time ouutt

Landinnsavningin hjá Sinnisbata er útsett til komandi ár

Landsinnsavningin hjá Sinnisbata, sum skuldi verið í Sálarheilsuvikuni (millum 5.-11. oktobur) er útsett til komandi ár.

Sum støðan er í løtuni, verður ikki mett, tað vera ráðiligt, at skipa fyri landsinnsavning, sum var ætlanin at gera fyri fyrstu ferð í ár.

Arbeitt verður í løtuni við, hvussu vit kunnu skipa okkum komandi tíðina, tillaga arbeiðið og fyrireika okkum til komandi ár.

***

Fíggjarligan stuðul frá fólkum og fyritøkum, hevur alt at siga fyri arbeiðnum hjá felagnum, so hevur tú hug at stuðla arbeiðnum hjá Sinnisbata, ber til at lata eitt oyra á fylgandi kontur:

Betri Banki: 9181-0001330898
Bank Nordik: 6460-0001639465
Norðoya Sparikassi: 9865-0001024242
Suðuroy Sparikassi: 9870-0001017757

Eisini ber til at gerast limur í felagnum, bæði sum einstaklingur og sum fyritøku.

Stóra takk fyri!

Les meira her: http://sinnisbati.fo/studla/

time ouutt

Nýggir avvarðandibólkar byrja eftir ætlan í septembur. 

Ert tú, ella ein tú kennir, avvarðandi at einum menniskja við sinnisligum avbjóðingum og sjúku, ber tað nú til at gerast partur av einum avvarðandibólki, har tú saman við øðrum, kann lætta hjartað, tínar tankar og kenslur viðvíkjandi tína og tykkara støðu.
 
Enn eru ikki greitt um bólkarnir sum byrja verða ungdómsbólkar, har børn og ung eru avvarðandi, vaksnamannabólkar fyri foreldur og/ella makum. Tað velst um, hvør teknar seg til tilboðið. 
 
Vit taka atlit til tilmælini hjá heilsumyndugleikunum viðvíkjandi koronu smittuvanda, og halda gott reinføri og frástøðu. Bólkarnir møtast í hølinum hjá Sinnisbata í MEGD-húsinum á Íslandsvegi 10C í Tórshavn.
 
***
 

Avvarðandi bólkarnir hjá Sinnisbata eru bólkar, har umleið 6-10 avvarðandi møtast. Tey avvarðandi kunnu tosa opið og erligt um upplivingar, trupulleikar og kenslur, sum hava við teirra støðu sum avvarðandi at gera. Endamálið við bólkunum er, at ein kann hitta fólk í líknandi støðum, og at luttakararnir kunnu stuðla hvør øðrum og veita hjálp til sjálvhjálp. Sostatt er tilboðið ikki eitt viðgerðar tilboð, men luttakararnir kunnu saman finna loysnir og deila royndir. Bólkarnir verða stuðlaðir av tveimum fakfólkum, sum hava serkunnleika innan økið. Luttakararnir og fakfólkini eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.

Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni gerst sjúkur. Familjustøðan broytist. Nógv kenna seg ørkymlaði, ráðaleys og máttleys. Eru møguliga ráðavill í mun til, hvussu tey skulu handfara tann rakta, ávíkavist tætt familja ella vinir.

Endamálið við sjálvhjálparbólkunum er m.a., at avvarðandi fáa møguleika at hitta onnur í somu støðu, eitt frírúm, at hittast uttanfyri sjúkrahúsið og fáa góð ráð frá øðrum avvarðandi og á hendan hátt fáa orku, at halda áfram, at stuðla teirra kæru, ið gerast sálarsjúk, eitt skifti í lívinum, ella við jøvnum millumbilum.

Ynskir tú at koma við í bólkin, kanst tú melda teg til umvegis tilmeldingarskjalið á heimasíðuni, www.sinnisbati.fo. Um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi, kanst tú ringja til Sinnisbata á tlf. 59 7913 ella skriva til okkum á sinnisbati@sinnisbati.fo, ella umvegis Facebook.

Kostnaður fyri luttøku er 300 kr. pr. skeið á 8 ferðum.

time ouutt

Altjóða Sálarheilsudagur-tiltakið, sum vit kenna tað, er avlýst

Tiltakið sum skuldi hava verið í Tórsgøtu á Altjóða Sálarheilsudegnum hin 10. oktobur, er avlýst.

Arbeitt verður tó við, at skipa fyri einum spennandi talgildum tiltaki, har øll fáa møguleikan at luttaka.

Vit hava bíðað til seinastu løtu, at vita hvussu støðan við Koronu fór at laga seg, men vit mugu tíverri ásanna, at nú farsóttin aftur ger um seg í Føroyum, so er ikki ráðiligt at savna omanfyri 500 fólkum á Altjóða Sálarheilsudegnum. Serliga tí fleiri av teimum sum luttaka á degnum, eru fakfólk á heilsu- og almannaøkinum. Hesu fólk eru júst tey, sum eru um teir borgarnir, sum vit øll skulu ansa serliga væl eftir í løtuni, ikki gerast sjúk av COVID-19.

Fyrireikingarnar til stóra tiltakið krevja nógva orku og tíð, hetta fyri at leggja so góða skrá til rættis við so spennandi og gevandi innihald, sum møguligt; men nú støðan er versnað aftur, og tíkist ósikkur, finna vit tað mest ráðiligt, at avlýsa tiltakið, sum vit kenna tað, og heldur brúka orkuna uppá, at gera eitt gott og spennandi talgilt tiltak, sum øll kunnu verða ein partur av, uttan mun til smittuvandanina.

Somuleiðis er stóra stuðulskonsertin, sum skuldi verið um kvøldið hin 10. oktobur á Reinsarínum, avlýst. Ætlanin var at savna pening inn til fyribyrgjandi arbeiðið hjá felagnum, eitt nú dulnevndu ráðgevingina og barna- og ungdómsarbeiðið.

Vit harmast um støðuna, men vóna at vit skjótt kunnu venda aftur til vanliga virksemið hjá Sinnisbata.