Í desember 2016 kunngjørdu vit, at Sinnisbati hevur latið Bústøðum okkara grundstykki í Berjabrekku bíliga.
Treytin fyri at lata grundstykkið bíliga var, at ein partur av íbúðunum, sum verða bygdar, verða oyramerktar til okkara málbólk. Okkara ynski, eins væl og hjá Bústøðum, var, at okkara grundstykkið skuldi leggjast saman við einum størri grundstykki í Berjabrekku, soleiðis at ein nýggjur íbúðarbýlingur kundi byggjast.
Somuleiðis var avgerandi fyri Sinnisbata, at menniskju við sálarligum avbjóðingum, skulu verða partur av einum vanligum íbúðarbýlingi. Men hetta hevði ikki borið til, um ikki Tórshavnar Býráð hóskvøldið samtykti at lata teirra grundstykki í Berjabrekku til Bústaðir, beint við grundstykkið, sum vit hava latið. Vit vilja tí takka Tórshavnar Kommunu fyri, at okkara ynski kann blíva til veruleika.