Skærmbillede 2024-03-22 kl. 11.58.57 AM

Tíð er til at handla – tíð er ikki til at bíða 

Nýggj kanning hjá Fólkaheilsuráðnum er júst blivin almen. Umleið 3.000 føroyingar eru ein partur av kanningi, og tí má sigast, at úrslitið má takast í størsta álvara, tá umleið 6% av íbúgvunum eru við í kanningini. 

Kanningin vísir nógv ymisk úrslit um fólkaheilsuna hjá føroyingum, men eingin ivi skal vera í, at summi av úrslitini eru meira ørkymlaðandi enn onnur. 

Í Sinnisbata eru vit mest av øllum upptikin av, hvussu føroyingar hava tað sálarliga, og hvussu vit kunnu arbeiða sálarheilsufremjandi og á tann hátt kann virka fyribyrgjandi í at fólk gerast sálarliga sjúk. Nýggja fólkaheilsukanningin hjá Fólkaheilsuráðnum er tí sera ørkymlandi og lítið hugaligur lesnaður. 

Kanningin vísir, at serliga ung í Føroyum hava tað torført sálarliga, og enntá verri, um vit samanbera okkum við onnur norðurlond. Hetta er ikki nakað vit í samfelagnum, landspolitiskt og kommunalt, kunnu síggja burtur frá. Um hesi tølini samsvara 1:1 við veruleikan, so merkir hetta, alt annað líka, at har er nakað, sum ikki er gjørt rætt, í mun til hvussu vit hava sett okkara samfelag saman. Okkurt er skeivt í okkara politisku raðfesting. 

Vit vita frá tølum og kanningum úr londum vit samabera okkum við, at sálarligar sjúkur eru størsta sjúkrabyrðan millum ung, og altjóða heilsustovnurin WHO vil vera við, at tunglyndi fer at vera størsta sjúkrabyrðan í heiminum yvirhøvur í 2030. Somuleiðis vita vit út frá donskum kanningum, at helvtin av øllum sálarligum sjúkum taka seg upp hjá teimum ungu áðrenn 14 ára aldur og 75% áðrenn 24 ára aldur. Hetta eru tøl, sum eru til at taka og føla uppá. 

Kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum sigur okkum millum annað, at fimta hvør kvinna og tíggjundi hvør maður í aldrinum 18-24 ár hava havt eina sálarliga sjúku, sum hevur vart longri enn seks mánaðir. Haruftrat sigur kanningin okkum, at onnur hvør kvinna og triði hvør maður í aldursbólkinum 18-24 ár kenna seg strongd. Tað eru tey lesandi, sum kenna seg mest strongd og talið er heilt uppi á 48%. 

Tað er ikki eitt loyndarmál, at psykiatriska økið als ikki er raðfest nóg høgt politiskt, hóast økið er raðfest munandi hægri seinnu árini. Har er langt á mál. 

Altjóða heilsustovnurin metir, at psykiatrisk viðgerð í heilsuverkinum í Europa fyllir 20%, hóast psykiatriska økið í fíggjarætlanum í miðal er umleið 5%. Hetta merkir, at trupulleikin ikki bara er her í Føroyum, men tað er ein heimstrupulleiki, sum vit mugu taka í álvara. Úrslitið av manglandi raðfesting og fyribyrging síggja vit nú og koma at síggja meira til tað framyvir, um ikki við gera okkurt munagott beinanvegin. Kommunur og landið, stovnar og feløg í felag. Tað ber ikki til at siga tað ov ofta. Talan er ikki bara um væntandi viðgerð og tilboð á psykiatriska deplinum, langa bíðitíðir og manglandi starvsfólk. Tað er allan vegin ígjøgnum, at vit mugu seta inn. Fleiri ressoursir mugu gevast til økispsykiatriina, sosialpsykiatriina og aðrar stovnar og feløg, sum arbeiða sálarheilsufremjandi.

Ein samskipandi eind má vera, so myndugleikar, stovnar og feløg, sum veita tilboð og ráðgeving, tosa betri saman og hava eitt felags útgangsstøði, so tey ungu kunnu loftast nógv skjótari. Vit eru komin væl ávegis við nýggja tilboðnum, sum herfyri bleiv einmalt samtykt í Løgtinginum, ókeypis sálarfrøðilig hjálp til ung millum 15-35 ár. Men tilboðið kann ikki standa einsamalt í royndini at hjálpa uppundir sálarheilsuna hjá teimum ungu. Tilboðið er ætlað teimum, sum longu eru blivin sjúk av angist og tunglyndi. Vit mugu forða fyri, at tey ungu koma har út, at ein diagnosa at hesum slagið er neyðug. Vit mugu fyribyrgja og hava ein felags leist fyri, hvussu vit best møguligt lofta teimum ungu. Fyrbyrging er lykilin. 

