WUUUUUUUUHUUUU

Kjatta við okkum – nýtt

Sum nakað nýtt ber tað til at kjatta við okkum umvegis heimasíðu okkara, gerandisdagar millum klokkan 10 og 12 og týskvøld millum klokkan 20 og 22.

So hevur tú spurningar til eitt hvørt innan sálarheilsu og psykiatri, um avvarðandibólkarnar hjá Sinnisbata ella nakað heilt annað, so ert tú vælkomin at skriva til okkum 

Sinnisbati_mannfólkabólkur

Mannfólkabólkur fyri avvarðandi menn byrjar aftur!

Fyri aðru ferð, verður avvarðandibólkur fyri menn! Fyrstu ferð var hann í Tórshavn, men hesuferð er hann fluttur til Klaksvíkar!

Ert tú, ella kennir tú ein, sum er avvarðandi at einum, sum hevur sálarsjúku? So er her eitt tilboð ætlað mannfólkum! Har er avmarkað pláss, so tað er um at tekna seg til sum skjótast. Freistin er 20. oktober 2019 – har er eitt egingjald uppá 300 kr.

Erling Fles, sálarfrøðingur, kemur at leiða bólkin, les meira um Erling her.

Nú er at tekna seg, tí avmarkað pláss er!

Avvarðandi bólkarn​i​r hjá Sinnisbata er​u​ bólkar, har umleið 6-10 avvarðandi møtast. ​Tey​ avvarðandi​ kunnu tosa opið og erligt um uppliving​ar​, trupul​leikar og kenslur, sum hava við teirra støðu sum avvarðandi at gera.

Bólkur fyri avvarðandi mannfólk

Endamálið er:

– at møta monnum í líknandi støðu

– at læra hvussu ein kann handfara støðuna á ein gagnligan hátt

– at læra um avbjóðingar í mun til sálarligu støðuna hjá avvarðandi persóninum (psykoedukatión)

– at sleppa at seta orð á egnar tankar og kenslur í mun til egna støðu

Tað verður bygt upp við undirvísing, felagspráti, psykoedukatión og sosialum tiltøkum.

Tit møtast í Klaksvík, Stangavegur 53 8 ferðir:

  • 23. oktober 15-17
  • 30. oktober 15-17
  • 6. november 15-17
  • 13. november 15-17
  • 20. november 15-17
  • 27. november 15-17
  • 4. desember 15-17
  • 11. desember 15-17

Freistin at tekna seg til er 20. oktober 2019.

time ouutt

Altjóða Sálarheilsudagur 2019

Altjóða Sálarheilsudagurin er eitt afturvendandi tiltak, sum aftur í ár, fyri triðju ferð, verður hildin í Öström í Tórshavn 10. oktober 2019.

Upplegg, tónleikur og básar við kunning um stovnar, feløg og onnur, sum arbeiða innan økið, eru við á degnum. Evnið fyri dagin í ár er "sálarlig heilsufremjan og fyribyrging av sjálvmorði", sum WHO hevur valt sum altjóða evni.

Drekkamunnur og søtt til góman verður at fáa.
Tiltakið byrjar kl. 14, og tað er ókeypis. Øll eru vælkomin.

Skráin fyri dagin sær út soleiðis:
Kl. 14:00: Dyrnar lata upp.

Kl. 14:25 Róa Midjord, forkvinna í Sinnisbata bjóðar vælkomin.

Kl. 14:30 Recovery spælir nøkur løg

Kl. 14:45: "Avleiðingar av fosturtøku kunnu vera lívshóttandi. Hvussu hjálpa vit?" v/ Mariu Forrestal úr Rachel's Vineyard Føroyar

Kl. 15:15: "Kanning um sjálvmorðsroyndir í Føroyum í einum 5 ára tíðarskeiði frá 2014 – 2018" v/ Sólrun Joensen og Jórun Højgaard, intensivir sjúkrarøktarfrøðingar við master í heilsuvísund.

Kl. 15:45: Steðgur + kaffi + básar.

Kl. 16:30: "At liva við sjálvmorðstonkum, og tað sum gjørdi at eg valdi lívið framum" v/ Sondy Simonsen

Kl. 17:00: “ Sjálvmorð og fyribyrging – fakta og mýta “ v / Birgit Andresen & Jana Mortensen

Kl. 17:30: "Barna bati seinastu 40 árini" v/ Djóna Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata

Kl. 18:00: "Meining og vón í líðing" v/ Róland í Skorini.

Kl. 18:30: Ársins Sálarheilsuvirðisløn verður handað (Sinnisbati).

Kl. 19:00: Takk fyri hesuferð - síggjast í 2020!

