time ouutt

Viðmerkingar til innslag í Degi & Viku frá 22. mai 2020

Sinnisbati ynskir við hesum at vísa takksemi fyri, at Kringvarpið í Degi & Viku enn einaferð vísir á umstøðurnar, tá tað kemur til ung og sálarheilsu. Økið er sera fjølbroytt, og tað kann kennast torført hjá teimum flestu, at fáa greiðu á, hvørji tilboð eru á økinum. Eisini kann tað kennast torført at fáa greiðu á, hvar tað er mest skynsamt at seta inn, fyri at bøta um korini hjá teimum ungu sum stríðast sinnisliga og hava trupulleikar av vanligum liviumstøðum, sum serliga stinga seg upp, tá ein er ungur. 

Tað er sera jaligt, at Fólkaheilsuráðið hevur latið gjørt eina stóra kanning, sum gevur eina støðumynd av, hvussu sálarheilsan er millum føroyingar. Sum áður víst á frá nógvum aktørum, so eru hagtøl sum heild ein mangul í Føroyum. Tí er hetta eitt jaligt íkast, sum ger, at tað ber til at seta tøl á tann tendensin vit, saman við mongum øðrum, hava sæð og víst á í fleiri ár. 

Sinnisbati ynskir at leggja fylgjandi viðmerkingar til innslagið í Degi & Viku frá tann 22. mai 2020 (sí innslagið her: http://kvf.fo/innslag): 

Spurningurin um, hví fleiri ung í Føroyum stríðast við sinnisligar avbjóðingar sum eitt nú ótta og angist og at fleiri somuleiðis hava avbjóðingar við einsemi, er ein spurningur, sum fer í fleiri ættir. Tað ger svarið tískil eisini. Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum vísir í innslagnum á, at ein partur av frágreiðingini kundi verið, at vit í Føroyum hava fyri, at fara uttanlands at nema okkum útbúgving. At fara undir hægri lesna er krevjandi. Tað krevur nógv av tí einstaka og tí eisini at ein er førur fyri at megna ta avbjóðingina í tí løtuni ein fer undir lesnaðin. Hetta merkir sjálvsagt, at tey ungu, sum hava avbjóðingar, í stóra mun ikki fara. Hin vegin er tað at vera verandi í Føroyum í stóran mun eitt val, somuleiðis sum at fara uttanlands at nema sær útbúgving er eitt val. Tí eru óivað líka nógv ung í Føroyum, sum ikki hava hesar avbjóðingarnar, og at lutfalsliga høga talið kann frágreiðast út frá fleiri øðrum parametrum. Eitt nú vantandi tilboðum á økinum og okkara vantandi mentan um opinleika í samfelag okkara.

Kanningin sum Fólkaheilsuráðið hevur fingið til vega verður samanborin donsk tøl. Í Danmark eru fleiri tilboð til ung, sum eru við til at lofta teimum, soleiðis at støðan hjá teimum ikki versnar. Eitt nú eru ókeypis sálarfrøðilig tilboð hjá fleiri kommunum.  Ungdómsráðgeving, eitt nú Headspace, sum virkar fyribyrgjandi, telefon- og kjattráðgeving alt samdøgrið og samrøðu- og viðgerðarbólkar, sum bæði virkar fyribyrgjandi og linnandi. Umframt hetta eru sett á stovn psykiatrisk tilboð, sum innihalda fleiri bráðfeingistænastur, sum eitt nú psykiastriskt skaðastovutilboð, telefonlinjur og tættari tvørfaklig samstørv millum aktørar á summum økjum. Hesi tilboð eru fá av mongum, sum ein kundi víst á, hóast Danmark ei heldur er framgonguland á øllum økjum. Út frá hesum kann tað tó kennast torført at samanbera Føroyar við Danmark, tí fortreytirnar eru so ymiskar og fleiri av tilboðunum ikki eru til. Sinnisbati hevur saman við fleiri øðrum feløgum og aktørum, ferð aftaná ferð víst á støðuna á økinum við ítøkiligum tilmælum. Tað er jaligt, at fleiri batar eru framdir seinastu árini, men politiska raðfestingin av økjunum hevur sum heild verið ov lítil í ov mong ár, alsamt meðan støðan er versnað, og tær peningaupphæddirnar sum eru settar av til økið, tykast ikki at røkka nóg langt, sum ynskir eru um. 

Sinnisbati ynskir við hesum at takka teimum, sum traðka fram, greiða frá síni søgu, eru við at skapa enn betri karmar fyri fólkivið sinnisligum avbjóðingum í Føroyum og sum fer aftaná fer eru har, tá á stendur. Talan eru um tey sum eru sjúk, hava verið sjúk og øll tey avvarðandi, fakfólk, feløg og stovnar, sum hvønn dag stríðast fyri, at umstøðurnar og lívið skal gerast betri hjá øllum pørtum. 

