Fyrilestur við Rudi Køhnke: Ein dansur við óttanum – ein frásøgn um eitt lív við angist og vón

Danski sjónleikarin, Rudi Køhnke, sum vit kenna frá filminum “Fuglefangerens Søn”, har hann spælir føroyski Esmar, kemur aftur til Føroyar.

Í sambandi við hansara luttøku á talgilda tiltakinum á Altjóða Sálarheilsudegnum tann 10. oktobur, heldur hann fyrilestur um sítt lív við angist í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið 11. oktobur kl. 20.

Rudi fekk sítt gjøgnumbrot sum sjónleikari í filmunum “Nordkraft” og “Fidibus” í 00’unum. Síðan hevur Rudi verið at sæð í fleiri filmum og sjónvarpsrøðum, millum annað í krimirøðini “Bedrag” og í filminum “Christian IV - Den sidste Rejse” frá 2019, har hann spælir høvuðsleiklutin sum tann ungi Christian kongur.

Í 2018 greiddi Rudi opið og erligt frá um eitt lív við ótta í DR sjónvarpsrøðini “Rudi er bange” (sí meira her: https://www.dr.dk/drtv/serie/rudi-er-bange_6849). Hann hevur drigist við angist síðan hann var barn, og óttin hevur ávirkað lív og yrkisleið hansara neiligt í fleiri førum. Men í dag hevur Rudi lært at liva við sínum ótta og hevur funnið amboð, sum kunnu hjálpa honum at dansa við óttanum, heldur enn at arbeiða ímóti, hóast hansara angist roynir at hála hann niður.

Angist er ein teimum mest útbreiddu psykiatrisku diagnosunum, og hon kann raka okkum øll. Tað sigst, at vit øll í minsta lagi kenna ein, íð hevur angist og upplivir ótta. Hóast hetta er enn eitt stórt tabu kring tað at liva við angist.

Sinnisbati ynskir við fyrilestrinum, at varpa meira ljós á angist og vera við til at fremja meira opinleika og størri fatan í føroyska samfelagnum kring lívið við angist.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at tekna seg til fyrilesturin á www.nlh.fo, tí atgongd er einans fyri 100 fólkum. Hetta er fyri at halda COVID-19 tilmælini um smittuvanda, frá heilsumyndugleikunum.

Tiltakið er eitt samstarv ímillum Sinnisbata og Norðurlandahúsið.