time ouutt

VIT ERU HER EISINI FYRI TEG ALT SUMMARIÐ!

Sinnisbati er gott nokk í summarferiu fram til 15. august, MEN kjattin er enn opið hvørt tað einasta kvøld frá kl. 20-22!

So hevur tú, ella onkran tú kennir, tørv ella brúk fyri at tosa við onkran um eitt hvørt, so eru vit her fyri teg!

Vit eru tøk á kjattinum hvørt kvøld millum kl. 20-22.

Tú ert dulnevnd/ur og tú kanst práta um alt!

**

Les meira um okkara kjatt-ráðgeving her:

Sinnisbati hevur síðani septembur 2019 veitt kjatt ráðgeving umvegis heimasíðuna www.sinnisbati.fo.

Flestu samrøðurnar snúgva seg um einsemi, ótta og stúrarnir av ymiskum slagi, meðan summar snúgva seg um mistan hug til lívið og sjálvmorðstankar. Tað sum serliga ávirkar fólk, er kreppan kring Koronu og hvussu tey skulu og kunnu handfara støðuna. Tað sum er felags fyri tær flestu samrøðurnar er, at tey sum skriva hava tørv á onkrum sum lurtar, uggar tey og sum kann práta og ráðgeva teimum um teirra støðu. Fleiri dáma væl at hava møguleika at samskrifta skrivliga og samstundis sleppa at vera dulnevnd.

Tað er eitt sjálvboðið toymi, sum hevur kjattið um hendi og ráðgevarnir hava drúgvar royndir í at ráðgeva fólki í ymiskum viðuskiftum og lívsumstøðum. Tað er eitt toymi av fólki frá ymiskum yrkisgreinum. Ráðgevarnar arbeiða í vaktum.

Til ber at venda sær til felagið við øllum sløgum at fyrispurningum, stúranum, tonkum og kenslum. Eru spurningar, sum ráðgevin ikki sjálv/sjálvur kann svara uppá, verður viðkomandi vístur til onnur tilboð sum kunnu veita røttu vegleiðing og hjálp. Arbeitt verður út frá galdandi reglum um tagnaðarskyldu og øll sum venda sær til felagið eru dulnevnd.

Øll í øllum aldrum eru vælkomin at skriva til okkum!

time ouutt

Nýggj nevnd til dystin fús

3. mai var ársaðalfundur í Sinnisbata. Vegna tilmælinum frá heilsumyndugleikunum um færri fólk og frástøðu, var lýst á sosialum miðlum og millum limirnar. Eisini var eingin almennur fyrilestur, sum áður hava verið vanligur siður í felagnum.

30 fólk møttu upp á fundinum og víðfevndar viðtøkubroytingar blivu samtyktar. Til ber at lesa viðtøkurnar á heimasíðuni.

Forkvinnan í felagnum, Róa Midjord, helt formannsfrágreiðinga yvir virksemið seinasta árið, og ársfrágreiðing frá skrivstovuni, bleiv latin limirnar, á fundinum.

Nýggj nevnd bleiv vald, og fleiri takkaðu fyri seg.

Vit takka teimum fyri teirra íkast til felagið.

Á fyrstu nevndarfundinum, 17. juni, skipaði nevndin seg soleiðis:

  • Róa Midjord, afturvald sum forkvinna
  • Marjun J. Hentze, afturvald sum næstforkvinna
  • Tummas Thomassen, afturvaldur sum kassameistari
  • Erla Matras Jensen, vald sum nevndarskrivari
  • Súsanna Olsen, nevndarlimur
  • Oda Jóhansdóttir, tiltakslimur
  • Elin Hansen, tiltakslimur

Nevndin er til reiðar at fara til verka við eitt nýtt og spennandi nevndarár, har nógv áhugavert virksemi er á skránni.

Meira verða at frætta leypandi á heimasíðu felagsins og á Facebook-síðuni hjá felagnum.

time ouutt

Loppumarknaður 5. septembur kl. 10-14, Tórsgøta

Sinnisbati skipar fyri loppumarknað, har savnað verður inn til fyribyrgjandi arbeiðið hjá felagnum!

Áður avlýsta loppumarknað-tiltakið, sum skuldi havt verið 4. apríl í ár, verður hildið 5. septembur í Perluni í Tórsgøtu í Tórshavn.

Hevur tú hug at ogna tær nakrar nýggjar lutir og samstundis stuðla einum góðum endamáli, so kom oman!

Allur peningurin fer óskerdur til fyribyrgjandi barna og ungdómsarbeiðið hjá Sinnisbata.

Eisini vera kaffi og køkusøla.

GG! Minnst til reiðan pening!

***

Hevur tú loppur, tú hevur hug at lata til endamálið, so ert tú meira enn vælkomin at venda tær til okkum. Loppur kunnu latast inn kvøldið áðrenn tiltakið.

Til ber at ringa á 597913 ella skriva til sinnisbati@sinnisbati.fo

Til ber at lata minni lutir, møblar, skógvar, leikur og klæðir (í góðum standi og vaskað!). Størri møblar kunnu takast myndir av, og keyparin kann avheinta hjá tykkum.

***

Ver við at stuðla arbeiðnum hjá Sinnisbata, um at bøta um korini hjá fólki við sálarsjúku og sinnisórógvi, og avvarðandi teirra.