time ouutt

TIME OUT bólkur byrjar aftur í mars 2020

TIME OUT er eitt bólkatilboð til tín, sum hevur systkin, foreldur ella onkran annan góðan, sum hevur sálarsjúku.

Avvarðandi bólkur fyri børn og ung, ið eru avvarðandi at fólki, ið hava sálarsjúku.

TIME OUT er eitt bólkatilboð til tín, sum ert í aldrinum 12-18 ár. Tað er eitt frírúm – eitt stað, har tú kanst siga “TIME OUT”. Dentur verður lagdur á at skapa eitt trygt og hugnaligt umhvørvi, sum tú kennur teg væl til rættis í. Í bólkinum hittur tú onnur í líknandi støðu, so tit kunnu tosa um tykkara royndir og hugsanir – og alt møguligt annað, tit vit hugna og stuttleika okkum eisini.

Tað eru tveir fittir og dugnaligir bólkaleiðarar, sum stýra bólkinum. Teir taka ymisk evni upp við tykkum, og sum tit í felag viðgera. Eisini fáa tit amboð at fáa tí røtu javnvágina at liva egið lív, og samstundis vera ein partur av familjuni.

Sinnisbat hevur havt TIME OUT fleiri ferðir, og vit hava fingið góðar afturmeldingar frá luttakarunum. Eitt, sum gongur aftur, er, at lutakararnir ikki kenna seg einsmøll longur, at tey kenna seg afur í støðuni hjá hinum luttakarunum. Eisini hava fleiri nevnt, at sambandið millum tey og heimið er betrað, og tey hava lært at góðtaka truplu støðurnar, sum til tíðir kunnu vera í heiminum.

Set teg í samband við Sinnisbata, um tú kundi hugsað
tær at fræt meira um TIME OUT.

 

 

Luttakarar hava m.a. sagt:

- “Nú veit eg at sálarsjúka ikki smittar”
- “eg havi funnið ting eg eri góð til “
- “eg havi onkran sum SKILIR og eg føli meg ikki einsamalla longur”
- “Eg tori beturr at hava tað sum eg havi, tí eg veit at tað ikki bara eri eg”
- “eg havi ein dag um vikuna, at tosa við fólk um trupuleikan hjá mær”
- “eg skilji betri hvussu mamma hevur tað. Og eg skilji betri hvat sálarsjúka er “

Gevið gætur!

Tilmelding:

“Først til mølle-principp”. Tað kostar 300 kr. at luttaka (eru tað sysktin, so kostar bara tað eina barnið). Tað er bindandi at melda seg til.

Næsti bólkur verður 16. mars 2020 – um tú hevur hug at tekna eitt barn ella ung, so er at skriva til sinnisbati@sinnisbati.fo.

Hevur tú spurningar, so ber til at ringja til Sinnisbata á 597913.

Møtast verður átta ferðir:

  • 16. mars kl. 17-19
  • 23. mars kl. 17-19
  • 30. mars kl. 17-19
  • 20. apríl kl. 17-19
  • 27. apríl kl. 17-19
  • 4. mai kl. 17-19
  • 11. mai kl. 17-19
  • 18. mai kl. 17-19

Møtast verður í Tórshavn.

Freistin at tekna seg til er mánadagin 2. mars 2020.

time ouutt

Ung um kvøldið – hvørt mikukvøld

Mikukvøldið tann 22. januar kl. 19-21:45 verður kafékvøld fyri ung upp til 25 ár í Magnus Heinasonargøta 20 í Havn.
 
Vit møtast fleiri ung í hugnaliga umhvørvinum har vit kunnu fáa okkum ein drekkamunn og práta. Høvi er eisini til at spæla borðspøl og hugna um við sosialum tiltøkum.
 
Tiltakið er ætlað ungum sum kunnu hava sálarligar og/ella sosialar avbjóðingar, og karmarnar eru óformellir og hugnaligir.
 
Tilmelding er ikki neyðug, tú støkkur bara inn á gólvið - Øll eru hjartaliga vælkomin, og tú ert meira enn vælkomin til at taka eina góða vinkonu ella vinmann við til tiltakið.
 
Tað er sosialpsykiatriska toymið hjá Almannaverkinum, sum skipar fyri. Til ber at lesa meira um toyminum her: https://www.av.fo/fo/taenastur/allar/sosialpsykiatri-sudurstreymoy/

Tíð: mikukvøld kl. 19.00-21.45

Stað: Magnus Heinasonargøta 20. Men fari verður eisini út úr húsinum t.d. biltúrar, biograf, kafétúrar o.a.

Málbólkur: ung yngri enn 25 ár við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum

Endamál: Fyribyrgja einsemi, menna sosialar førleikar, knýta sosial bond

Innihald: t.d. borðspøl, biltúrar, cafetúrar, filmskvøld, kreativt virksemi, drekkamuður o.a. Ein skrá verður gjørd fyri 4 vikur í senn og løgd út á facebook ”ung um kvøldi”. Møguligt er eisini at koma við ynskjum. 2 starvsfólk luttaka hvørja ferð.

Tilmelding: ikki neyðug. Øll eru vælkomin. Um ein hevur trupult við at koma sjálv/sjálvur er gjørligt at blíva heintaður av starvsfólki.

time ouutt

Kunning: Sólblómubandið

Um tú hevur eitt ósjónligt brek ella eina fjalda diagnosu, sum kann gera túrin gjøgnum flogvøllin til eina størri avbjóðing enn annars, kannst tú frá 1 januar 2020 bera “sólblómubandið” (solsikkesnoren).

Hesin gevur tekin til starvsfólk á flogvøllinum í Keypmannahavn at tú kannst hava tørvn á eyka tíð, tolsemi ella onnur atlit.

Tey spyrja ikki hvørja diagnosu ella brek tú hevur, men tey spyrja heilt víst hvussu tey best kunnu hjálpa tær.

Snórurin er fyri teg um tú hevur ADHD, angist, autismu, alzheimers, ert orðablindi, gikt ella aðrar diagnosur sum sum gera túrin gjøgnum flogvøllun torførari fyri teg enn fyri onnur.

Sólblómubandið er fyri teg sum kann og ynskir at ferðast sjálv/ur.

Er títt brek ella diagnosa so mikið darvandi fyri teg, at tú ikki megnar túrin gjøgnum flogvøllin, kannst tú bíleggja persónligan stuðul og tænastu gjøgnum flogfelagið hjá tær, tá tú bíleggur flogferðaseðilin, les meira her.

Tú kannst heinta sólblómubandið frá 1. Januar 2020 í kunningina í Terminal 3. Hann fæst eisini flestu check in støðini.

Kelda: CPH Airport