Sinnisbati hevur í dag sent landsstýrismanninum í Heilsumálum ein fyrispurning um fleiri av omanfyristandi viðurskiftum og spurt nær vit kunnu vænta, at tilmælini í Heildarætlanini fyri sálarliga heilsu, sum blivu handað fyrrverandi landsstýriskvinnuni á Altjóða Sálarheilsudegnum hin 10. oktobur 2018, verða sett í verk.

Til ber at taka heildarætlanina niður her: 2018.10 Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum

time ouutt

Ársaðalfundur í Sinnisbata, 3. juni

Aðalfundurin hjá Sinnisbata verður mikudagin 3. juni kl. 19:30. Fyri best møguligt at fylgja tilmælunum hjá heilsumyndugleikunum um frástøðu og í mesta lagi 50 fólk savnaði, er neyðugt at tekna seg til aðalfundin. Soleiðis kunnu vit fáa eitt greitt yvirlit yvir, hvussu stórt høli tørvur verður á.

Aðalfundurin verður stroymdur á Facebook-síðuni hjá felagnum.

Skrá sambært viðtøkunum:

  • Val av orðstýrara
  • Ársfrágreiðing formansins
  • Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins
  • Møguligar lógarbroytingar
  • Limagjald fyri komandi ár
  • Nevndarval
  • Val av grannskoðara
  • Ymiskt

Uppskot til lógarbroyting skulu vera nevndini í hendi 14 dagar áðrenn aðalfund

Til ber at tekna seg umvegis heimasíðu okkara, her: http://sinnisbati.fo/tidindi/tekna-teg-til-arsadalfundur-i-sinnisbata-2020/

Nærri kunning kemur seinni.

time ouutt

Felags áheitanarskriv til landsstýrisfólk og løgtingslimir

Hósdagur 7. mai 2020

Til landsstýrisfólk og løgtingslimir

11. mars varð boðað frá, at føroyska samfelagið skuldi setast niður í ferð orsakað av koronafarsóttini. Bert ein minniluti av føroyingum eru higartil smittað, enn færri eru vorðin álvarsliga sjúk, og tað fegnast vit um. Vit kunnu vera errin av skjótu og effektivu handfaringini av koronafarsóttini, men eisini mugu vit ásanna, at so at siga allir samfelagsbólkar eru raktir av tiltøkunum, sum myndugleikarnir settu í verk. Spurningurin er, um vit megnaðu at tryggja heilsuna hjá teimum sárbærastu samfelagsbólkunum. Ein spurningur, ið krevur svar her og nú, og sum væntandi eisini krevur stór átøk og fíggjarliga hjálp í drúgva tíð frameftir. 

Frælsisrættindini skerd

Í einum rættarsamfelagi eru undantaksstøður, tá ið vit mugu góðtaka avmarkingar í persónliga frælsinum hjá borgarunum, sum vit eitt nú hava sæð seinastu mánaðirnar, men við teimum fylgja nógv krøv til myndugleikarnar. 

Eitt av krøvunum er, at tiltøkini eru proportional, og tað merkir, at tiltøkini ikki mugu raka harðari, enn neyðugt. Harafturat er tað avgerandi, at viðkomandi fakbólkar og umboð frá sivilsamfelagnum verða hoyrd og eru við í eftirmetingum av støðuni so hvørt. Eisini  er neyðugt, at tey verða tikin við upp á ráð, tá ið átøk skulu verða sett í verk, sum skulu lofta teimum, ið mistu ella fara at missa fótafestið sum ein beinleiðis ella óbeinleiðis avleiðing av strongu tiltøkunum.

Áhugafelagsskapirnir skulu takast við í arbeiðið frameftir

Í royndini at avbyrgja smittuna og fyribyrgja eini búskaparligari kreppu, stúra vit fyri, at tað í ov lítlan mun verður tikið atlit at teimum samfelagsbólkum, ið frammanundan høvdu avbjóðingar. Eitt nú fólk, ið hava trupulleikar við misnýtslu, álvarsligar sjúkur - likamligar sum sálarligar, avvarðandi hjá teimum, og familjur, har harðskapur og ágangur eru partur av gerandisdegnum. Kanningar vísa, at tað eru sárbærastu bólkarnir í samfelagnum, sum verða harðast raktir. Tað eru tí tey, sum frameftir skulu gjalda hægsta prísin.

Hóast tey flestu nú skjótt kunnu venda aftur til ein líkinda gerandisdag, so kunnu vit vænta, at fleiri fara at fáa mein langt fram í tíðina. Vit óttast, at summi fara at detta niður ímillum og fáa torført við at reisa seg aftur. Vit heita tí inniliga á myndugleikarnar um at taka áhugafelagskapir við í arbeiðið frameftir fyri at tryggja, at øll verða við.

Menniskjansligu avleiðingarnar ávirka langt fram í tíðina

Nú samfelagið spakuliga letur upp aftur, hoyra vit um tað trýst, sum fólk hava livað undir, og bíðilistarnir til ymsu tilboðini vaksa. Støðan er sostatt álvarsom fyri einstaklingin, men eisini er vandi fyri, at tær skipanir, sum skulu lofta hesum fólkunum, verða ovbyrðaðar. 

