið við bólkinum er:

– at møta øðrum í líknandi støðu
– at læra at handfara støðuna á ein gagnligan hátt
– at læra um avbjóðingar í mun til sálarligu støðuna hjá tínum avvarðandi
– at sleppa at seta orð á egnar tankar og kenslur


Luttakararnir møtast 8 ferðir saman við bólkaleiðara í hølum í Tórshavn. Pláss er fyri 8 luttakandi. Bólkurin byrjar 24. mars (ella tá fullteknað er) og møtist týsdagar kl. 17.00-19.00.

Bólkurin er leiddur av faklærdum bólkaleiðara við hollum royndum í avvarðandibólkum hjá Sinnisbata.

Einasta treyt fyri at luttaka í bólkinum er, at tú ert yvir 18 ár, og ert avvarðandi til ein, ið hevur sálarsjúku.


Melda til

Tað er ókeypis at luttaka í bólki hjá Sinnisbata. Einasta krav er, at tú ert limur í felagnum. Tekna teg til lim her

Tilmeldingin fer fram við at skriva ein teldupost til Sinnisbati@Sinnisbati.fo við navni og telefonnummari.

Einans starvsfólk hjá Sinnisbata og bólkaleiðari síggja tína tilmelding. Við at melda teg til, loyvir tú Sinnisbata og bólkaleiðara at seta seg í samband við teg viðvíkjandi luttøku.

Øll eru vælkomin at venda sær til Sinnisbata við spurningum á telduposti ella við at ringja á 597913.