3. mai var ársaðalfundur í Sinnisbata. Vegna tilmælinum frá heilsumyndugleikunum um færri fólk og frástøðu, var lýst á sosialum miðlum og millum limirnar. Eisini var eingin almennur fyrilestur, sum áður hava verið vanligur siður í felagnum.
30 fólk møttu upp á fundinum og víðfevndar viðtøkubroytingar blivu samtyktar. Til ber at lesa viðtøkurnar á heimasíðuni.
Forkvinnan í felagnum, Róa Midjord, helt formannsfrágreiðinga yvir virksemið seinasta árið, og ársfrágreiðing frá skrivstovuni, bleiv latin limirnar, á fundinum.
Nýggj nevnd bleiv vald, og fleiri takkaðu fyri seg.
Vit takka teimum fyri teirra íkast til felagið.
Á fyrstu nevndarfundinum, 17. juni, skipaði nevndin seg soleiðis:
- Róa Midjord, afturvald sum forkvinna
- Marjun J. Hentze, afturvald sum næstforkvinna
- Tummas Thomassen, afturvaldur sum kassameistari
- Erla Matras Jensen, vald sum nevndarskrivari
- Súsanna Olsen, nevndarlimur
- Oda Jóhansdóttir, tiltakslimur
- Elin Hansen, tiltakslimur
Nevndin er til reiðar at fara til verka við eitt nýtt og spennandi nevndarár, har nógv áhugavert virksemi er á skránni.
Meira verða at frætta leypandi á heimasíðu felagsins og á Facebook-síðuni hjá felagnum.