Hjá Sinnisbata síggja vit, at nógv av teimum ungu, sum fáa ráðgeving, hava avbjóðingar við at handfara gerandisdagin, føla einsemi, hava trupulleikar við familju og vinum og hava sum heild hava torført við at liva eitt ungdómslív, sum kann rúma nógvum avbjóðingum. Hjá teimum ungu, sum liva í heimum, har avbjóðingar framanundan eru, so sum rúsdrekka og rúsevnir, harðskapur, álvarsligar sjúkur og kynsligur ágangur, eru avbjóðingarnar bara uppaftur størri. Hesi ungu eru serligt útsett fyri at fáa sálarligar avbjóðingar í lívinum - og vit skylda teimum ungu, at gera alt vit kunnu fyri at lofta teimum áðrenn, tey gerast viðgerðakrevjandi. 

Tað ikki bara verjir nógvum fólkum frá avbjóðingum og ringum lívsumstøður í framtíðini - tað er eisini at spara samfelagnum fyri stórum fíggjarligum útreiðslum. Og samfelagið er vit - tað er tú og eg! 

/Laura Apol, aðalskrivari í Sinnisbata

Les meira her: Fólkaheilsuráðið

Skærmbillede 2024-03-22 kl. 11.58.57 AM

Ung ið bera brek

Týsdagin 25. novembur, mikudagin 26. novembur og hósdagin 27. novembur, eru vit við at umboða ung í Føroyum, ið bera brek á fundi hjá partur av Nordisk Ministerråd.

Meginfelagið, MEGD, situr í tí sum eitur "Rådet för nordiskt samarbete om funktionshinder". Har eru tvey ung føroysk umboð bjóðað við, at luttaka á fundinum og greiða stutt frá avbjóðingarnar vit síggja her í Føroyum. Eitt umboð er úr Sinnisbata. Vit eru sera fegin at sleppa við á slíkum fundum, sleppa til orðana og ikki minst, at vera við at sera fokus á brekøkið í eitt breiðari høpi.

Tað er Nordens välfärdscenter, sum skipar fyri fundin. Eisini hevur Nordens välfärdscenter givið út bókling um tað at inndraga børn og ung í arbeiðnum á brekøkinum:

Inga barn eller unga ska lämnas utanför

Tak niður her (á svenskum):

Inga-barn-eller-unga-ska-lämnas-utanför

No child or young person should be left behind

Nordens välfärdscenter hevur gjørt og orðað fleiri bóklingar innan brekøkið. Sí fleiri teirra niðanfyri.

Politikk for likestilling for personer med funksjonsnedsettelser i Norden

Norden för alla

Skærmbillede 2024-03-22 kl. 11.58.57 AM

Hevur tú hug at ráðgeva og hjálpa fólkum, ið hava avbjóðingar?

Ert tú ein av okkara nýggju ráðgevum?

Seinasti árið hevur Sinnisbati bjóðað talgilda ráðgeving til borgarar. Ráðgevingin hevur verið væl vitjað og avbjóðingarnar hjá fólki, sum hava vent sær til ráðgevingin, hava verið sera fjølbroyttar. Felags fyri allar samrøðurnar hevur verið, at talan eru um menniskju, ið hava tað trupult, og tað ger, at tey hava tørv á ráðgeving og vegleiðing. Flestu samrøðurnar eru ein ráðgevingarsamsrøða, meðan nakrar eru afturvendandi. Øll, sum venda sær til ráðgevingina, kunnu verða dulnevnd, eins væl og ráðgevarnar eru tað.

Kjatt-ráðgevingin er opin hvørt kvøld frá kl. 20-22, og er at finna á www.sinnisbati.fo.

Vit leita eftir fleiri ráðgevum til okkara toymi, sum er mannað við dugnaligum fakfólkum innan ymisk yrkisøki, t.d. námsfrøði, misbrúkviðgerð, psykoterapi, sálarfrøði og sosialar ráðgeving.

Talan er um eitt toymi av óløntum ráðgevum.

Les meira um talgilda ráðgeving hjá Sinnisbata á www.sinnisbati.fo. Har ber eisini til at finna hagtøl og nærri greining av teimum avbjóðingum tey, ið skriva inn, dragast við.

