time ouutt

Úr hjálparloysi til handling – saman standa vit sterk

Í hesum døgum verður skrivað um, at vit hava nógv ung fólk, ið stríðast við sálarligar trupulleikar og rúsevnis trupulleikar.

Vit í Sinnisbata vilja staðiliga heita á politisku myndugleikarnar, at taka tað í størsta álvara, at vit hava ung fólk, sum onkursvegna ikki klára at fóta sær uttan hjálp.

Marginaliseraðir ungdómar, tað vil siga ung, ið t.d. bæði hava sosialar trupulleikar, sálarligar avbjóðingar, rúsdrekka/rúsevnismisnýtslu og eisini eru vorðin heimleys, hava oftast tørv á hjálp frá fleiri pørtum.

Vit í Sinnisbata halda tí, sum Jan Poulsen, vakthavandi á politistøðini, var inni á í gjárkvøldið, at samstarv er vegurin fram.

At hesi ungu gerast ein kastibløka millum løgreglu, psykiatriska depilin, misnýtslu viðgerðarstøð, tilboð frá Almannaverkinum og øðrum, ger at øll royna sítt besta í hvør sínum lagi, og at heildarviðgerð gerst nærum ógjørlig.

Vit mæla til at ein arbeiðsbólkur ella netverk verður sett á  stovn, fyri hvønn ungan borgara, ið tørvar hjálp. Nakað sum við “góðu tilgongdini”, ið verður bjóðað familjum við børnum, sum hava Autismu.

Vit í Sinnisbata meta, at tað er umráðandi, at inndraga familjuna og saman virka fyri, at okkara ungu fáa ta hjálp teimum tørvar.

Róa Midjord
Forkvinna í Sinnisbata

time ouutt

Sinnisbati 35 ár í dag

Í dag, 24. mai 2017, eru 35 ár liðin síðani Sinnisbati, áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra, bleiv sett á stovn. Í tí sambandi vilja vit nýta høvið til at vísa á ein part av søgu felagsins. 6. juni 2002, í sambandi við at Sinnisbati fylti 20 ár, var ein grein um Sinnisbata, sum Føroya Fiskimannafelag gav út í blaðnum FFBlaðið, Blað Verka- og Veiðimanna. Tað var ein góð og lýsandi grein, sum eisini greiddi frá hátíðarhaldi, ið var hildið tá. Tú kanst lesa greinina niðanfyri:

Tann 24. mai vóru 20 ár liðin síðan felagið Sinnisbati varð sett á stovn. Hetta er, sum navnið sigur, felagið, sum skal arbeiða fyri at bøta um viðurskiftini hjá teimum sinnisbrekaðu. Dagurin varð hildin við “maner” leygardagin tann 25. mai.

Seinnapartin var ein samkoma í Norðurlandahúsinum, har tveir íslendskir gestir greiddu frá royndum í Íslandi við sálarrøkt. Annar var Heðinn Unnsteinsson, sálarfrøðingur, sum er leiðari fyri “verk- ætlanini til sálarliga heilsu”. Heðinn er fyrrverandi tunglyndissjúklingur, sum sjálvur kennir til trupulleikarnar við at hava sálarligt brek. Hin var Ebba Ásmundsdóttir, sum hugleiddi um sálarliga heilsu. Bæði sluppu sera væl burtur úr teirra framløgum. Annars skipaði Maria Andersen saman við dóttrini Lenu og manni hennara Niclas fyri undirhaldinum, og setti hetta sín serliga dám á. Um kvøldið var samkoma á Hotel Hafnia, hagar tey, sum á einhvønn hátt høvdu dugnað felagnum hesi farni 20 árini, vórðu boðin. Her greiddi Katrin Dahl,sum var ein av teimum, sum vóru við til at stovna Sinnisbata, frá, hvussu hetta tiltakið kom í lag.

Karin Margretha Joensen Næs var eldsálin aftanfyri stovnanina av Sinnisbata, men hon doyði alt ov ung.

