IMG_3357

Fyrilestur v/Sondy Simonsen

Sinnisbati skipar fyri fyrilestri á Klaksvíkar bókasavni hóskvøldið 7. januar kl. 19.30

Sondy Simonsen, ið er 34 ára gomul og búsitandi í Danmark, kemur at greiða frá lívið sínum sum sálarliga sjúk. Hon livir dagliga vid angist, post traumatisk stress syndrom (PTSD) og OCD – tvangstankum, sum hon fekk staðfest fyri trimum árum sídani.

Endamálið við fyrilestrinum er at varpa ljós á sálarliga sjúku, og hetta fer Sondy at gera við at greiða okkum frá sjúkunum, og hvørja ávirkan tær hava havt á gerandisdag hennara tey seinastu trý árini.

IMG_3357

Fyrilestur við japanski Taisei Yamamoto, PhD í fysioterapi

Japanski Taisei Yamamoto, við PhD í fysioterapi, kemur á vitjan mikukvøldið!

Mikukvøldið 16. desember verður fyrilestur við japanska PhD fysioterapeutinum, Taisei Yamamoto, sum hevur granskað í, hvussu Basic Body Awareness Therapy (BBAT) ávirkar fólk við skizofreni. Taisei Yamamoto er lektari á Universitetinum í Kobe, Japan, og vitjar í Føroyum.

Heitið á fyrilestrinum er “Sense of Self and Movement Awareness”- within schizophrenia.

Tiltakið verður í hølinum hjá Sinnisbata, Laðabrekka 1 í Tórshavn, 16. desember kl. 19-21.

Møtið fjølment!

IMG_3357

Sálarheilsudagur 10.10.2015, Reinsaríið í Tórsgøtu

Skrá:

Kl. 19.00 Kristian Fróði Djurhuus, syngur 2 løg

Kl. 19.15 BÁRÐUR PERSSON, yrkisleikari sigur frá egnum royndum við sálarheilsutrupulleikum og týdninginum av heiluvági

Kl. 19.45 ”Fountaintónar” spæla 3 løg

Steðgur

Kl. 20.15 Fyrilestur við POUL VIDEBECH, professari á Glostrup Sjúkrahúsi í KBH.

EVNI: Tunglyndi og viðgerð av tunglyndi: FUP ella FAKTA? Hvat er tunglyndi? Hví gerst ein tunglyntur? Hvat vita vit um ymisku viðgerðarhættirnar: Terapi, heiluvág, kost og rørslu?

Kl. 21.00 Fountaintónar spæla 3 løg

Møguleiki er fyri at keypa kaffi og te.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin!

 

/Nevndin í Sinnisbata

IMG_3357

Sálarheilsudagin 10.10.15 – fyrilestur við Poul Videbech

Í samband við Sálarheilsudagin 10.10.15., skipar Sinnisbati fyri 2 fyrilestrum við professara og granskara innan psykiatri Poul Videbech.

www.videbech.dk

Endamálið við hesum tveimum fyrilestrum er at varpa ljós á týdningin av, at nøkur eru tengd at heiluvági fyri sálarheilsuavbjóðingar, og neyðugt er at taka hendan heiluvág nøkur skifti, ella alla tíðina, fyri at hava tamarhald á teimum sálarheilsuavbjóðingum ein hevur. Nógv kjak hevur verið fyri og móti heiluvági seinastu tíðina og vit í Sinnisbata halda at neyðugt er, at fáa innlit í hvat er “upp og niður her”, og í heila tikið at skapa eitt meira fjølbroytt kjak hesum viðvíkjandi.

Tann almenni fyrilesturin 10.10.15, verður í Gamlareinsaríð, í Tórsgøtu kl. 19-21.30.

Ymiskt annað er eisini á skránni 10.10.15 – sjá heimasíðuna hjá Sinnisbata www.sinnisbati.fo

Heitið á almenna fyrilestrinum:

“Tunglyndi og viðgerð av tunglyndi: FUP ella FAKTA? Hvat er tunglyndi? Hví gerst ein tunglyntur? Hvat vita vit um ymisku viðgerðarhættirnar: Terapi, heiluvág, kost og rørslu?”

Tann fakligi fyrilesturin 12.10.15, verður í Auluni á Námsvísindadeildini, á Fróðskaparsetur Føroya, kl.

10-12 (Aulan á fyrrverðandi Føroya Læraraskúla, á Frælsinum, í Tórshavn).

Heitið á fakliga fyrilestrinum:

“Hvat vita vit um tunglyndi og tunglyndisviðgerð? Hvat hjálpir, og hvat eiga vit, at gera fyri tey har heiluvágurin ikki bítur á?”

Tiltøkini eru ókeypis – Øll eru vælkomin!

IMG_3357

Sjálvhjálparbólkar fyri avvarðandi

Sinnisbati fer nú – sum nakað nýtt – at skipa fyri sjálvhjálparbólkum fyri avvarðandi at fólki við sálarsjúku.

Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni gerst sjúkur. Familjustøðan broytist. Nógv kenna seg ørkymlaði, ráðaleys og máttleys. Eru møguliga ráðavill í mun til, hvussu tey skulu handfara tann rakta, ávíkavist tætt familja ella vinir.

Ein spurningur er eisini, hvussu ein fær rúm fyri at liva egið lív. Nøkur hava kensluna av, at tey sita føst í almennum skipanum og fáa ikki hjálp at koma víðari, renna seg ímóti, har tey banka uppá. Hetta eru nakra av mongu støðunum, ein kemur í sum av-varandi.

Endamálið við sjálvhjálparbólkunum er m.a., at avvarandi fáa møguleika at hitta onnur ið somu støðu, eitt frírúm, at hittast uttanfyri sjúkrahúsið og fáa góð ráð frá øðrum avvarandi og á hendan hátt fáa orku, at halda áfram, sum tann stuðlandi “viðleikandi mótspælarin” hjá teirra kæru, ið gerast sálarsjúk, eitt skifti í lívinum, ella við jøvnum millumbilum.

Bólkarnir fara at vera í hølunum hjá Sinnisbata, Laðabrekka 1 við Áarvegin í Tórshavn.

Tað vera umleið átta luttakarar í hvørjum bólki.

Tilmelding fer fram her á heimasíðuni um nakrar dagar.

IMG_3357

Vinnarin av spurnarkappingini

Í vikuskiftinum, 18.-19. september, luttók Sinnisbati á Fólkafundinum 2015. Í sambandi við at hetta var fyrstu ferð, vit vóru við, ynsktu vit at lýsa felagið uppá ein stuttligan máta. Skipað varð fyri einari spurnarkapping, har ein kundi vinna eitt vikuskifti fyri tvey á Hotel Skálavík. Nógv fólk luttóku, men hepni vinnarin gjørdist Elin Winther Poulsen. Vit í nevndini í Sinnisbata ynskja tær hjartaliga tillukku við vinninginum og gott vikuskifti á hotellinum 🙂

IMG_3357

Basic Body Awareness Therapy Fremur rørslukvalitet og heilsu í gerandisdegnum

Fyrilestur verður hóskvøldið tann 21. mai, kl. 19:00 til 21:00, á Laðabrekku 1, í Tórshavn.
Tað verða Jórun Simonsen og Lív Egholm, fysioteraputar, sum koma at halda fyrilesturin. Stutt at lesa um evnið: ”Basic Body Awareness Therapy ( BBAT) er ein fysioterapeutiskur viðgerðarháttur, sum hevur verið nýttur tey seinastu 30 árini, viðgerðarhátturin verður brúktur til fólk við sálarligum heilsu trupulleikum og øðrum vødda sjúkum. Seinastu 6 árini hevur BBAT verið ein partur av viðgerðartilboðnum á fysioterapideildini á Psykiatriska deplinum í LS. B BAT er ein viðgerðarháttur, ið er samansettur av vanligum gerandis rørslum sum vera gjørdar í róligum tempo. Hetta gevur tær møguleika at gerast tilvitað/ur um kroppin og hvussu hann virkar. BBAT økir um rørslukvalitetin, sum er grundaður á MQM (Movement Quality Model), og inniheldur 4 dimensiónir: 1. Biomekanisk / 2. Fysiologisk / 3. Psyko-socio-kulturel / 4. Existensiel – nærvera. BBAT viðgerðin er vend ímóti likamligari sjálvkenslu og setur gongd í kropsliga tilfeingið. Likamliga sjálvkenslan sum rúmar tilvitaðar / ótilvitaðar og verbalar / nonverbalar partar. Likamliga sjálvkenslan er partur av samleikafatanini hjá menniskjanum. Hon rúmar ta uppliving og fatan ein hevur um seg sjálvan og hvat hansara/hennara kroppur megnar. Við BBAT rørslum økist og styrkist; kropsliga javnvágin, fríi andadrátturin og nærvera í dagligdegnum.” The very basis of the work – the very core of the work, is that everything we do can come always new. (Citat: Charlotte Selver) Felagið bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum, at lurta eftir hesum spennandi fyrilestri. Tiltakið er ókeypis! -Sinnisbati

IMG_3357

Ársaðalfundur 2015, í felagnum Sinnisbati 15. apríl, kl. 19:00

Við hesum verður kunngjørt fyri almeninginum og limum, at aðalfundur verður í felagnum Sinnisbata, Mikudagin tann 15. apríl, kl. 19.00 í hølum felagsins í Laðabrekku 1, 100 Tórshavn.

Aðalfundinum verður hildin sambært vitøkum felagsins og dagsskráin er hendan: • Val av orðstýrara • Val af referenti • Ársfrágreiðing (Súsanna Olsen, forkvinna) • Framløga av grannskoðaum roknskapi fyri seinasta rakstrarár felagsins (Tummas Thomassen) • Viðgerð av innkomnum uppskotum • Limagjald fyri komandi ár • Nevndarval • Val av grannskoðara • Ymiskt Vónandi møta limirnir fjølment.

Nevndin