Vit vænta:

  • at tú hevur heilsu-, námfrøðiliga ella sosialfakliga útbúgving. Onnur við viðkomandi royndum innan líknandi ráðgeving eru vælkomin at søkja. Lesandi innan heilsu, námfrøðiliga ella sosialfakliga útbúgving eru vælkomin at søkja, tó skulu hesi hava lokið minimum bachelor stig (serlig uttantøk kunnu koma fyri).
  • at tú hevur viðkomandi starvsroyndir innan ráðgeving og vegleiðing av fólki.
  • at tú hevur gott innlit í samfelagsviðuskifti og psykiatri.
  • at tú hevur góðar førleikar innan skriftligt samskifti, tí tað ofta hevur stóran týdning, at viðkomandi, sum skrivar, fær skjótt svar.
  • at tú hevur góðar menniskjaligar førleikar og ynskir at vera og gera nakad gott fyri onnur.
  • at tú ikki hevur drigist við sálarliga sjúku seinastu tvey árini (viðgerð/innleggingarkrevjandi).
  • at tú kann taka mininum eina ráðgevingarvakt á 2 tímar um vikuna.

Vit bjóða:

  • Eitt mennandi og avbjóðandi sjálvboðið starv
  • Góða upplæring í talgildari ráðgeving
  • Sálarlig fyrstuhjálparskeið
  • Loypandi supervisjón
  • Góðar og lærurík royndir til framtíðarstørv

Umsókn og freist:

Ljóðar hetta spennandi, og er hetta nakað fyri teg? So er at senda tína umsókn til sinnisbati@sinnisbati.fo, har tú hjáheftir prógv og lívsrensl.

Freistin at søkja sjálvbodnu ráðgevingarstørvnini er mánadagur 24. januar á miðdegi.

Hevur tú spurningar til sjálvbodna ráðgevingarstarvið, kjatt-ráðgevingina ella til Sinnisbata, ber til at seta seg í samband við Lauru Apol, aðalskrivari, á teldupost laura.apol@sinnisbati.fo.

Skærmbillede 2024-03-22 kl. 11.58.57 AM

Áheitan frá Sinnisbata til komandi kommustýrislimir kring landið

Góðu valevni og komandi kommunustýrislimir!

Sinnisbati vil við hesari áheitan, nú valið skal standa í morgin, heita á tykkum, um at hava limir og málbólk okkara í huga, tá tit fara til samráðingarborðið.  

Undir slagorðinum “Vel meg - tí eitt menniskja eri eg”, ynskir Sinnisbati at bera fram nøkur hjartamál, sum vit heita á tykkum, um at taka við í tykkara arbeiði viðari.

Endamálið er at vísa á, at vit mugu leggja størri dent á menniskjasligu virðini, og tað sum hevur týdning fyri samlaða trivnaðin í kommunum og í samfelagnum sum heild. Vit eru øll meira enn parkeringsviðuskifti, tunnlar, ruskskiljiskipanir og vegir. Hóast landið hevur ábyrgd av psykiatriska økinum og meginpartin av almennu tænastunum, eru har nógv øki, har landsins kommunur kunnu verða við at bøta um korini hjá borgarum teirra. Vit vóna at komandi kommunustýrislimir vilja taka atlit til sálarheilsu og arbeiða sálarheilsufremjandi í politisku arbeiðnum, sum stendur fyri framman. 

Sinnisbati ber fram fylgjandi tilmæli:

Fyribyrging og kunning:

Eitt av aðalmálunum hjá Sinnisbata er, at meira kunning og opinleiki kemur kring lívið við sálarsjúku og tað at vera avvarðandi. Ein týðandi partur í hesum arbeiðinum er, at meira kunning og opinleika finst á kommununalum stovnum og í skúlunum, og verður ein partur av vanligu tilgongdini í menning av starvsfólkum á dagstovnaøkinum. Har skal leggjast størri dentur á, hvussu vit møta børnum, sum eru avvarðandi at foreldrum, ella systkum við sálarsjúku, og har skal setast meira inn fyri at fyribyrgja, at børn og ung stríðast sálarliga. 

Hetta kann røkkjast við meira undirvísing og kunning í samskiftinum um sálarsjúkur við børnum, fyri starvsfólkum og skeiðum í sálarligari fyrstuhjálp. Umframt tað má vera lættari atgongd til supervisión fyri starvsfólkum og sálarfrøðiligari ráðgeving/viðgerð fyri familjum, børnum og ungum á dagstovnum, forskúlum, frítíðarskúlum, ungdómsklubbum og á skúlaøkinum sum heild, har ein serligur tørv verður mettur at vera til staðar. 

