time ouutt

Time Out bólkur til børn og ung, ið eru avvarðandi

Er tú avvarðandi at nøkrum við sálarsjúku og ert tú millum 10 og 18 ár? Hevur tú hug at vera í bólki, har vit hava tað stuttligt og hugna okkum? Hevur tú hug at hava eitt stað, at tosa við onnur í líknandi støðu, saman við stuðlandi fakfólkum? Tað er ikki altíð lætt at vera barn ella systkin hjá einum, ið hevur sálarsjúku og tað vilja vit gera nakað við.

Time Out er eitt bólka tilboð til børn og ung, ið eru avvarðandi at fólki, ið hava sálarsjúku. Time Out er eitt hvíldarrúm.

Tilboðið eitur Time Out, tí hetta er staðið, har børn og ung kunnu siga “time out” frá gerandisdegnum og slappa av, tosa um sjúkuna, ið tann, ið barnið ella tann ungi er avvarðandi at hevur, ella deila møguligar royndir í felagsskapi við fólki, ið vita júst hvussu tey kunnu hava tað. Har er pláss fyri, at siga tað ein hevur brúk fyri, og at hava tær kenslur, sum ein hevur.

Avvarðandibólkar hjá sinnisbata eru bólkar, har umleið 6-10 í bólki møtast. Tilboðið er ikki viðgerðartilboð. Bólkarnir verða stuðlaðir av tveimum fakfólkum við serkunnleika innan økið. Luttakarar og fakfólk eru áløgd tagnarskyldu.

Luttakarar verða settir saman eftir aldri. Bólkarnir møtast 8 ferðir, frá kl. 16-18 í hølunum hjá Sinnisbata. Tilmeldan er á heimasíðuni hjá Sinnisbata, kostar 300 kr,- og er bindandi. Til ber at seta seg á bíðilista. Freistin at melda til er 1. august 2017.

Bólkarnir hittast 5. september, 12. september, 19. september, 26. september, 3. oktober, 10. oktober, 17. oktober og 24. oktober. GG: í heystferiuni verður eingin bólkur.

Les meira og melda til her

time ouutt

Psykiatriski depilin MÁ raðfestast munandi hægri

Mynd: Landssjúkrahúsið – ls.fo

Tað er gott, at avvarðandi myndugleikar tykjast, at taka átaluna frá Løgtingsins umboðsmanni til umstøðurnar á Psykiatriska deplinum í álvara. Tó at vit ikki kenna allar smálutir í hesum málinum, so undirbyggir frágreiðingin og átalan, at Psykiatriski Depilin hevur brúk fyri eini munandi hægri raðfesting, um ein skal sleppa undan avmakt og átaluverdum umstøðum.

Serliga hava vit bitið merki í støðuna um tvingsil í 43 samdøgur, at barnarættindini ikki verða vird, tá ið ungdómur undir 18 ár verður innlagdur, og at sjúkrafráveran millum starvsfólkini er høg. Uttan at fara í smálutir, vóna vit at Psykiatriski depilin áhaldandi tekur hesa frágreiðing frá Umboðsmanninum í størsta álvara og ger alt fyri, at hetta verður tikið hond um.

At brúka tvang í 43 samanhangandi døgn, sigur okkum so mikið, at talan er um avmakt, so ella so. Lógin heimilar tvingsul, og í einstøkum førum verjir hetta bæði borgaran og starvsfólk, ið eru um viðkomandi psykiatriska sjúkling, men alt við máta. Um so er at viðgerð til eitt fólk er so umfatandi, og krevur so nógv av umstøðunum, at hon ikki verður framd, ella kann fremjast, og alternativið er at leggja viðkomandi í belti 43 døgn á rað, má ein umhugsa, um vit skulu senda viðkomandi til eitt stað har hendan viðgerðin kann fara fram.

Vit senda áhaldandi sjúklingar til viðgerð uttanlands, ið hava aðrar avbjóðingar, og hetta kundi verið eitt dømi um, at ein psykiatriskur sjúklingur eisini skal hava hendan møguleikan.

Vit í Sinnisbata vóna at avvarðandi politiski myndugleiki av álvara ressast og tekur støðuna til eftirtektar. Starvsfólkini á psyskiatriska deplinum, arbeiða undir sera átaluverdum kørmum, og hava gjørt tað í áravís. Mest sannlíkt er ein orsøk til at starvsfólk enda í eini støðu, at ein sjúklingur má leggjast í belti, at alt ov fáir møguleikar eru fyri at skerma sjúkling, sum er harðligur, ella hóttandi. Karmarnir Psykiatriski depilin arbeiðir undir, eru út av lagið ótíðarhóskandi og samsvara als ikki til karmar kring nútímans psykiatri, eins og arbeiðsorkan er ov lítil.

Sinnisbati gleðist um at tað gongur framá við bygging av nýggjum psykiatriskum depli í Álageri, men tað er ikki løtuverk at byggja slíkan, og gevur ikki størri arbeiðsorku. Ímeðan vit bíða má hond takast um støðuna, so at starvsfólk og leiðsla á Psykiatriska deplinum fáa arbeitt, uttan at enda í støðum har fólk verða tvangsfikserað í alt for langa tíð, so at innløgd børn kunnu fáa hjálp í okkara psykiatri undir virðiligum kørmum, og so at starvsfólkini ikki slíta seg sjálvan upp.