time ouutt

Alzheimerfelagið skipar fyri ráðstevnuni GLOYM MEG EI – menniskja í miðdepililin

Alzheimerfelagið skipar fyri ráðstevnuni GLOYM MEG EI – menniskja í miðdepililin, sum verður á Hotel Føroyum 31. mars og 1. apríl 2017.
Ráðstevnan tekur støði í Demensætlanina fyri Føroyar 2015 og fer at lýsa allar partar av teim sjey innsatsøkjunum í tilmælinum. Endamálið við ráðstevnuni er at lýsa Demensætlanina og at skapa forstáilsi fyri teim ymsu økjunum og týdningin av at allir partar samstarva, so at tann, sum er raktur av demens og teirra avvarðandi fáa eitt gott, trygd og virðiligt lív.
Ráðstevnan er í tveir dagar og møguleiki er at tekna seg til annan ella báðar dagarnar.

Til ber at tekna seg til ráðstevnuna við at trýsta á hesa leinku

https://alzheimer.atgongumerki.fo/info?eventId=333530 

time ouutt

Takk til Tórshavnar Kommunu

Í desember 2016 kunngjørdu vit, at Sinnisbati hevur latið Bústøðum okkara grundstykki í Berjabrekku bíliga.

Treytin fyri at lata grundstykkið bíliga var, at ein partur av íbúðunum, sum verða bygdar, verða oyramerktar til okkara málbólk. Okkara ynski, eins væl og hjá Bústøðum, var, at okkara grundstykkið skuldi leggjast saman við einum størri grundstykki í Berjabrekku, soleiðis at ein nýggjur íbúðarbýlingur kundi byggjast.

Somuleiðis var avgerandi fyri Sinnisbata, at menniskju við sálarligum avbjóðingum, skulu verða partur av einum vanligum íbúðarbýlingi. Men hetta hevði ikki borið til, um ikki Tórshavnar Býráð hóskvøldið samtykti at lata teirra grundstykki í Berjabrekku til Bústaðir, beint við grundstykkið, sum vit hava latið. Vit vilja tí takka Tórshavnar Kommunu fyri, at okkara ynski kann blíva til veruleika.

time ouutt

Loppumarknaður í Sinnisbata, 18. mars 2017

Loppumarknaður verður í Sinnisbata 18. mars kl. 10-16 í hølunum hjá felagnum, Laðabrekka 1 í Tórshavn, omanfyri handlinum Hennara, beint við Café Natúr.

Savnað verður inn til barna- og ungdómsarbeiðið hjá Sinnisbata. Í løtuni verður arbeitt við at seta eitt nýtt ráðgevingartilboð fyri ung á stovn, sum skal virka fyribyrgjandi. Kanningar vísa, at talið av børnum og ungum við sálarheilsutrupulleikum er vaksandi. Tað er sera álvarsamt og nakað vit í felag mugu taka ábyrgd av og gera nakað við. Nógv ung hava ringt við at tosa við foreldur og vinfólk um avbjóðingarnar, tey kunnu hava. Nógv ung hava trupulleikar við familju- og vinfólkum, í skúlanum, á sosialum miðlum og við ringum sjálvsáliti og sjálvsfatan. Hesar avbjóðingarnar kunnu fáa sera stórar avleiðingar fyri tey ungu, men tað kann eisini fáa stórar samfelagsligar avleiðingar.

Loppumarknaðurin er eitt av fleiri tiltøkum, har ljós verður varpað á sálarheilsuna hjá ungum fólkum, og peningur verður savnaður til at seta tilboðið á stovn,

Kom oman við lutum!

Hevur tú loppur, tú hevur hug at lata til endamálið, so ber til hjá tær at koma oman í Sinnisbata við lutum fríggjadagin 17. mars millum kl. 17-19. Vinarliga boða frá áðrenn á telefon 597913 ella á sinnisbati@sinnisbati.fo, har tú sigur frá, hvat fyri lutir, tú hevur hug at lata til endamálið.

Kaffi og køkusøla verða.

GG! Vinarliga hav við reiðan peningi! Allir pengar fara óskerdir til barna- og ungdómsarbeiðið hjá felagnum!

time ouutt

Ársfrágreiðing formansins 2017

Árið í fór hjá Sinnisbata 2016 hevur verið eitt virkið og gott ár eins og undanfarnu nógvu eftirhondini

Kronologisk gongd 2016

Vit byrja ári í januar við at hoyra Sondy á Klaksvíkar Bókasavni, har hon tosaði fyri fullum húsi, um hvussu tað var og er at liva við sálarsjúku. Haldi at býðurin Klaksvík tað kvøldi fekk rættuliga nógv ikki bert at tosa um men at hugsa yvir.

