24. mai í ár eru 35 ár liðin síðani Sinnisbati, áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra, bleiv sett á stovn. Í tí sambandi vil felagið bjóða øllum við til at hátíðarhalda hendan serliga dagin við eini ordans føðingardagsveitslu undir heitinum ”Vón” við eini spennandi og fjølbroyttari skrá.
Hátíðarhaldið verður um dagin hildið í Perluni í Tórshavn 27. mai kl. 13.00 – 16.30. Dagurin verður hátíðarhildin við røðum, fyrilestrum, framløgum og tónleiki.
Sinnisbati føðingardagshald 27. mai 2017
Perlan, Tórsgøta, Tórshavn
13:00 | Róa Midjord, forkvinna bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð um dagin |
13:10 | Marianna Nagata spælir tvey løg |
13:20 | Lítil filmur um hvussu fólk fata sálarsjúku í Føroyum (tos við fólk á gøtuni) |
13:30 | Landsstýriskvinnan í Mentamálum, Rigmor Dam, sigur nøkur orð |
13:40 | Heilsan frá Tórmóði Storá, frá Psykiatriska Deplinum |
13:50 | Steðgur |
14:00 | Fyrilestur og tónleikur við Danni Elmo “Succes i kaos & fuld gas i frigear” |
15:00 | Steðgur |
15:10 | Fyrilestur: “Tilveran hjá børnum, sum hava foreldur við varðandi sálarsjúku” – Kristina Dam greiðir frá sínari gransking |
15:50 | At verða avvarðandi foreldur – Elsebeth Gerðisá |
16:00 | Benjamin Rajani spælir tvey løg |
16:10 | Sofaprát um søgu felagsins og hvar vit eru í dag í samfelagnum, í mun til at bøta um støðuna hjá fólki við sálarsjúku |
16:30 | Takk fyri í dag |
Um kvøldið sama dato frá kl 20.00-00.00, verður ein stuðulskonsert við fleiri ymiskum tónleikarum og tónleikabólkum í Reinsaríðnum. Innkomni stuðulin frá sølu av atgongusmerkjum og drekkivørum fer óskerdur til barna- og ungdómsarbeiðið hjá felagnum, sum í løtuni arbeiðir við at seta á stovn eitt nýtt ráðgevingartilboð, sum skal verða við til at fyribyrgja sálarheilsu-trupulleikum hjá ungum. Har ert tú somuleiðis vælkomin!
Tónleikararnir ið koma at spæla eru: Høgni Reistrup, Martin Joensen, Ragnar Finnson, Sámal Ravnsfjall, Benjamin Petersen, Mike, Jens Marni Hansen, PunJab, Rebekka Petersen, Signar í Homrum, Greta Svabo Bech og Danni Elmo. Niels Uni Dam verður vertur. Sí meira her.
Tak niður plakatir her: