76935587_1417575555066968_351206996281655296_n

Kunningarskriv – Altjóða Sálarheilsudagin 2019

Í kjalarvørrinum av Altjóða Sálarheilsudegnum 2019, sum aftur í ár varð hildin í Øström, hava fleiri vent sær til okkara, vegna ein fyrilestur hjá Rachel's Vineyard, "Avleiðingar av fosturtøku kunnu vera lívshóttandi. Hvussu hjálpa vit?". Atfinningarnar hava verið fleiri, millum annað, um tað er rætt av Sinnisbata, sum er ein átrúnaðarliga og politiskt óheftur felagsskapur, at loyva eini slíkari framløgu framat.

Seinastu trý árini hevur Sinnisbati, saman við øðrum felagsskapum, skipað fyri Altjóða Sálarheilsudegnum, sum gerst størri á hvørjum ári, tí feløg leggjast aftrat, og tað eru vit í Sinnisbata sera fegin um. Feløgini eru mong og fjølbroytt, men sálarheilsa er tó felagsnevnarin á Altjóða Sálarheilsudegnum.

Vit hava lagt okkum eftir, at dagurin skal vera opin fyri teimum felagsskapum, sum eru viðkomandi og kunnu vera gevandi.

Felagsskapirnir, sum luttaka á degnum, hava ábyrgd av tí, ið teir framføra og hava frælsi at siga sína hugsan, har tað eftirfylgjandi er møguligt at viðmerkja og práta við teir ymisku felagsskapirnar í teirra básum.

Evnið fyri dagin í ár var: Sálarlig heilsufremjan og fyribyrging av sjálvmorði”. Feløg og einstaklingar, sum hava havt framløgur, hava somuleiðis hildið seg innanfyri evnið.

Sinnisbati fer nú, eins og undanfarnu ár, í gongd við eftirmeting av degnum, saman við hinum felagsskapunum, og við teimum atfinningum, ið vit hava fingið, verður tikið upp, um sami leistur skal brúkast komandi ár.

Vit loyva okkum at enda við at senda eina heilsan til allar kvinnur:

Góða kvinna, systir, mamma, omma, genta ella hvussu tú ynskir at nevnast!

Vit í Sinnisbata stuðla tær. Vit stuðla tær, um tú hevur fingið fosturtøku uttan mun til, hvat tað fekk fram í tær. Møguliga stríddist tú, tí tú ikki ynskti eitt barn? Møguliga stríðist tú, tí tú syrgir yvir barnið, tú valdi frá? Møguliga kanst tú ikki fáa børn? Møguliga vilt tú ikki hava børn? Møguliga hevur tú, uttan at ynskja tað, mist eitt barn? Uttan mun til, hvør tín støða er, so eru vit hjá tær. Vit vilja ynskja tær góða sálarheilsu.

Sinnisbati arbeiðir fyri tær og tínum rættindum, so tú kanst liva eitt lív við gleði, meining, møguleikum og frælsi uttan mun til, hvørji virði tú byggir tíni val á.

Sinnisbati hevur ikki eina støðu til fosturtøku, men at hjálp skal veitast teimum, sum seinni líða. Vit virða og viðurkenna tó samstundis, at tað ikki eru allar kvinnur sum hava fingið fosturtøku, sum hava seinárin av hesum.

Nevndin í Sinnisbata

76935587_1417575555066968_351206996281655296_n

Jákup Jacobsen fekk ársins sálarheilsuvirðisløn!

Ársins Sálarheilsuvirðisløn 2019 bleiv í dag handað á Altjóða Sálarheilsudegnum, sum bleiv hildin í Østrøm í Tórshavn. Tað var eigarin av Yndi Fitness, Jákup Jacobsen, sum fekk heiðurin fyri sítt arbeiði við at innkludera fólk við sálarligum avbjóðingum. Tað var landsstýrismaðurin í Heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, sum handaði viðislønina.

Hjartaliga til lukku við væl uppiborðnað heiðrinum!

Les orðini hjá Kaj Leo Holm Johannesen her:

"Ársins Sálarheilsuvirðisløn 2019 – handað í Østrøm 10. oktober Sinnisbati fer fyri triðju ferð, í sambandi við Altjóða Sálarheilsudagin 10. oktober, at handa eina Sálarheilsuvirðisløn til ein einstakling ella bólk. Tað er almenningurin, einstaklingar og feløg, sum hava fingið høvi at skjóta upp, hvør hevur henda heiður uppibornan. Endamálið við eini slíkari Sálarheilsuvirðisløn er at heiðra ein ella fleiri, sum hava gjørt eitt hvørt átak, tiltak ella annað, sum á serligan hátt hevur varpað ljós á sálarheilsu, og gjørt eitt arbeiði fyri at bøta um og/ella arbeiða sálarheilsu-fremjandi.

