“Tá mamma verður ør” – bókaframløgu í Reinsarínum, Orð og Tónar

15. februar gevur Sprotin eina nýggja barnabók út, sum Laura Apol, aðalskrivari í Sinnisbata, hevur skrivað. Bókin snýr seg um at vera barn hjá einum foreldri við sinnis- og sálarsjúku. Tað skuldi, eftir tí sum sagt verður, verið fyrsta bókin av sínum slagi, sum er skrivað á føroyskum. Hon er ætlað børnum í barnagarðsaldri og yngstu flokkunum í fólkaskúlanum.

Bókin er somuleiðis skrivað sum eitt amboð hjá vaksnum at tosa við børn um hetta evnið, sum hjá nógvum tykist at vera torført at práta um og seta orð á. Bókin kann geva lesarunum fleiri orð at seta á tað at hava eina sinnissjúku, og hvussu tað kann kennast at vera avvarðandi.

Laura Apol er sjálv uppvaksin við eini mammu, sum var rættiliga illa fyri sinnisliga, og tí var tað natúrligt hjá henni at skriva eina barnabók um evnið. Hon vildi sjálv ynskt, at har var slíkt tilfar ætlað børnum og vaksum, tá hon var barn, tí eingin hjálpti við at seta orð á støðuna hjá henni og mammuni.

Bókin “Tá mamma verður ør”, kemur í bókahandlar kring landið frá 15. februar, og bókaframløga verður í Reinsarínum um kvøldið kl. 20, har Sprotin skipar fyri tiltakinum Orð og tónar.

Alt yvirskotið av søluni av bókini fer óskert til avvarðandiarbeiðið við børnum og ungum hjá Sinnisbata.