Børn við serligum tørvi og avbjóðingum tikin sum gíðslar

Tað er als ikki nóg gott og kann á ongan hátt góðtakast, at børn og ung við serligum tørvi og avbjóðingum skulu líða undir einum stríði, tey als einki eiga í.

Serlig skipan MÁ gerast, so hesi børn og aðrir útsettir bólkar ikki verða rakt eyka hart, tá verkføll eru.

Vit mangla fakfólk á námsfrøðiliga økinum; í barnagørðum og á serøkinum. Hesi skulu hava virðiligar sømdir at arbeiða undir, men ongantíð mugu sáttmálaósemjur raka á henda hátt, soleiðis at børn og ung uppliva at vera fyri mismuni, tí tey hava tørv á eyka stuðli og serflokka/skúla-tilboði.

Hesi børn og ung hava ikki uppiborið at verða tikin til gíðsla í nøkrum stríði, men skulu verða javnsett við onnur børn og ung og sleppa at ganga í skúla á jøvnum føti við teirra javnaldrar, hóast tey hava avbjóðingar av dragast við.

Hetta rakar ikki einans børnini og tey ungu, men eisini tey, ið varða av. Foreldur, ommur, abbar og onnur, sum standa teimum nær, eru í einari sera torførari støðu, sum frammanundan kann kennast avbjóðandi.

Vit heita tí staðiliga á partarnar, ið hava ein veruligan leiklut í ósemjuni, um at koma aftur til samráðingarborðið, soleiðis at ein varandi og haldfør loysn fyri allar partar verður funnin.