Nýggir avvarðandibólkar byrja eftir ætlan í septembur. 

Ert tú, ella ein tú kennir, avvarðandi at einum menniskja við sinnisligum avbjóðingum og sjúku, ber tað nú til at gerast partur av einum avvarðandibólki, har tú saman við øðrum, kann lætta hjartað, tínar tankar og kenslur viðvíkjandi tína og tykkara støðu.
 
Enn eru ikki greitt um bólkarnir sum byrja verða ungdómsbólkar, har børn og ung eru avvarðandi, vaksnamannabólkar fyri foreldur og/ella makum. Tað velst um, hvør teknar seg til tilboðið. 
 
Vit taka atlit til tilmælini hjá heilsumyndugleikunum viðvíkjandi koronu smittuvanda, og halda gott reinføri og frástøðu. Bólkarnir møtast í hølinum hjá Sinnisbata í MEGD-húsinum á Íslandsvegi 10C í Tórshavn.
 
***
 

Avvarðandi bólkarnir hjá Sinnisbata eru bólkar, har umleið 6-10 avvarðandi møtast. Tey avvarðandi kunnu tosa opið og erligt um upplivingar, trupulleikar og kenslur, sum hava við teirra støðu sum avvarðandi at gera. Endamálið við bólkunum er, at ein kann hitta fólk í líknandi støðum, og at luttakararnir kunnu stuðla hvør øðrum og veita hjálp til sjálvhjálp. Sostatt er tilboðið ikki eitt viðgerðar tilboð, men luttakararnir kunnu saman finna loysnir og deila royndir. Bólkarnir verða stuðlaðir av tveimum fakfólkum, sum hava serkunnleika innan økið. Luttakararnir og fakfólkini eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.

Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni gerst sjúkur. Familjustøðan broytist. Nógv kenna seg ørkymlaði, ráðaleys og máttleys. Eru møguliga ráðavill í mun til, hvussu tey skulu handfara tann rakta, ávíkavist tætt familja ella vinir.

Endamálið við sjálvhjálparbólkunum er m.a., at avvarðandi fáa møguleika at hitta onnur í somu støðu, eitt frírúm, at hittast uttanfyri sjúkrahúsið og fáa góð ráð frá øðrum avvarðandi og á hendan hátt fáa orku, at halda áfram, at stuðla teirra kæru, ið gerast sálarsjúk, eitt skifti í lívinum, ella við jøvnum millumbilum.

Ynskir tú at koma við í bólkin, kanst tú melda teg til umvegis tilmeldingarskjalið á heimasíðuni, www.sinnisbati.fo. Um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi, kanst tú ringja til Sinnisbata á tlf. 59 7913 ella skriva til okkum á sinnisbati@sinnisbati.fo, ella umvegis Facebook.

Kostnaður fyri luttøku er 300 kr. pr. skeið á 8 ferðum.