time ouutt

Kommunuvalið 2020: Vel meg – tí eitt menniskja eri eg

Fáa tær eina Facebook-rammu fram til Kommunuvalið 2020, fyri at vísa á, at tú ynskir at meira dentur verður lagdur á sosiala trivnaðin og sálarligu heilsuna!

Sinnisbati ynskir at geva sítt íkast til valstríðið og politiska kjakið, við at seta sjóneykuna á ymisk politisk evni, sum felagið heldur vera viðkomandi í sambandi við komandi kommunuval. Vit ynskja við hesum at vísa á eina síðu av politiska kjakinum, sum vit meta er alt ov lítið er at síggja, og leggja dent á evni, sum eru viðkomandi fyri borgarar í samfelagnum, sum tíverri eiga ov lítla rúmd. 

Eitt eru tung politisk og fíggjarlig mál, sum innkomuvegur, tunnlar, bygningar, kloakkir og grót. Eitt annað err sosial mál, sum røra borgararnar her og nú, og sum hava alstóran týdning fyri trivnaðin og sálarligu heilsuna. 

Slagorðið hjá Sinnisbata fram til kommunuvalið hin 10. november er “Vel meg - tí eitt menniskja eri eg”.

Tankarnir aftanfyri hetta slagorðið eru: Vit skulu hvør sær, tá vit fara á val eins og tey sum stilla upp til val, hugsa um menniskjað.

Tað kann tykjast sum um  tað verður løgd nógv orka í stór tung politisk mál, heldur enn at síggja hvønn einstakan borgara í einum meira fjølbroyttum ljósi. Tí siga vit “Vel meg”, sum skal vísa til, at hugsað verður um teir borgarar, sum ikki fylla so nógv í politiska kjakinum - og “tí eitt menniskja eri eg”, tí tað at vera ein borgari í eina kommunu, har nógv verður gjørt fyri sosiala trivnaðin og har sálarliga heilsan verða tryggjað, hevur stóra týdning fyri, hvussu vit sum menniskju klára okkum og megna lívið, tá vit møta avbjóðingum. 

Í sambandi við, at Sinnisbati komandi vikurnar fer at senda skriv til uppstillaðu valevnini kring landið og leggja ymisk ítøkilig politisk ynski út á heimasíðu felagsins at lesa, hava vit sniðgivið eina Facebook-rammu við slagorðinum. Vit vóna, at nógvir føroyingar vilja taka rammuna til sín og nýta hana fram til valið. Við rammuni ber til sum einstakur borgari í kommununum kring landið at vísa á, saman við Sinnisbata, at ynskt verður, at dentur verða lagdur á teg og meg sum menniskju. Ikki í staðin fyri nakað annað, men sum ein líka stórur partur.

Við hesum vilja vit ynskja øllum eitt sera gott val og gott valstríð til øll tykkum, sum eru uppstillað.

Beinleiðis leinki:

www.facebook.com/profilepicframes/?selected_overlay_id=3664167003641851

time ouutt

Ársins Sálarheilsuvirðisløn 2020 – handað í Perlan, Tórsgøta, tann 10. oktober

Ársins Sálarheilsuvirðisløn 2020 bleiv í kvøld handað á Altjóða Sálarheilsudegnum, sum í ár var eitt stroymað tiltak, hildið í Perluni í Tórshavn.

Viðkomandi sum uttanhýsis dómsnevndina valdi í ár, skuldi hava hendan heiðurin, varð Anna Malan Jógvansdóttir. Tað var landsstýrismaðurin í Heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, sum handaði viðislønina.Vit vilja ynskja Onnu Maluni hjartaliga tillukku við væl uppiborðnað virðurslønini!

