At raðfesta at børn og ung fáa røttu hjálp rættstundis, má vera ein av størstu uppgávum í komandi tíðum. Hjálp í tøkum tíma!
Sum miðnámsskúlalærari síggi eg ofta at næmingar stríðast. Mong hava avbjóðingar av ymiskum slagi, sum ikki eru staðfestar fyrrenn seint, kanska ikki fyrrenn, tá tey ganga í miðnámsskúla. Hetta mugu vit broyta.
Vit mugu raðfesta at geva børnum og ungum hjálp, tá teimum tørvar – óansæð um tað er ein diagnosa sum teimum tørvar, ella um tað eru avbjóðingar av sosialum slag tey stríðast við.
Hjálpa vit børnunum, teirra foreldrum og teimum starvsfólkum,sum eru um tey á dagstovni og í skúla rættstundis, spara vit hetta inn aftur í álvarsligum fylgjum og viðgerum seinni í lívinum.
Avleiðingarnar av, at tú ikki fært røttu hjálp rættstundis eru ógvusligar og kunnu vera ein av orsøkunum til at so nógv børn og ung standa á bíðilista til psykiatriina.
Tað snýr seg um raðfesting og stimbran á røttum stað og ikki minst, at tryggja umstøðurnar hjá teimum, sum eru um børnini tey fyrstu árini. Tey mugu hava góðar arbeiðsumstøður, fáa røttu eftirútbúgvingar og røttu serfrøðingar at samstarva við, so at tey framhaldandi halda út at vera verandi á økinum.
Um hetta verður raðfest, fara okkara børn at hava tað betri, okkara ungu fáa betri sjálvsvirði og vit verða ríkari sum samfelag.
Hesum fari eg at arbeiða fyri, um eg fái tín kross 8. desembur!
Birna Heinesen, valevni Javnaðarfloksins