Stúranirnar um harðskap, misnýtslu og ágang eru veruligar hjá nógvum. Serliga hjá børnum og ungum, sum vaksa upp í familjum við samansettum sosialum avbjóðingum. Eisini eru nógv, sum kenna seg ótrygg í núverandi støðuni og stúra fyri at missa síni kæru. Fyri nógv eru avbjóðingarnar vorðnar størri, nú tey ikki hava fingið tað frírúm, sum dagtilboðini kunnu vera, og tað eru bólkar, sum frammanundan hava trupult við at leita sær hjálp.

Tað kann vera sera trupult at hugsa klárt, at varðveita yvirlit, og at hava orku at seta seg í samband við stovnar og myndugleikar. Sjálvsálitið er undir trýsti, og neyðugt er hjá hesum at fáa hjálp til at síggja ymsu møguleikarnar, ið finnast, umframt stuðul til at samskipa bæði privatar og almennar loysnir.

Summir felagsskapir hava upplivað at áheitanirnar fækka, og eftir umstøðunum hevur hetta verið væntað. Millum annað tí støðan hevur havt við sær, at nógvur ótryggleiki er kring umstøðurnar í heiminum, óvissa er um arbeiðsstøðuna hjá fólki, og onnur samfelagsviðuskifti hava gjørt innrás í teirra hugaheimi. Tí eru millum annað kvinnur og familjur, ið eru ávirkaðar av harðskapi, í einari serliga sárbærari støðu, umframt at tey undir vanligum umstøðum kunnu kenna tað torført at leita sær hjálp. Hjá fleiri av felagsskapunum, hevur avbyrgingin somuleiðis havt við sær avleiðingar fyri tey, sum eru byrjað í viðgerð av ymiskum slag, og nú einki samband hava við viðgerðarstovnin. Tey eru farin at tosa um sínar kenslur, upplivingar, og tey trauma, sum tey hava verið ella fara ígjøgnum, men standa nú myndaliga talað við einum opnum sári, sum ikki lekist av sær sjálvum.

Barnaverndir kring landið fáa somuleiðis færri fráboðanir, og færri tilvísingar eru til psykiatriina, men hetta merkir sjálvsagt ikki, at minni er at boða frá. Myrkatølini eru væntandi høg, og trýstið fer at koma. 

Aðrir felagsskapir uppliva nógv fleiri áheitanir frá fólki við ymiskum sosialum avbjóðingum og stúranum um eitt nú broyttar lívsumstøður, um væntaðar broytingar, um avvarðandi, sum eru vorðin verri fyri sinnisliga, um økta rúsdrekkanýtslu, um øktan harðskap, einsemi og sjálvmorðstankar. Frætt verður frá fleiri, serliga ungum, sum fyri fyrstu ferð uppliva eyðkenni av strongd vegna broyttu liviumstøðurnar, sum koronakreppan hevur havt við sær. Summi, ið hava upplivað sálarsjúku, siga seg eisini uppliva, at sjúkan vernar í hvørjum.

Væntandi kunnu fleiri teirra fáa tørv á teimum viðgerðum og tilboðum, sum fleiri felagsskapir veita. Neyðugt er at brynja stovnar og felagsskapir til ein størri tørv um stutta tíð. At summi ikki leita sær hjálp og viðgerð í løtuni kann í ringasta føri hava við sær, at eyðkennini kunnu versna og ein kann gerast so sjúkur, at vantandi viðgerð kann gerast drúgv, umframt at sjúkan kann gerast álvarsamari,og tí verri at viðgera. 

Børnini eru serliga sárbær, nú ótryggleiki hevur valdað, og spurningar eru um, hvat tey kunnu vænta, tá ið tey koma aftur á stovn og í skúla. 

Summi av hesum børnum hava undan koronafarsóttini upplivað, at tað kann vera torført at hugsavna seg um heimaarbeiði í heiminum, og seinastu vikurnar við heimaundirvísing kunnu hugsast at hava verið serliga truplar. Felagsskapir vísa á, at børn og ung, sum vaksa upp í heimum við ymiskum sosialum avbjóðingum, hava tað trupult í hesum tíðum við korona. 

Samstundis sum eftirspurningurin er nógv øktur seinastu tíðina hjá fleiri felagsskapum, eru ikki resursir til at hjálpa øllum. Koronakreppan hevur umframt tað gjørt, at fíggjarliga grundarlagið undir virkseminum er hart rakt. Inntøkugrundarlagið hjá flestu okkara er skert, tí tað er tengt at stuðul-virksemi, sum er útsett ella avlýst. 

Vit heita tí inniliga á myndugleikarnar um at taka áhugafelagskapirnar við upp á ráð, tá ið komandi átøk verða sett í verk soleiðis, at vit tryggja, at røddin hjá teimum sárbærastu verður hoyrd. Eisini heita vit á myndugleikarnar at hjálpa okkum at lofta teimum børnum, ungu, vaksnu og familjum, sum avgjørt hava tørv á okkara virksemi og tilboðum – og vónandi væl betur í komandi tíðina enn higartil.