Ung um kvøldið – hvørt mikukvøld

Mikukvøldið tann 22. januar kl. 19-21:45 verður kafékvøld fyri ung upp til 25 ár í Magnus Heinasonargøta 20 í Havn.
 
Vit møtast fleiri ung í hugnaliga umhvørvinum har vit kunnu fáa okkum ein drekkamunn og práta. Høvi er eisini til at spæla borðspøl og hugna um við sosialum tiltøkum.
 
Tiltakið er ætlað ungum sum kunnu hava sálarligar og/ella sosialar avbjóðingar, og karmarnar eru óformellir og hugnaligir.
 
Tilmelding er ikki neyðug, tú støkkur bara inn á gólvið - Øll eru hjartaliga vælkomin, og tú ert meira enn vælkomin til at taka eina góða vinkonu ella vinmann við til tiltakið.
 
Tað er sosialpsykiatriska toymið hjá Almannaverkinum, sum skipar fyri. Til ber at lesa meira um toyminum her: https://www.av.fo/fo/taenastur/allar/sosialpsykiatri-sudurstreymoy/

Tíð: mikukvøld kl. 19.00-21.45

Stað: Magnus Heinasonargøta 20. Men fari verður eisini út úr húsinum t.d. biltúrar, biograf, kafétúrar o.a.

Málbólkur: ung yngri enn 25 ár við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum

Endamál: Fyribyrgja einsemi, menna sosialar førleikar, knýta sosial bond

Innihald: t.d. borðspøl, biltúrar, cafetúrar, filmskvøld, kreativt virksemi, drekkamuður o.a. Ein skrá verður gjørd fyri 4 vikur í senn og løgd út á facebook ”ung um kvøldi”. Møguligt er eisini at koma við ynskjum. 2 starvsfólk luttaka hvørja ferð.

Tilmelding: ikki neyðug. Øll eru vælkomin. Um ein hevur trupult við at koma sjálv/sjálvur er gjørligt at blíva heintaður av starvsfólki.