Avvarðandibólkur ætlaður ungum millum 18 og 35 ár, byrjar í heyst, 8 ferðir hóskvøld, Sí dato niðanfyri.
- 17. oktober kl. 19-21
- 24. oktober kl. 19-21
- 31. oktober kl. 19-21
- 14. november kl. 19-21
- 21. november kl. 19-21
- 28. november kl. 19-21
- 5. desember kl. 19-21
- 12. desember kl. 19-21
Avvarðandibólkarnir hjá Sinnisbata eru bólkar, har umleið 6-10 avvarðandi møtast. Endamálið við bólkunum er, at ein kann hitta fólk í líknandi støðum, og at luttakararnir kunnu stuðla hvør øðrum og veita hjálp til sjálvhjálp. Sostatt er tilboðið ikki eitt viðgerðar tilboð, men luttakararnir kunnu saman finna loysnir og deila royndir.
Bólkarnir verða stuðlaðir av fakfólkið, sum hevur serkunnleika innan økið. Luttakararnir og fakfólkið eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.
Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni gerst sjúkur. Familjustøðan broytist. Nógv kenna seg ørkymlaði, ráðaleys og máttleys. Eru møguliga ráðavill í mun til, hvussu tey skulu handfara tann rakta, ávíkavist tætt familja ella vinir.
Endamálið við sjálvhjálparbólkunum er m.a., at avvarðandi fáa møguleika at hitta onnur í somu støðu, eitt frírúm, at hittast uttanfyri sjúkrahúsið og fáa góð ráð frá øðrum avvarðandi og á hendan hátt fáa orku, at halda áfram, at stuðla teirra kæru, ið gerast sálarsjúk, eitt skifti í lívinum, ella við jøvnum millumbilum.Tey avvarðandi kunnu tosa opið og erligt um upplivingar, trupulleikar og kenslur, sum hava við teirra støðu sum avvarðandi at gera.
Bólkurin verður skipaður við undirvísing, felagspráti, psykoedukatión og sosialum tiltøkum.
Er tað nakað fyri teg?
Ynskir tú at koma við í bólkin, kanst tú melda teg til umvegis tilmeldingarskjalið her á heimasíðuni. Um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi, kanst tú ringja til Sinnisbata á tlf. 59 7913 ella skriva til okkum á sinnisbati@sinnisbati.fo, ella umvegis Facebook.