Her legði hon serligan dent á tann týdning, sum Karin Margretha Joensen Næs hevði havt fyri Sinnisbata,og greiddi hon m.a. soleiðis frá: Karin Margretha Í samband við at vit halda stovningardag fyri Sinnisbata, er tað natúrligt, at vit minnast Karin Margretu Joensen Næs. Tað var hon, sum tók stig til at stovna felagið. Eitt kvøldið, eg var á vakt á Deild 2, ringdi Karin Margreta. Hon spurdi um eg vildi vera við til at stovna felag við tí endamáli at bøta um viðurskiftini hjá teimum sinnissjúku. Eftir umhugsan játtaði eg, av tí at eg helt, at hevði hon orku til slíkt arbeiði,kundi eg ikki annað enn stuðla tí. Kanska var tað eitt gott útgangspunkt. Karin Margreta kendi sostatt til hesa her viligu sjúku út frá egnum royndum, og eg hevði ta fakligu ekspertisu frá mínum arbeiði. Vit tosaðu við Berlinu Hentze, og var hon til dystin fús at vera við. Karin Margreta gjørdi endamálsorðing, lógaruppskot, og vit kallaðu saman til stovnandi aðalfund.

Nógv fólk møttu til fundar, nógv fleiri enn vit høvdu væntað. Tað gleðiliga var, at fleiri frá statshospitalinum eisini møttu upp. Millum onnur var Árni Olsen sáli. Nevnd bleiv vald, felagið fekk navn, og tað var Hans Birgir Hansen (Bigge), sum hevði uppskot um at felagið skuldi eita Sinnisbati. Næsta tak var at skaffa pening, fyri at hava nakað at arbeiða við. Vit gjørdu bingo, sjálvt um eingin av okkum kendi nakað til hettar, sum var rættiliga nýtt tá, og væl bar til.Vit fingu fitt av peningi, og ógvuliga góðan stuðul frá fólki. Felagið fekk ikki so lítið á skafti. Tað fekk gjøgnumbrot á fleiri økjum, so sum at keypa hús á Sólteigi til vardan bústað til fólk, sum høvdu verið innløgd í longri tíð, og sum sostatt kundu royndarútskrivast.

Felagið fekk gjørt eina byrjan til distriktpsykiatri, sum slett ikki var í Føroyum tá. Skipað bleiv fyri pallborðsfundi, sum bleiv sjón- og útvarpaður, og mangt annað. Alt hettar eigur Karin Margreta størstu tøkkina uppiborna fyri. Hon fekk tað mest ómøguliga til at gerast møguligt. Tað, sum hon fór í holt við, fekk hon gjøgnumført. Hon hevði eina eldsál, sum brendi fyri, at bøta um umstøðurnar hjá øllum brekaðum í Føroyum. MBF, meginfelag teirra brekaðu, hevur ómetaliga nógv at takka Karin Margretu fyri. Hóast trupulleikar í egnari familju, so hevði hon altíð yvirskot til at hjálpa øðrum eisini. Og so hevði hon eitt sinnalag og humor av Guds náði. Tá trupulleikarnir vóru størst, plagdi hon at siga – gloym hettar eina løtu – og so fann hon uppá okkurt heilt annað at taka sær til. Mangar stuttligar løtur minnast vit hana fyri. Sinnisbati hevur havt stóran týdning Tað vóru eisini fleiri onnur, sum høvdu orðið og víst varð á, hvussu stóran týdning Sinnisbati hevði havt.

Felagið kann sigast at hava tvinnar høvuðsuppgávur. Onnur er at fáa játtan og orku til at bøta um viðurskiftini hjá teimum sinnisveiku. Hin er at virka fyri, at tað skal verða roknað fyri at vera eins náttúrligt at vera sjúkur í sinninum, sum at hava eina vanliga likamliga sjúku. Tað er sjálvsagt rættiliga ringt at máta, hvussu tað gongur við hesi seinni uppgávuni,men tað gongur í hvussu er rætta vegin. Viðvíkjandi teirri fyrru, so er rættiliga nógv hent, ikki minst seinastu tíðina.

