Í kjalarvørrinum av Altjóða Sálarheilsudegnum 2019, sum aftur í ár varð hildin í Øström, hava fleiri vent sær til okkara, vegna ein fyrilestur hjá Rachel's Vineyard, "Avleiðingar av fosturtøku kunnu vera lívshóttandi. Hvussu hjálpa vit?". Atfinningarnar hava verið fleiri, millum annað, um tað er rætt av Sinnisbata, sum er ein átrúnaðarliga og politiskt óheftur felagsskapur, at loyva eini slíkari framløgu framat.
Seinastu trý árini hevur Sinnisbati, saman við øðrum felagsskapum, skipað fyri Altjóða Sálarheilsudegnum, sum gerst størri á hvørjum ári, tí feløg leggjast aftrat, og tað eru vit í Sinnisbata sera fegin um. Feløgini eru mong og fjølbroytt, men sálarheilsa er tó felagsnevnarin á Altjóða Sálarheilsudegnum.
Vit hava lagt okkum eftir, at dagurin skal vera opin fyri teimum felagsskapum, sum eru viðkomandi og kunnu vera gevandi.
Felagsskapirnir, sum luttaka á degnum, hava ábyrgd av tí, ið teir framføra og hava frælsi at siga sína hugsan, har tað eftirfylgjandi er møguligt at viðmerkja og práta við teir ymisku felagsskapirnar í teirra básum.
Evnið fyri dagin í ár var: Sálarlig heilsufremjan og fyribyrging av sjálvmorði”. Feløg og einstaklingar, sum hava havt framløgur, hava somuleiðis hildið seg innanfyri evnið.
Sinnisbati fer nú, eins og undanfarnu ár, í gongd við eftirmeting av degnum, saman við hinum felagsskapunum, og við teimum atfinningum, ið vit hava fingið, verður tikið upp, um sami leistur skal brúkast komandi ár.
Vit loyva okkum at enda við at senda eina heilsan til allar kvinnur:
Góða kvinna, systir, mamma, omma, genta ella hvussu tú ynskir at nevnast!
Vit í Sinnisbata stuðla tær. Vit stuðla tær, um tú hevur fingið fosturtøku uttan mun til, hvat tað fekk fram í tær. Møguliga stríddist tú, tí tú ikki ynskti eitt barn? Møguliga stríðist tú, tí tú syrgir yvir barnið, tú valdi frá? Møguliga kanst tú ikki fáa børn? Møguliga vilt tú ikki hava børn? Møguliga hevur tú, uttan at ynskja tað, mist eitt barn? Uttan mun til, hvør tín støða er, so eru vit hjá tær. Vit vilja ynskja tær góða sálarheilsu.
Sinnisbati arbeiðir fyri tær og tínum rættindum, so tú kanst liva eitt lív við gleði, meining, møguleikum og frælsi uttan mun til, hvørji virði tú byggir tíni val á.
Sinnisbati hevur ikki eina støðu til fosturtøku, men at hjálp skal veitast teimum, sum seinni líða. Vit virða og viðurkenna tó samstundis, at tað ikki eru allar kvinnur sum hava fingið fosturtøku, sum hava seinárin av hesum.
Nevndin í Sinnisbata