Stutta tíð eftir í mars, eru vit aftur í Klaksvík, har vit í skúlanum byrja fyrilestrarøðina við “Rebellen fra Langeland” (Ole Martin Sørensen) ið arbeiðir eftir princippinum Almindelig Sund Fornuft ( ASF) – Ole helt síðan fyrilestur í Havn, í Perluni og á Frælsinum, ávikavist ein almennan og fakligan fyrilestur – Eg havi síðan fingið mail frá manninum og hann lat heilsa øllum og takka fyri hvussu væl vit tóku ímóti honum. Hann var nógva staðir runt og vitjaði – Á herberginum hjá Frelsenshær, í Fountain Húsinum har hann var við til føðingardag.

Ole Martin er síðan blivin bókaaktuellur, fingið virðislønir og hevur í summar, havt vitjan av sjálvari Dronning Margrethe den anden . Tað so bergtakandi við hesari eldsálini er virðingin fyri borgaranum og mátin “tann professionelli er so professionellur, at han næstan er óprofessionellur”. Og tað er oftani har møti hendir ímillum, serliga tey allarsjúkastu og viðgerðan innan psykiatri.

Í August hava vit vitjan av “EN af OS” fólkunum og felagsskapinum.Vitjanin kom í lag eftir ynski frá Sondy Simonsen, sum hevði skotið hetta upp. Vitjanin var væleynda, men hevði ikki gingið so væl uttan so at Laura hjálpti til í fyrireikingini. EN AF OS fólkini vóru eini 7 -8 fólk tilsamans.

Sondy hevur síðan fingið “SIND prísin” har grundgevingin m.a. var at hon hevði verið við til at varpa ljós á sálarsjúku í FO, at hon er opin og miðlandi um at tað væl ber til at fáa tað betur sum sálarsjúkur, eisini við egnari hjálp.

http://www.tv2fyn.dk/ugens-gaester/fynsk-foredragsholder-vinder-sind-prisen

So eru vit framm í Oktober har árligi Psykiatridagurin bleiv hildin 11.10, og ikki 10.10 vegna landsdystin 10.10. Psykiatridagurin hevði tema í 2016 um hvussu tónleikur ávirkar sálarheilsuna. Sanne Storm og lærari hennara Inge Nygaard Pedersen (sum er stovnarin av musikterapeutútbúgvingini í DK) vitjaði okkum – Fakligur fyrilestur um dagin og almennur fyrilestur í Reinsaríðnum. Men okkara fólk hjálptu eisini til Røkkvi bergtók við sínari rødd, og ikki minni Morgunkóri sum eisini sang til tiltakið.

Sinnisbati helt eykaðalfund í heyst, har fleiri nýggj andlit komu við í nevndina. M.a. Olga og Anna, sum fóru beint í gongd, og løgdu fram í Dec. Har Sinnisbati var boðið við til átak 7.12., sum felagið Bituff skipaði fyri, um sálarheilsu, í LØKSHØLL.

https://www.youtube.com/watch?v=n440LD_OKTM&feature=youtu.be       Olga

https://www.youtube.com/watch?v=GpvWo8HDzPE&feature=youtu.be Anna

Í heyst, umleið sept. Okt. stóð greitt at Sinnisbati bleiv ríkað við arvi frá Nannu Skálu, sálu, ið doyði í august 2016, sum hevði testamenterað húsini á Dalavegnum 8a til arbeiði við sálarsjúkum. Hetta er fantastiskt, at so er borið í bandi, og at gleðast um og vit gleða okkum í samstarvi við Sólstræti at fara undir at arbeiða í húsunum.

Besta jólagávan vit kundu fáa var við jóltíðir, 2016, tá ið tað stóð heilt greitt at nú var alvor í samstarvinum ímillum Bústaðir og Sinnisbata. Hetta hevði verið ein lang gongd, sum endaði við at vit í Sinnisbata býtti um við Bústaðir, soleiðis at skilja at tey fingu grundina hjá Sinnisbata, sum lá í Berjabrekku, móti at vit, tá ið byggjaríði hjá Bústøðum er liðugt har, verða 12 íbúðir “oyramerktar” til fólk við sálarsjúku, sum kunnu búgva sjálvi. Bústaðir eigur bygningarnar, og Almannaverkið visiterar hvør leigar íbúðirnar.