Meira samstarv:

Alneyðugt er við meira samstarv millum stovnar, feløg, myndugleikar, kommunur og landsmyndugleikar. Í løtuni eru fleiri dømir, har borgarar, sum hava avbjóðingar, kenna seg kroyst millum fleiri skipanir. Eisini uppliva fleiri, at tað er torført at fáa greiði á, hvar vit kunnu fáa røttu hjálpina, um okkum tørvar hana. 

Sinnisbati hevur fyrr borið fram, at ynskiligt er við einum fysiskum ráðgevingartilboði, sum kann lofta teimum ungu, sum ikki eru nóg sjúk til at fáa viðgerð, men av einari ella aðrari orsøk stríðast. Fyri at hjálpa hesum bólkum og fyribyrgja, at støðan hjá teimum versnar, metir Sinnisbati, at tey skulu hava eitt stað at venda sær; serliga ung, sum ikki eru partur av øðrum skipanum - tey ungu, sum eru í eini grásonu. 

Tað er ikki í lagi, at føroyskur ungdómur verður illa fyri, áðrenn tey kunnu fáa nakra hjálp. Sinnisbati heldur, at eitt føroyskt tillagað ráðgevingartilboð líknandi Headspace kundi verið rætta loysnin. Headspace er eitt tilboð, kent úr Danmark, bygt á eitt átak av australskum uppruna. Headspace veitir ókeypis ráðgeving til børn og ung í aldrinum 12-25 ár. Grundsjónarmiðið er, at eingir trupulleikar eru ov stórir ella ov smáir - her kann prátast um alt frá sjálvsvirði, hjartasorg, angist, skúla og útbúgving. Tað er út frá fortreytunum hjá børnunum og teimum ungu, og tey kunnu eisini vera púra dulnevnd og koma beint inn av gøtuni.

Royndirnar við Headspace í Danmark eru góðar, og av norðurlendska vælferðarmiðdeplinum er tað kosið sum Best Practice innan økið í 2016. Harafturat vísa kanningar, at Headspace heldur teimum ungu í útbúgving, fyribyrgir at sálarstøðan versnar, og sparir tí samfelagnum fyri útreiðslur í sambandi við lækna, sálarfrøðing, innleggingar og útmeldingar frá útbúgvingum.

Eitt slíkt tilboð kundi virka sum samskipandi eind millum myndugleikum, stovnar og geirum, sum veita tænastur og stuðul. Á tann hátt verður tað lættari hjá teimum ungu at fáa røttu hjálpina beinanvegin. 

Eldri og sálarsjúka:

Tað hevur týdning, at tað á eldraøkinum er pláss fyri øllum eldru - eisini teimum við sálarligum sjúkum og avbjóðingum. Tí skulu pláss og røktarmøguleikar vera til taks á eldraheimum, eldasambýlum og røktarheimum fyri hesum borgarum.
Hóast landsmyndugleikar eiga ein týdandi part av hesum, er tað alneyðugt at kommunur samstarva við landsmyndugleikarnar um at vísa størri ábyrd, og arbeiða saman um at tryggja størri rúmd og menning av gerontopsykiatri í Føroyum. Har skal vera pláss fyri øllum eldru á eldraøkinum, eisini teimum, sum liva við einari psykiatriska diagnosu. Tí er neyðugt við størri raðfesting av hesum á eldraøkinum. 

Vil vilja enn einaferð heita á komandi kommunustýrislimir í kommunum kring landið, at taka hesi tilmæli til tykkum og gera enn meira við sálarheilsu og sálarheilsuframa í kommunalpolitikki borgaran til gangs.

Skærmbillede 2024-03-22 kl. 11.58.57 AM

Sinnisbati bløðini eru nú teldutøk

Sinnisbati blaðið sum felagið einaferð árliga hevur givið út seinastu trý árini, eru nú teldutøk og kunnu frítt nýtast í undirvísing ella í øðrum viðkomandi samanhangum. Neyðugt er tó at vísa á týðuligari kelduávísing.

2018

2019

2020

Heinta blaðið her: Sinnisbati blaðið_2018

Heinta blaðið her: Sinnisbati blaðið_2019

Heinta blaðið her: Sinnisbati blaðið_2020