time ouutt

Fyrilestur við Rudi Køhnke: Ein dansur við óttanum – ein frásøgn um eitt lív við angist og vón

Danski sjónleikarin, Rudi Køhnke, sum vit kenna frá filminum “Fuglefangerens Søn”, har hann spælir føroyski Esmar, kemur aftur til Føroyar.

Í sambandi við hansara luttøku á talgilda tiltakinum á Altjóða Sálarheilsudegnum tann 10. oktobur, heldur hann fyrilestur um sítt lív við angist í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið 11. oktobur kl. 20.

Rudi fekk sítt gjøgnumbrot sum sjónleikari í filmunum “Nordkraft” og “Fidibus” í 00’unum. Síðan hevur Rudi verið at sæð í fleiri filmum og sjónvarpsrøðum, millum annað í krimirøðini “Bedrag” og í filminum “Christian IV - Den sidste Rejse” frá 2019, har hann spælir høvuðsleiklutin sum tann ungi Christian kongur.

Í 2018 greiddi Rudi opið og erligt frá um eitt lív við ótta í DR sjónvarpsrøðini “Rudi er bange” (sí meira her: https://www.dr.dk/drtv/serie/rudi-er-bange_6849). Hann hevur drigist við angist síðan hann var barn, og óttin hevur ávirkað lív og yrkisleið hansara neiligt í fleiri førum. Men í dag hevur Rudi lært at liva við sínum ótta og hevur funnið amboð, sum kunnu hjálpa honum at dansa við óttanum, heldur enn at arbeiða ímóti, hóast hansara angist roynir at hála hann niður.

Angist er ein teimum mest útbreiddu psykiatrisku diagnosunum, og hon kann raka okkum øll. Tað sigst, at vit øll í minsta lagi kenna ein, íð hevur angist og upplivir ótta. Hóast hetta er enn eitt stórt tabu kring tað at liva við angist.

Sinnisbati ynskir við fyrilestrinum, at varpa meira ljós á angist og vera við til at fremja meira opinleika og størri fatan í føroyska samfelagnum kring lívið við angist.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at tekna seg til fyrilesturin á www.nlh.fo, tí atgongd er einans fyri 100 fólkum. Hetta er fyri at halda COVID-19 tilmælini um smittuvanda, frá heilsumyndugleikunum.

Tiltakið er eitt samstarv ímillum Sinnisbata og Norðurlandahúsið.

time ouutt

Altjóða Sálarheilsudagur 2020 – skráin er klár!

Altjóða Sálarheilsudagur-tiltakið, sum vit kenna tað, er avlýst.

Undir vanligum umstøðum, hava vit seinastu trý árini, skipað fyri einum stórum og fevnandi tiltak í Østrøm í Havn. Men í ár verður tað øðrvísi!

Hóast ætlanin var, at hátíðarhalda dagin sum vant, men hesu ferð í Perluni og á Reinsarínum í Tórsgøtu, mugu vit ásanna, at tað ikki er ráðiligt, nú korona farsóttin aftur ger um seg í Føroyum. Fleiri teimum sum luttaka á degnum eru fakfólk innan heilsu- og almannaøkinum, og tað eru júst tey, sum eru um teimum borgararum, sum vit í løtuni mugu ansa eyka væl aftir, ikki gerast sjúk av COVID-19.Vit harmast sjálvsagt um støðuna, men vit síggja, at okkara systurfeløg uttanlands hava tikið somu atlit, og vit ynskja so best ber til, at fylgja tilmælinum frá heilsumyndugleikunum. Tað meta vit ikki ber til, um vit savna omanfyri 500 fólk hendan dagin, sum vant.

***

Í staðin skipa vit fyri eitt spennandi talgild tiltak, og skráin er klár!

Tiltakið byrjar kl. 19 og verður stroymt á Facebook og Youtube!

Orðstýrari verður Liljan Weihe.

Kl. 19: Róa Midjord, forkvinna í Sinnisbata, bjóðar vælkomin og gevur orðið til orðstýraran.

Kl. 19:05 Elsebeth Mercedes Gunnleysdóttir, landsstýriskvinna í Almannamálum, sigur nøkur orð.

Kl. 19:10 Sofaprát við Asger Kristian Eið Karinarson. Um tað at fáa eina diagnosu og liva sum vaksin við ADD.

Kl. 19:40 Tónleikainnslag við SWAY.

Kl. 19:55 Fyrilestur við Jákup Boga Joensen: "Tá sálin fjøtrað var".

Kl. 20:15 Sofaprát við Rudi Køhnke um tað at liva við angist. Rudi er danskur sjónleikari og millum annað kendur frá høvuðsleiklutum í "Fidibus" og "Fuglefangerens søn", har hann spælir føroyingin Esmar.

Kl. 20:40 Tónleikainnslag við JASMIN.

Kl. 20:55 Ársins sálarheilsuvirðisløn verður handað av landsstýrismanninum í Heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen.

Kl. 21:00 Forkvinnan takkar fyri og tiltakið endar.

Vit gleða okkum at “síggja” tykkum!

time ouutt

Hvør skal hava ársins sálarheilsuvirðisløn 2020?

Hevur tú eitt uppskot til hvør skal hava ársins sálarheilsuvirðisløn?

Sinnisbati fer fyri fjóðru ferð, í sambandi við Altjóða Sálarheilsudagin 10. oktober, at handa eina Sálarheilsuvirðisløn til ein einstakling ella bólk.

Almenningurin, einstaklingar og feløg fáa við hesum høvi at skjóta upp, hvør hevur hendan heiður uppibornan.

Endamálið við eini slíkari Sálarheilsuvirðisløn er, at heiðra ein ella fleiri, sum hava gjørt eitthvørt átak, tiltak ella annað, sum á serligan hátt hevur varpað ljós á sálarheilsu, og gjørt eitt arbeiði fyri at bøta um og/ella arbeiða sálarheilsu fremjandi. Høvi er til at skjóta einstaklingar og bólkar upp, vísandi til tiltøk, sum verða framd kring alt landið.

Øll kunnu tilnevna, hvør skal hava Sálarheilsuvirðislønina. Ein dómsnevnd ger síðani av, hvør skal hava heiðurin av at fáa fyrstu Sálarheilsuvirðislønina, út frá innkomnu uppskotunum.

Virðislønin verður handað á Altjóða Sálarheilsudegnum, sum í ár verður taldild á Facebook og Youtube.

Uppskot kunnu sendast Sinnisbata á sinnisbati@sinnisbati.fo í seinasta lagi týsdagin tann 6. oktober á middegi.