time ouutt

“Tá mamma verður ør” – bókaframløgu í Reinsarínum, Orð og Tónar

15. februar gevur Sprotin eina nýggja barnabók út, sum Laura Apol, aðalskrivari í Sinnisbata, hevur skrivað. Bókin snýr seg um at vera barn hjá einum foreldri við sinnis- og sálarsjúku. Tað skuldi, eftir tí sum sagt verður, verið fyrsta bókin av sínum slagi, sum er skrivað á føroyskum. Hon er ætlað børnum í barnagarðsaldri og yngstu flokkunum í fólkaskúlanum.

Bókin er somuleiðis skrivað sum eitt amboð hjá vaksnum at tosa við børn um hetta evnið, sum hjá nógvum tykist at vera torført at práta um og seta orð á. Bókin kann geva lesarunum fleiri orð at seta á tað at hava eina sinnissjúku, og hvussu tað kann kennast at vera avvarðandi.

Laura Apol er sjálv uppvaksin við eini mammu, sum var rættiliga illa fyri sinnisliga, og tí var tað natúrligt hjá henni at skriva eina barnabók um evnið. Hon vildi sjálv ynskt, at har var slíkt tilfar ætlað børnum og vaksum, tá hon var barn, tí eingin hjálpti við at seta orð á støðuna hjá henni og mammuni.

Bókin “Tá mamma verður ør”, kemur í bókahandlar kring landið frá 15. februar, og bókaframløga verður í Reinsarínum um kvøldið kl. 20, har Sprotin skipar fyri tiltakinum Orð og tónar.

Alt yvirskotið av søluni av bókini fer óskert til avvarðandiarbeiðið við børnum og ungum hjá Sinnisbata.

time ouutt

Aðalfundur í Sinnisbata og spennandi fyrilestur um tvingsul í psykiatriini

Við hesum verður kallað inn til árliga aðalfundin hjá Sinnisbata, mikudagin tann 21. februar 2018 kl. 19. Fundurin verður í hølum felagsins, Laðabrekka 1 í Tórshavn.

Dagsskrá sambært viðtøkum felagsins:

Aðalfundurin viðger hesi mál:

Val av orðstýrara

Ársfrágreiðing formansins

Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins

Møguligar lógarbroytingar

Limagjald fyri komandi ár

Nevndarval

Val av grannskoðara

Ymiskt

Umframt vanligu dagskránna, verður spennandi fyrilestur um tvingsil í psykiatriini v/ Tórmórði Stórá.

 

Hevur tú hug at gerast partur av nevndini í Sinnisbata?

– kom og verð partur av einum spennandi og mennandi arbeiði!

Vit hava altíð tørv á góðum fólki, sum hava hug at vera við til at bøta um korini hjá teimum, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra. Nevndin skipar saman við aðalskrivara felagsins fyri ymiskum kunnandi tiltøkum, sum til dømis árliga sálarheilsudagin 10. oktober og onnur upplýsandi tiltøk. Sum nevndarlimur hevur tú møguleiki fyri at umboða Sinnisbata á ráðstevnum í Føroyum og uttanlands, tú ert við til at mynda eitt virkið áhugafelag við nógvum fjølbroyttum uppgávum, og so ert tú við til at seta dagskránna á økinum og gera mun fyri nógv fólk, sum felagið hvønn dag varðar av. At vera nevndarlimur í Sinnisbata er spennandi, mennandi og avbjóðandi. Nevndarfund er 1 ferð um mánadin.

Sinnisbati hevur í løtuni eitt fast lønt starvsfólk, aðalskrivari felagsins, sum er sett hálva tíð. Umframt hetta hevur felagið eitt fólk í starvroynd nakrar tímar um vikuna. Hesi sita á skrivstovuni í Laðabrekku.

Øll eru hjartaliga vælkomin á gátt!

Vegna Sinnisbata

Róa Midjord, forkvinna