Feløg og stovnar, sum hava hug at hava ein bás hendan dagin, eru vælkomin at seta seg í samband við Lauru Apol, aðalskrivara í Sinnisbata við at ringja á 597913 ella við at skriva til laura.apol@sinnisbati.fo. At hava bás er ókeypis.

Feløg og stovnar sum eru við á hendan dagin eru (GG: fleiri feløg verða løgd afturat): psykiatriska depilin, Almannaverkið, Fountainhúsið, Gigni, Heilsurøktarafelagið, Dugni, Fólkaheilsuráðið, Blái Krossur, Rachel´s Vineyard Føroyar, KRIS, Føroya Politi, Barnabati, ADHD-felagið og Sinnisbati.

time ouutt

Bræv til løgtinglimunum

Sinnisbati hevur sent øllum løgtingslimum eitt bræv við ynskjum at taka við til samgongusamráðingunum, tann 3. september 2019. Niðanfyri ber til at lesa skrivið til løgtingslimirnar.

Tórshavn, 3. september 2019

Góðu løgtingslimir

Áhugafelagið Sinnisbati loyvir sær við hesum at heita á tykkum, sum nú sita í løgtinginum, at hava okkara limir í huga, nú tit fara til samráðingarborðið.

Í valskráunum hjá fleiri av teimum valdu flokkunum sæst, at sálarheilsa er nevnt við fáum orðum. Tað, sum serliga verður lagt dent á, er ókeypis sálarfrøðilig hjálp til ung og eina psykiatriska skaðastovu. Sinnisbati vil vísa á, at ynskini um slík tilboð eru stór, og stórur tørvur er á, at borgarar kunnu fáa skjóta og góða hjálp, tá lívið gerst trupult sinnisliga. Serliga síggja vit, at fleiri borgarar koma út fyri at blíva vend í hurðini, tí ressoursir og førleikar ikki eru til staðar í verandi skaðastovu á Landssjúkrahúsinum. Hetta meta vit ikki er virðiligt at bjóða fólki, sum eru sera sperd og hava tørv á bráðfeingishjálp. Hesu menniskju kunnu í ringasta føri enda í lívsvanda, tí tey stríðast við sjálvmorðstankar og sjálvskaðandi atferð.

Men hetta meta vit ikki er nokk fyri at nøkta tørvin á tí psykiatriska økinum, sum er stórt og samansett. Eisini skal bráðfeingishjálp veitast úti á bygd og umvegis telefon. Sinnisbati hevur áður mælt til, saman við fakfólkum, at stovnseta eina bráðfeingis telefonlinju, sum kann veita skjóta hjálp alt samdøgnið. Í løtuni er hetta ein uppgáva, sum áhugafeløg lofta, men tey mangla ressoursir til at lofta uppgávuni til fulnar, serliga tá hugsað verður um vaksin, ið stríðast. Tí er ikki møguligt at veita ta hjálp, fólk hava tørv á. Vit í Sinnsibata ynska, at øll fáa góða og skjóta hjálp. Sinnisbati vil tí enn einaferð mæla til at raðfesta pening til bráðfeingishjálp, soleiðis at vit kunnu fyribyrgja heldur enn at seta inn, tá tað kann vera ov seint.

Men eitt er bráðfeingishjálp, nakað annað er, at viðgerð má kunna veitast, um skipanin skal rigga, sum ætlað.

VIÐGERÐARTRYGD

Fleiri flokkar nevna ítøkiligt viðgerðartrygd. Hetta fegnast vit um í Sinnisbata. Tó ynskja vit, at talan verður um veruliga viðgerðartrygd, har útgreining eisini kann tryggjast, og viðgerðin fevnir um onnur tilboð enn bara heilivág. Í løtuni eru diagnosur, sum ikki verða útgreinaðar, tí viðgerðin ikki kann veitast. Tí mugu ressoursir setast av, so viðgerð og útgreining kunnu fylgast at. Í tí liggur, at heilivágur og eitt nú psykoterapeutisk viðgerð mugu arbeiða saman. Heilivágur má ikki standa sum einasti viðgerðaháttur, sum vit tíanverri síggja, at hann í alt ov stóran mun verður í løtuni.

Umframt viðgerðatrygd ynskja vit, at tað skal gerast møguligt at fáa strika sína psykiatrisku diagnosu, um ein í eitt tíðarskeið ikki hevur havt sjúkraeyðkenni. Soleiðis er tað í somatikkini, og hetta skal sjálvsagt gerast galdandi á psykiatriska økinum.