Eitt, sum hevur stóran týdning, er, at tað er komið eitt álit um heildarpsykoatri, so nú hava politikkararnir fingið eina nágreiniliga kós at sigla eftir, og er uppgávan hjá Sinnisbata at halda teimum til. Eitt stórmál er eisini, at tað júst nú er settur ein psykoatriskur samskipari, so tey sálarliga sjúku nú vita hvagar tey kunnu venda sær um tað er eitthvørt áfatt. Tað er eisini nakað við at henda í royndunum at loysa íbúðartørvin hjá teimum sinnisveiku og verður eitt sambýli nú bygt.Tað skal tó sigast, at her er langt á mál, og tað er rættiliga avgerandi eisini at fáa slík sambýli úti um landið. 

time ouutt

Danni Elmo: Væleydnaður í ruðuleika og við fullari ferð í frígear

“Væleydnaður í ruðuleika og við fullari ferð í frígear” er ein frágreiðing um eitt lív á tromini, við ADHD sum trúføstum fylgisveini, bæði  í góðum og í illum.

Ein tónleikaligur fyrilestur, har Danni Elmo, við  gittara, tekur teg við á eina fangandi ferð, við forteljingum og sangum, ið Danni sjálvur hevur upplivað og skrivað.

Danni Elmo, sum í dag er 30 ára gamal, hevur verið heimansettur á ymiskum stovnum síðani  hann var 9 ára gamal, tá foreldur hansara ikki longur megnaðu at hava hann búgvandi hjá sær. Alt lívið hevur hann havt trupult við at stýra sínum impulsum og við at savna seg og longu sum 4 ára gamal fekk hann staðfest ADHD. Hann hevur verið fyri kynsligan ágangi og  sálarligum  umsorgaranarsvíki. Hann hevur verið misnýtari av ymsikum euforiserandi evnum og hevur megnað at komið burturúr misnýtsluni – fyri síðan aftur at blíva misbrúkari aftur seinni. Hann hevur luttikið í Melodi Grand Prix við góðum úrsliti, fyri síðan at søkka niður í  tunglyndi, tá veitslan var av. Hann hevur livað góða lívið við damu, barni og húsi, men misti alt og endaði sum heimleysur í einum kjallara.

Í dag er hevur Danni stýr upp á tilveruna og tær avbjóðingar sum lívið býðir honum. Hann veit hvat hann vil, og heldur fast við sín rætt at liva eitt gott lív. Hann hevur yvirskot til at greiða frá síni søgu, í tí vón at hann kann hjálpa øðrum, sum eru í  líknandi støðu, og fremja innlit og skilsemi fyri avvarðandi. Tað ger hann við nærveru og kenslusemi sum fær tárini fram. Við undrunarsamum dirvi og imponerandi styrki. Við sjarmu og humori, sum hitar. Við eini stórari gleði um at vera pápi, tónleikari, eitt menniskja sum tú og eg, umframt at verða talurør fyri útsettum børnum og ungum. Fyrilesturin bjóðar til opinleika og at til ber at seta seg inn í hvussu tað er at vera sálarliga viðkvæmur og hava sosialar avbjóðingar. Fyrilesturin gevur djúpt innlit og elvir til umhugsni í mun til tað, sum Danni hevur verið ígjøgnum, og tað, sum hevur hjálpt honum. Hansara søga gevur eitt sjáldsama húðleyst erligt innlit í lívið hjá einum ungum menniskja, sum hevur yvirlivað í stríðum mótstreymi.

Søgan gevur tær, ið sjálv/ur stríðist,  dirvi –  eisini tær, sum elskar ein, ið stríðist. Søgan er viðkomandi hjá øllum, ið hava áhuga innan sosiala og sálarliga økið. Hon motiverar eldsálir og serfrøðingar til at økja um nærveruna og forvitni í samveruni við tey, ið stríðast. Ikki minst gevur søgan íblástur til at leggja størri dent á fyribyrging

Fyrilesturin kemur eitt nú inn á:

  • Misnýtslu
  • Viðgerð
  • Sálarfrøði
  • Mentorskipan
  • ADHD
  • Stovnar
  • Tónleik
  • Tað at eydnast
  • Tól
  • Impulsir
  • Kost og motión
  • At liva við einum sum hevur ADHD ella er sálarliga viðkvæmur
  • Spyrjirundu