Arbeiði annars hjá Sinnisbata

Umframt hesa kronologisku gongd, hevur Sinnisbati eisini megna av álvara at fáa avvarðandiarbeiði sett á skinnarar, og liggur hetta í einari rímuliga fastari legu nú og er hetta gleðiligt og eitt ordans frambrot í at betra um korðini hjá teimum avvarðandi.

Serliga hevur avvarðandiarbeiði fyri børn vakt ans og fekk “Time Out” átakið mikið uppmerksemi í fjølmiðlunum

http://kvf.fo/netvarp/uv/2016/08/10/dalet-export-1071341

Í 2016 hevur verið arbeitt við at kanna møguleikarnar fyri at fáa eitt ráðgevingartilboð til ung í Føroyum, og er hetta rættuliga áleiðis. Laura og undirritaða vóru á Psykiatritoppfundi í KBH í september, har vit tosaðu við fólkini aftanfyri headspace konseptinum niðri, og Laura hevur síðan verið aftur í DK og tosa við fólkini har. Haldi hon veit meira um smálutirnar í hesum, enn forkvinnan. Eg vil virkuliga ynska fyri okkum í Sinnisbata og ikki minnst fyri øll tey ungu sum vit vita baksa við sálarheilsu trupulleikar at fyribyrgjandi ráðgevingartilboð kemur at veita teimum linna, og ikki minnst kann fyribyrgja at tey gerast meira ússalig enn neyðugt.

Sinnisbati hevur havt kunningarherferðina “tað er OK ikki at vera OK” sum vakti stóran ans og fleiri fólk hava hetta logo framvegis á teirra FB-vangamynd. Hetta átak sum hevði til endamáls at økja um opinleikan og at niðurlaga tabu um sálarsjúku hevur havt sína ávirkan til tað betra

https://kvf.fo/gmf?sid=60690

Tað er OK ikki at vera OK

Vegna hesi átøk, serliga kunning á heimasíðuni, at vit leggja nógv á FB vangan o.s.v. hevur við sær at fjølmiðlarnir fáa við hvat vit í Sinnisbata hava upp á hjarta og eri eg rættuliga takksom fyri at so er. T.d. er eitt brot heilt aftur frá 2014 niðanfyri, har Regin og Magni tosa um renning   http://kvf.fo/netvarp/uv/2014/11/27/renningin-hevur-bjarga-mr

At sleppa í Miðlarnar er styttsti og effektivasti vegur at náa út við “góða boðskapinum” So takk til KVF og tíðindabløð okkara fyri vælvild í hesum sambandi.

Fíggjarstøðan hjá Sinnisbata hevur ikki verið betri í mong ár enn nú. Serliga hevur gjørt mun at vit frá Almannaráðnum hava fingið hækka játtan okkara frá 200 túsund til 400 túsund árliga – Hetta gevur okkum møguleika at seta fólk nakrar tímar at arbeiða fulla tíð við øllum hjá okkara vælvirkandi áhugafelagsskapi. Serliga hevur Eyðgunn Samuelsen, havt ein fingur við í spælinum her og vita vit at hon hevur serliga fokus á sálarheilsuna, eins væl og Sirið Stenberg, sum júst hevur sett ein arbeiðsbólk at endurskoða psykiatriina í FO.

Annar almennur stovnur, sum vit eisini njóta stóra vælvild frá er Tórshavnar Kommuna, sum aftur og aftur hevur veitt okkum ókeypis hølir, til okkara stóru arrangementir.

Her eru ikki øll nevnd við navni í hesari ársfrágreiðing, sum gera eitt stórt arbeiði í nevndini. Allir innsatsirnir tilsamans í hesari nevndini, hava og fara at lyfta Sinnisbata fram, til frama fyri okkara málbólk. So takk til tykkum øll fyri tykkara hugagóðheit og virkisfýsni.

Eg fari at enda hesa drúgvu ársfrágreiðing fyri 2016. Um eina løtu fara vit til nevndarval og skal eg siga frá at eg ikki stilli upp aftur, men fari at lata forkvinnusessin til annað valevni. Eg havi tað luksus problem at eg havi “ov nógv jørn í eldinum”, og má raðfesta og skera niður onkra staðir, og hesaferð verður tað mín forkvinnuleiklutur í Sinnisbata, sum verður tikin út mínum arbeiðslívi beint nú. Eg vil takka fyri tíðini, sum forkvinna í gott 4 ár, har eg havi samstarva við tykkum í nevndini og øll hini sum eru komin og farin á mínum veg í samband við Sinnisbata. Hetta hevur verið gevandi og mennandi fyri meg sum persón, og haldi at eg er blivin eitt meira eymjúkt fólk av hesum.

Hetta søgdu vit í nevndini 06.03.2013

”Eitt av málunum hjá nýggju nevndini er at gera felagið meira sjónligt

og at økja um limatalið. Eitt annað mál, sum nýggja nevndin hevur sett sær er at halda reglulig átøk, har fyrilestrar vera hildnir við kuning um ymisk viðkomandi viðurskiftir, eitt nú: almenn kunning um sálarlig fyribrigdi, fyribyrgjandi og sálarheilsufremjandi arbeiði, niðurlaðing av tabu og stigma um at vera sálarliga sjúkur,rehabilitering og recovery.”

Haldi vit saman hava gjørt tað so gott vit kundu, og haldi áfram við góða arbeiðinum og ansa mær væl eftir Sinnisbata, og fokuseri hvønn dag á kjarnuuppgávuna og hvat heimildar Sinnisbata, at arbeiða fyri kor teirra sum stríðast við sálarheislutrupulleikar.

Takk fyri!

Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata, februar 2013 – mars 2017.

Súsanna Olsen við gávu frá Sinnisbata.

 

 

time ouutt

Sinnisbati fingið nýggja nevnd og forkvinnu

 

Leygardagin 4. mars var árligi aðalfundurin hjá felagnum Sinnisbati, áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Forkvinna Súsanna Olsen helt eina formansrøðu, har hon millum annað legði dent á arbeiðið við eini heildarætlan fyri psykiatriska økið, ið er tiltrongd. Harumframt nevndi hon, at Sinnisbati seinastu árini hevur ment seg nógv, og er í dag ein sjónligur áhugafelagsskapur við nógvum virksemi.

Sinnisbati hevur arbeitt nógv við avvarðandi arbeiði, við sjálvhjálparbólkum bæði til vaksin, børn og ung, eisini rópt ”Time Out”. Hetta er eitt økið felagið framvegis fer at arbeiða fyri, tí tað hevur víst seg at vera sera gevandi. Sinnisbati fer framvegis at arbeiða fyri, at betra um støðuna hjá avvarðandi.

Súsanna Olsen kom eisini inn á, at Sinnisbati í løtuni arbeiðir við at byrja eitt nýtt ráðgevingartilboð til ung, sum skal virka fyribyrgjandi. Tíverri síggja vit í kanningum, eins og í arbeiðinum hjá Sinnisbata, at talið av ungum við sálarheilsu trupulleikum er vaksandi. Trýstið er stórt, og ung hava alt fleiri avbjóðingar innan fleiri øki. Tað kann vera trupult at tosa við foreldur og vinir um hesar avbjóðingarnar, og tí er tað gott at hava eitt stað, har onkur altíð er at tosa við.

Súsanna Olsen endaði við, at boða frá, at hon takkar fyri seg sum forkvinna í felagnum. Súsanna hevur verið forkvinna í Sinnisbata í fýra ár, har hon hevur staðið á odda fyri at fáa gjørt Sinnisbata til eitt sjónligt felag, ið verður tikið við uppá ráð. Felagið takkaði Súsonnu fyri sítt stóra og góða arbeiði, við at geva henni eina gávukurv og ein grafiskan málning.

Røðan hjá Súsonnu Olsen kann lesast á heimasíðu felagsins.

Nýggj nevnd bleiv vald, og hevur skipað seg soljóðandi:

Róa Midjord: Forkvinna

Marjun J. Hentze: næstforkvinna

Jana Mortensen: Skrivari

Tummas Tomassen: Kassameistari

Anna Nolsøe Joensen: Nevndarlimur

Olga Maria undir Skarði: Nevndarlimur

Súsanna Olsen: Nevndarlimur

Tiltakslimir í felagnum gjørdust: Vanja S. R. Davidsen, Margreta Poulsen og Regin Jóanesarson.

Laura Apol stillaði ikki uppaftur. Hon er sett í starv sum samskipari hjá felagnum í nakrar tímar um vikuna, til millum annað at fáa ráðgevingartilboðið upp at standa. Harumframt skal hon taka sær av samskiftisuppgávum, samskipa tiltøk og taka sær av skrivstovuuppgávum.

Á myndini síggjast frá vinstru: Marjun J. Hentze, Vanja S. Davidesen, Regin Jóanesarson, Róa Midjord, Jana Mortensen, Margretha Poulsen, Súsanna Olsen, Tummas Thomassen, Anna Nólsøe Joesen og Olga Maria undir Skarði.