TEY AVVARÐANDI

Í Sinnisbata hava vit sjálvhjálparbólkar til avvarðandi. Vit hava góðar royndir og ynskja at víðka tilboðið, soleiðis at vit kunnu hava fleiri bólkar kring landið. Royndirnar vísa, at avvarðandi mugu og skulu inndragast meira í viðgerðini hjá persóninum, sum stríðist, tí hetta gevur best úrslit. Tó muga avvarðandi eisini fáa stuðul. Nógv avvarðandi kenna seg ørkymlað, ráðaleys og máttleys, og vita ikki altíð, hvussu tey skulu bera seg at, hjálpa og stuðla. Tað er sera týdningarmikið at hava tilboð til børn og ung, sum eru avvarðandi. Vit vilja tí staðiliga mæla til, at meira hjálp verður sett inn til ráðgeving og stuðul til avvarðandi.

BÚ- OG VIÐGERÐASTOVNAR

Sinnisbati ynskir fleiri bústovnar, har viðgerð og bútilboð eru sameind. Seinastu árini hava fleiri tilboð av hesum slagi sæð dagsins ljós, og tað hevur verið eitt væl virkandi tilboð fyri tey, sum hava fingið møguleikan at gera brúk av tí. Fleiri av teimum gomlu sambýlistilboðunum, sum Sinnisbati av fyrstantíð var við til at seta á stovn í Føroyum, eru góð fyri nøkur, men fleiri fjølbroytt tilboð mugu til fyri at nøkta tørvin hjá fleiri í málbólkinum. Eitt nú mælir Sinnisbati til, at fleiri vardir bústaðir vera til taks fyri fólk, sum eru nóg sjálvhjálpin til at rúma og megna at búgva fyri seg sjálvi.

EITT FJØLBROYTT OG SAMANSETT ØKI

Fleiri flokkar leggja dent á, at somatiska, likamliga økið, og psykiatri, sálarheilsuøkið, skal javnsetast. Hetta eru við í Sinnisbata ikki ósamd í. Vit eiga at skilja ímillum diagnosurnar, so sum tað somatiska økið ger tað, og ikki koyra allar sinnisligar sjúkur og neurotiskar líðingar í ein pott. Tí eingin sjúka og líðing er líka, og tí skal upplýsing til, soleiðis at vit øll fáa kunnleika til økið, og at tað verður varpað ljós á, at økið er samansett.

Sálarheilsu- og psykiatriska økið er nevniliga eitt fjølbroytt øki, sum fevnir um fleiri geirar. Eitt eru umstøðurnar á psykiatriska deplinum, nakað annað eru myndugleikar og tilboð uttan fyri sjúkrahúsið. Vit ynskja eina uppraðfesting av psykososialum tilboðum og stuðulstænastum, sum verða veitt av Almannaverkinum, sosialpsykiatriini og økiispsykiatriini, soleiðis at øll, sum hava tørv á tí, kunnu fáa neyðugu hjálpina. Eitt nú mæla vit til, at økispsykiatriin verður víðkað, soleiðis at tilboðið eisini fevnir um tímar aftaná kl. 16 og í vikuskiftunum. Vit vita, at sálarsjúkur og tungir tankar ikki hvørva aftaná kl. 16, heldur kann tað gerast alsamt verri, tá myrkri leggur seg, og hátíðirnar nærkast. Fleiri tilboð mugu mennast og styrkjast, soleiðis at fólk við sinnisligum avbjóðingum kunnu koma út aftur í samfelagið og geva sítt íkast eitt nú á arbeiðsmaknaðinum. Vit mæla til, at tilboð sum Fountainhúsið verða styrkt, og at eitt fyribyrgjandi tilboð til børn og ung, verður sett á stovn. Fleiri ung eru í eini grásonu, har tey ikki eru ein partur av einari skipan, sum kann lofta teimum, og tey eru ei heldur nóg illa fyri til at hava tørv á psykiatriska viðgerð. Fyri hesi er góður møguleiki at arbeiða fyribyrgjandi so tey ikki enda sum viðgerðar krevjandi psykiatriski sjúklingar.

FYRIBYRGJANDI TILBOÐ FYRI BØRN OG UNG

Sinnisbati hevur í nøkur ár miðvíst arbeitt við tilboði til hesi ungu, sum eru millum 12-25 ár. Sinnisbati heldur, at Headspace er rætta loysnin. Headspace er eitt tilboð, kent úr Danmark, bygt á eitt átak av australskum uppruna. Headspace veitir ókeypis ráðgeving til børn og ung í aldrinum 12-25 ár. Grundsjónarmiðið er, at eingir trupulleikar eru ov stórir ella ov smáir - her kann prátast um alt frá sjálvsvirði, hjartasorg, angist, skúla og útbúgving. Tað er út frá fortreytunum hjá børnunum og teimum ungu, og tey kunnu eisini vera púra dulnevnd, og koma beint inn av gøtuni. Royndirnar við Headspace í Danmark eru ómetaliga góðar, og av norðurlendska vælferðarmiðdeplinum er tað kosið sum Best Practice innan økið í 2016. Harafturat vísa kanningar, at Headspace heldur teimum ungu í útbúgving, fyribyrgir at sálarstøðan versnar, og sparir tí samfelagnum fyri útreiðslur í sambandi við lækna, sálarfrøðing, innleggingar og útmeldingar frá útbúgvingum. Sinnisbati hevur eitt samstarv við Headspace Danmark um at byrja eitt slíkt tilboð í Føroyum – men fígging má til. Headspace dúvar upp á sjálvboðin fólk, sum eru sett eftir krøvum til fakligar og menniskjaligar førleikar. Afturat eru tvey starvsfólk, sum leiða Headspace depilin, sum skulu góðskutryggja tilboðið. Umframt fast fakfólk eru fleiri fakfólk knýtt at Headspace til supervisjón, ráðgeving og vegleiðing. Headspace er eitt stað, har tey ungu koma inn gjøgnum eina hurð, og sum er eitt tilboð har fleiri myndugleikar, kommunur, land og stovnar samstarva um fígging – og um at hjálpa teimum ungu í felag.