Sum grungeving, verður sagt:

"Ársins Sálarheilsuvirðisløn fær: Anna Malan JógvansdóttirAnna Malan Jógvansdóttir er rithøvundur og listakvinna. Hon hevur millum annað givið út fleiri yrkingarsøvn og í 2019 gav hon út hybridbókina, "Psykosudrotningin sigur frá", har hon greiðir frá um lívið við psykosu. Hon letur lesaran og áskoðarnar sleppa inn í ein heim, sum tey fægstu kenna. Ein sonn og erlig frásøgn frá einari sera væl orðaðari kvinnu, sum við sínum vøkru og litføgru myndum, gevur okkum innlit í ein heim við sorg, gleði, vreiði, vónloysi og vón.Anna Malan megnar við sínum orðum at skapa eitt forstáilsi, sum tørvur er á. Hjartanemandi er tað, at hon vakurt og hugvekjandi traðkar fram og sigur frá.Við verkinum fær Anna Malan varpað ljós á, hvat ein psykosa er, bæði í orðum og myndum og eisini um leiðina at koma fyri seg aftur.Seinastu árini hevur Anna Malan somuleiðis verið úti og hildið fleiri fyrilestrar á skúlum og stovnum um lívið við psykosu. Einans við upplýsing blíva vit klókari og ríkari sum samfelag. Anna Malan er ein stór fyrimynd fyri mong sum stríðast og koma fyri seg aftur. Fyri hetta arbeiði eigur hon eina stóra tøkk, at hon gjøgnum sína rit- og myndlist gevur okkum loyvi at gerast klókari og ríkari."

Les røðuna hjá Kaj Leo Holm Johannesen her:

https://www.hmr.fo/fo/kunning/tidindi/kaj-leo-holm-johannesen-handar-arsins-salarheilsuvirdislon/

time ouutt

Ikki rætta staðið at spara

Eitt av málunum, sum í morgin, 8. oktobur, fer til 1. viðgerðar í tinginum, er uppskotið um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk hjá Almannamálaráðnum. Málið hevur longu verið nógv til viðgerðar í fjølmiðlum og hjá avvvarðandi stovnum og feløgum, sum varða av teimum fólkunum, sum uppskotið kemur at hava avleiðingar fyri.

Tað er eingin loyna, at uppskotið fyllir nógv hjá Sinnisbata og limum felagsins, sum eru í tillagað størvum ella eru avvarðandi, og sum við hesum broytingunum koma at blíva rakt.

Sinnisbati vil við hesum upp á tað kraftigasta frámæla, at hesa broytingarnar verða framdar í løgtingslógini um arbeiðsfremjandi tiltøk. Tað er rætt og slætt ikki rætta stað at spara pengar. Talan er um 1,5 mio. krónur, sum Almannamálaráðið metir at broytingarnar í lógini fer at hava við sær av sparingum her og nú, men avleiðingarnar fyri borgararnar, sum eru í skipanina, eru stórar.

Broytingarnar kunnu fáa sera stórar avleiðingar, ikki bara fíggjarliga, men eisini menniskjasliga. Tað at kunna vakna um morgunin og føla, at tú gert mun fyri samfelagið og kanst geva íkast við at fara til arbeiðis - um tað bara eru fáir tímar um vikuna, hevur alstóran týdning. Sannleikin er, at fleiri av hesum fólkunum, um hendan skipanin ikki var til, høvdu verið fyritíðarpensionistar. At fáa møguleikan at virka á arbeiðsmarknaðinum, hóast skerdar arbeiðsførleikar, er nakað, sum gevur innihald í lívinum, og tað er ringt at seta krónur og oyrir á. Tað er ringt at ímynda sær, hvussu stórar avleiðingar hesi broytingarnar kunnu hava við sær, men ikki ringt at ímynda sær, at avleiðingarnar koma at kosta landskassanum  - og samfelagnum munandi meira í hinum endanum, tí hesi menniskju koma at hava fyri neyðigini at brúka aðrar skipanir; summar sum fíggjarliga kostar munandi meira og ikki geva líka stóra lívsgóðsku, sum tað at geva eitt ískoyti til at fáa samfelagshjólini at mala.

Sinnisbati vónar og heitir á Landsstýriskvinnan í Almannamálum og løgtingslimir, bæði í samgongu og anstøðu, um at taka frámælini um samtykt av hesum uppskotinum, í størsta álvara.

 

Róa Midjord, forkvinna í Sinnisbata