Øll hava havt møguleika at skjóta upp, hvør skal hava Sálarheilsuvirðislønina. Ein óheft dómsnevnd hevur síðani viðgjørt tilnevningarnar. Hvørt ár eru nógv góð uppskot komin inn, og tí er altíð torført at velja ein burturúr. Aftur í ár hevur ein samd dómsnevnd valt at tilnevna ein einstakling ella bólk, sum hevur gjørt nakað serligt fyri at varpa ljós á sálarheilsu á ein jaligan hátt og í sínum arbeiði verið við til at lætta um gerandisdagin hjá mongum. Hesaferð verður sálarheilsuvirðislønin handað einum persóni, sum arbeiðir miðvíst við kropsligum venjingum og sum hevur ein hugburð um, at rørsla er týdningarmikil fyri góða heilsu bæði kropsliga og sálarliga.

Viðkomandi arbeiðir innkluderandi við fólki við sálarligum avbjóðingum og hevur uppiborið at blíva heiðraður. Heiðurin hesaferð fer til Jákup Jacobsen, eigari av Yndi Fitness í Tórshavn. Hann hevur avgjørt uppiborið eina virðisløn fyri sín jaliga, blíða og motiverandi hugburð mótvegis íðkarum, sum hava sálarligar avbjóðingar. Ein hugburð um, at rørsla er góð bæði fyri skinn og sinn er nakað, sum Jákup til fulnar hevur víst í sínum arbeiði. Hetta hevur hann víst við at loyva starvsfólki fría atgongd í fitnessmiðstøðina saman við íðkarum, sum eru limir, men vegna sálarligar avbjóðingar, ikki megna at íðka einsamallir. Jákup er altíð sera blíður og rættur gleðiliga eina hjálpandi hond. Hetta ger, at íðkarin kennir seg vælkomnan.

Eisini er hann ein slóðbrótandi fyrimynd, tá hann, sum sjálvstøðugur vinnurekandi, bjóðar einum persóni og mentori við at venja, so tað gerst møguligt hjá einum íðkara at koma í Yndi, sum annars ikki hevði fari einsamallur vegna sínum sálarligu avbjóðingum. Við hesum ynskja vit tær Jákup hjartaliga til lukku og bliðan byr frameftir við arbeiðinum. Takk fyri !"

Kelda: Heilsumálaráðið, 11. oktobur 2019

76935587_1417575555066968_351206996281655296_n

"Grótið": Kafékvøld verður fyri ung millum 15 og 30 ár, týskvøldið tann 8. oktober

Kafékvøldið, "Grótið", verður fyri ung millum 15 og 30 ár, týskvøldið tann 8. oktober kl. 20-22 í Skjólinum, Kongagøtu 8 í Tórshavn.

Tiltakið verður hildið í samstarv við Sinnisbata, Liv Lívið og Øll Hava Rætt til Góð Barnaár, Dat Ung, hjá Bláa Krossi og Megna títt lív. Tiltakið er skipað í samband við Altjóða Sálarheilsudagin, sum verður tann 10. oktober, og sum eitt ABC tiltak. Endamálið er at vísa á tydningin av at vera saman í felagsskapi og práta opið og nøkur av teimum evninum, sum kunnu vera ring at seta orð orð.

Kvøldið byrjar við einum uppleggi frá einum ungum persóni, sum fer at greiða frá um einsemi. Eisini verður prátað um, hvussu vit kunnu hjálpa einum vini, um viðkomandi hevur tað torført. Vit kenna øll til vanliga fyrstuhjálp, men eitt kallast eisini sálarlig fyrstuhjálp.

Ragnar Finsson kemur at spæla nøkur løg fyri okkum, og vit bjóða okkurt leskiligt.

Øll ung millum 15 og 30 ár eru vælkomin, og eru eisini vælkomin til at taka eitt systkin ella ein vin við.

Tiltakið er ókeypis, men vit vilja fegin, at tú teknar teg til, umvegis hesa leinkjuna (HER), so vit vita, hvussu nógv vit vera! Vit gleða okkum til at síggja teg!