Hetta eru nøkur av teimum ynskunum, sum Sinnisbati í valstríðnum hevur víst á í tí valskránni, sum felagið undan løgtingsvalinum 2019 hevur orðað. Hon er at finna á heimasíðu felagsins.

Hetta skrivið er sent øllum løgtingslimum. Sinnisbati vónar, at innihaldið verður tikið til eftirtektar í komandi samgonguskjalinum, soleiðis at sálarheilsu- og psykiatriska økið verður sett á politisku dagskránna og uppraðfest. Í heyst í fjør bleiv ein heildarætlan fyri sálarliga heilsu handað fyrrverandi landsstýriskvinnu í Heilsumálum. Vit vóna, at kommandi løgting og landsstýri vil arbeiða víðari við átøkunum og seta tey í verk.

Sálarsjúka er ikki eitt val – politikkur er. Nú er valið tykkara!

Vegna Sinnisbata,

Laura Apol, aðalskrivari

Mynd_

Avvarðandibólkur byrjar í næstum, ætlaður ungum millum 18 og 35 ár

Avvarðandibólkur ætlaður ungum millum 18 og 35 ár, byrjar í heyst, 8 ferðir hóskvøld, Sí dato niðanfyri.

  • 17. oktober kl. 19-21
  • 24. oktober kl. 19-21
  • 31. oktober kl. 19-21
  • 14. november kl. 19-21
  • 21. november kl. 19-21
  • 28. november kl. 19-21
  • 5. desember kl. 19-21
  • 12. desember kl. 19-21
Hvørjum er tilboðið ætlað?
Ert tú, ella kennir tú ein, sum er avvarðandi at einum, sum hevur sálarsjúku? So er her eitt tilboð ætlað tær sum er millum 18 og 35 ár! Har er avmarkað pláss, so tað er um at tekna seg til sum skjótast. Freistin er 15. oktober. Har er eitt gjald uppá 300 kr.

Avvarðandibólkarnir hjá Sinnisbata eru bólkar, har umleið 6-10 avvarðandi møtast.  Endamálið við bólkunum er, at ein kann hitta fólk í líknandi støðum, og at luttakararnir kunnu stuðla hvør øðrum og veita hjálp til sjálvhjálp. Sostatt er tilboðið ikki eitt viðgerðar tilboð, men luttakararnir kunnu saman finna loysnir og deila royndir.

Bólkarnir verða stuðlaðir av fakfólkið, sum hevur serkunnleika innan økið. Luttakararnir og fakfólkið eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.

Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni gerst sjúkur. Familjustøðan broytist. Nógv kenna seg ørkymlaði, ráðaleys og máttleys. Eru møguliga ráðavill í mun til, hvussu tey skulu handfara tann rakta, ávíkavist tætt familja ella vinir.

Endamálið við sjálvhjálparbólkunum er m.a., at avvarðandi fáa møguleika at hitta onnur í somu støðu, eitt frírúm, at hittast uttanfyri sjúkrahúsið og fáa góð ráð frá øðrum avvarðandi og á hendan hátt fáa orku, at halda áfram, at stuðla teirra kæru, ið gerast sálarsjúk, eitt skifti í lívinum, ella við jøvnum millumbilum.Tey avvarðandi kunnu tosa opið og erligt um upplivingar, trupulleikar og kenslur, sum hava við teirra støðu sum avvarðandi at gera.

Bólkurin verður skipaður við undirvísing, felagspráti, psykoedukatión og sosialum tiltøkum.

Er tað nakað fyri teg?

Ynskir tú at koma við í bólkin, kanst tú melda teg til umvegis tilmeldingarskjalið her á heimasíðuni. Um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi, kanst tú ringja til Sinnisbata á tlf. 59 7913 ella skriva til okkum á sinnisbati@sinnisbati.fo, ella umvegis Facebook.