 

time ouutt

Sinnisbati 35 ár: Stuðulskonsert 27. mai kl. 20-00

Um kvøldið 27. mai frá kl 20.00 – 00.00 verður ein stuðulskonsert við fleiri ymiskum tónleikarum og tónleikabólkum í Reinsaríðnum. Innkomni stuðulin frá sølu av atgongumerkjum og drekkivørum fer óskerdur til barna- og ungdómsarbeiðið hjá felagnum, sum í løtuni arbeiðir við at seta á stovn eitt nýtt ráðgevingartilboð, ið skal vera við til at fyribyrgja sálarheilsutrupulleikum hjá ungum. Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar. Til ber eisini at stuðla átakinum gjøgnum eina SMS-skipan og við at tekna seg sum lim í felagnum á heimasíðuni.

Tónleikararnir ið koma at spæla eru: Høgni Reistrup, Martin Joensen, Ragnar Finsson, Sámal Ravnsfjall, Benjamin Petersen, Mike, Jens Marni Hansen, PunJab, Rebekka Petersen, Signar í Homrum, Greta Svabo Bech og Danni Elmo. Niels Uni Dam verður vertur.

Tak niður plakatina her: Plakat_stuðulskonsert_27mai

time ouutt

Sinnisbati fyllir 35 ár

24. mai í ár eru 35 ár liðin síðani Sinnisbati, áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra, bleiv sett á stovn. Í tí sambandi vil felagið bjóða øllum við til at hátíðarhalda hendan serliga dagin við eini ordans føðingardagsveitslu undir heitinum ”Vón” við eini spennandi og fjølbroyttari skrá.

Hátíðarhaldið verður um dagin hildið í Perluni í Tórshavn 27. mai kl. 13.00 – 16.30. Dagurin verður hátíðarhildin við røðum, fyrilestrum, framløgum og tónleiki.

Sinnisbati føðingardagshald 27. mai 2017

Perlan, Tórsgøta, Tórshavn 

13:00 Róa Midjord, forkvinna bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð um dagin
13:10 Marianna Nagata spælir tvey løg
13:20 Lítil filmur um hvussu fólk fata sálarsjúku í Føroyum (tos við fólk á gøtuni)
13:30 Landsstýriskvinnan í Mentamálum, Rigmor Dam, sigur nøkur orð
13:40 Heilsan frá Tórmóði Storá, frá Psykiatriska Deplinum
13:50 Steðgur
14:00 Fyrilestur og tónleikur við Danni Elmo “Succes i kaos & fuld gas i frigear”
15:00 Steðgur
15:10 Fyrilestur: “Tilveran hjá børnum, sum hava foreldur við varðandi sálarsjúku” – Kristina Dam greiðir frá sínari gransking
15:50 At verða avvarðandi foreldur – Elsebeth Gerðisá
16:00 Benjamin Rajani spælir tvey løg
16:10 Sofaprát um søgu felagsins og hvar vit eru í dag í samfelagnum, í mun til at bøta um støðuna hjá fólki við sálarsjúku
16:30 Takk fyri í dag

Um kvøldið sama dato frá kl 20.00-00.00, verður ein stuðulskonsert við fleiri ymiskum tónleikarum og tónleikabólkum í Reinsaríðnum. Innkomni stuðulin frá sølu av atgongusmerkjum og drekkivørum fer óskerdur til barna- og ungdómsarbeiðið hjá felagnum, sum í løtuni arbeiðir við at seta á stovn eitt nýtt ráðgevingartilboð, sum skal verða við til at fyribyrgja sálarheilsu-trupulleikum hjá ungum. Har ert tú somuleiðis vælkomin!

Tónleikararnir ið koma at spæla eru: Høgni Reistrup, Martin Joensen, Ragnar Finnson, Sámal Ravnsfjall, Benjamin Petersen, Mike, Jens Marni Hansen, PunJab, Rebekka Petersen, Signar í Homrum, Greta Svabo Bech og Danni Elmo​. Niels Uni Dam verður vertur. Sí meira her.

 

Tak niður plakatir her:

Plakat_stuðulskonsert_27mai