Ikki rætta staðið at spara

Eitt av málunum, sum í morgin, 8. oktobur, fer til 1. viðgerðar í tinginum, er uppskotið um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk hjá Almannamálaráðnum. Málið hevur longu verið nógv til viðgerðar í fjølmiðlum og hjá avvvarðandi stovnum og feløgum, sum varða av teimum fólkunum, sum uppskotið kemur at hava avleiðingar fyri.

Tað er eingin loyna, at uppskotið fyllir nógv hjá Sinnisbata og limum felagsins, sum eru í tillagað størvum ella eru avvarðandi, og sum við hesum broytingunum koma at blíva rakt.

Sinnisbati vil við hesum upp á tað kraftigasta frámæla, at hesa broytingarnar verða framdar í løgtingslógini um arbeiðsfremjandi tiltøk. Tað er rætt og slætt ikki rætta stað at spara pengar. Talan er um 1,5 mio. krónur, sum Almannamálaráðið metir at broytingarnar í lógini fer at hava við sær av sparingum her og nú, men avleiðingarnar fyri borgararnar, sum eru í skipanina, eru stórar.

Broytingarnar kunnu fáa sera stórar avleiðingar, ikki bara fíggjarliga, men eisini menniskjasliga. Tað at kunna vakna um morgunin og føla, at tú gert mun fyri samfelagið og kanst geva íkast við at fara til arbeiðis - um tað bara eru fáir tímar um vikuna, hevur alstóran týdning. Sannleikin er, at fleiri av hesum fólkunum, um hendan skipanin ikki var til, høvdu verið fyritíðarpensionistar. At fáa møguleikan at virka á arbeiðsmarknaðinum, hóast skerdar arbeiðsførleikar, er nakað, sum gevur innihald í lívinum, og tað er ringt at seta krónur og oyrir á. Tað er ringt at ímynda sær, hvussu stórar avleiðingar hesi broytingarnar kunnu hava við sær, men ikki ringt at ímynda sær, at avleiðingarnar koma at kosta landskassanum  - og samfelagnum munandi meira í hinum endanum, tí hesi menniskju koma at hava fyri neyðigini at brúka aðrar skipanir; summar sum fíggjarliga kostar munandi meira og ikki geva líka stóra lívsgóðsku, sum tað at geva eitt ískoyti til at fáa samfelagshjólini at mala.

Sinnisbati vónar og heitir á Landsstýriskvinnan í Almannamálum og løgtingslimir, bæði í samgongu og anstøðu, um at taka frámælini um samtykt av hesum uppskotinum, í størsta álvara.

 

Róa Midjord, forkvinna í Sinnisbata