Altjóða Sálarheilsudagur 2021

Børn við serligum tørvi og avbjóðingum tikin sum gíðslar

Tað er als ikki nóg gott og kann á ongan hátt góðtakast, at børn og ung við serligum tørvi og avbjóðingum skulu líða undir einum stríði, tey als einki eiga í.

Serlig skipan MÁ gerast, so hesi børn og aðrir útsettir bólkar ikki verða rakt eyka hart, tá verkføll eru.

Vit mangla fakfólk á námsfrøðiliga økinum; í barnagørðum og á serøkinum. Hesi skulu hava virðiligar sømdir at arbeiða undir, men ongantíð mugu sáttmálaósemjur raka á henda hátt, soleiðis at børn og ung uppliva at vera fyri mismuni, tí tey hava tørv á eyka stuðli og serflokka/skúla-tilboði.

Hesi børn og ung hava ikki uppiborið at verða tikin til gíðsla í nøkrum stríði, men skulu verða javnsett við onnur børn og ung og sleppa at ganga í skúla á jøvnum føti við teirra javnaldrar, hóast tey hava avbjóðingar av dragast við.

Hetta rakar ikki einans børnini og tey ungu, men eisini tey, ið varða av. Foreldur, ommur, abbar og onnur, sum standa teimum nær, eru í einari sera torførari støðu, sum frammanundan kann kennast avbjóðandi.

Vit heita tí staðiliga á partarnar, ið hava ein veruligan leiklut í ósemjuni, um at koma aftur til samráðingarborðið, soleiðis at ein varandi og haldfør loysn fyri allar partar verður funnin.

Altjóða Sálarheilsudagur 2021

Tíðindaskriv: Kann hugsast at nøkur eru á bíðilistanum til Barna- og ungdómspsykiatri, sum ongantíð áttu at staðið har?

Kann hugsast at nøkur eru á bíðilistanum til Barna- og ungdómspsykiatri, sum ongantíð áttu at staðið har?

Í løtuni eru nógv eygu vend ímóti bíðilistanum í Barna- og ungdómspsykiatriini, serliga nú leiðandi yvirlæknin á Psykiatriska deplinum, Tormóður Stóra, var í Degi og Viku og segði frá, at ov nógv børn verða send til útgreiningar.

Tað, at tað enn einaferð verður varpað ljós á støðuna, er neyðugt. At so nógv børn standa á bíðilista til útgreining í Barna- og ungdómspsykiatriini í løtuni, er ein harmilig støða, men hon er eisini tvíbýtt. Tað er eingin ivi í, at fleiri børn og ung verða send til útgreiningar, tí fakfólk, foreldur og onnur í størri mun pressa á, tí meira fokus er á trivnaðin hjá børnum og ungum, og vit eru meira tilvitað um diagnosur sum ADHD, ADD og autismu enn bara fyri fáum árum síðani. Tað, at børn og ung við avbjóðingum í størri mun enn áður blíva loftað, er í sjálvum sær jaligt, men vit síggja eisini, at tær skipanir og teir stovnar, sum skulu lofta børnum so tíðliga sum møguligt, í nógvum førum ikki náa á mál; tað er ikki tí tey ikki royna og ikki vilja, men uppgávan er kompleks og ávísum føri røkka ressursirnir ikki.  

Eitt leikfólk hevði ongantíð fingið loyvi at átikið sær uppgávuna hjá einum skurðlækna í okkara heilsuverki

Tað munnu vera fá, ið eru ósamd við Tormóð Stórá í tí, hann segði í Degi og Viku 25. mai, men tíverri eru tað ikki nýggj tíðindi. Sjálvur hevur hann sagt tað alment fleiri ferðir seinastu árini, men hann er ikki eina um at rópa varskó. Tað gera onnur fakfólk, avvarðandi, áhugafeløg og stovnar alla tíðina. Hví er tað so, at støðan enn ikki er batnað munandi og enn fleiri ressursir og førleikamenning eru koyrd í tær skipanir og stovnar, sum virka rundan um børnini? Hví er tað so, at vit ferð eftir ferð skulu vera vitni til, at eitt nú dagstovnaøkið verður niðurraðfest í so stóran mun, at tað er beinleiðis í móti teimum ásetingunum, sum eru álagdar eitt nú kommununum. Sambært dagstovnalógini §8, stk.4. skulu 2/3 av starvsfólkahópinum vera fakfólk og 1/3 kann vera hjálparfólk, tí tað er ikki einans ein landsuppgáva at lofta børnum við avbjóðingum. Tað er so avgjørt eisini ein kommunal uppgáva. Jú meira vit kunnu fyribyrgja, at støðan hjá børnum við avbjóðingum versnar og noyðast í psykiatriska viðgerð, jú betri. So er nógv vunnið, bæði so og so.

Tórmóður Stórá sigur at bíðilistin er ov langur, men hann sigur eisini at føroysk børn eru ikki upp á so stutta tíð vorðin so nógv verri fyri, at bíðilistin til Psykiatriska deplinum er tvífaldaður upp á stutta tíð – hann sigur at ov nógv vera víst til útgreining. Hví er støðan so? Hetta er ein kompleksur spurningur, men hetta niðanfyri gevur kanska eina sannlíka frágreiðing:

1) At teir kommunalu stovnar, sum eru um børnini ikki megna uppgávuna, vegna viðurskiftini, sum eru lýst omanfyri – Dugnalig og nærløgd hjálparfólk og námsfrøðingar kempa hvønn dag og gera eitt gott arbeiði, men eitt starvsfólk ( í mongum føri ófaklært, eisini ung og óroynd) til seks vøggustovubørn og eitt starvsfólk til tíggju barnagarðsbørn, ein stóran part av gerandisdegnum, á okkara dagstovnaøki, 200 gerandisdagar árliga, sigur seg sjálvt má ganga galið.

Um tey menningarsálarfrøðiligu ástøðini lærdir háskúlar, umvegis gransking hava ment, hava nakað sum helst upp á seg, er tað, sum fer fram á dagstovnaøkinum fullkomuliga burtur í vón og viti – hetta er ein grovur pástandur, tíverri vænta vit, at hann er meira rættur, enn gott er. Hetta vísir seg hjá nøkrum børnum, sum atferð og reaktión, ið gevur illgruna um trupulleikar, vegna at barnið misstrívist, ella barnið hevur eina sunna reaktión í einari skipan, sum ikki er nøktandi. Vit hava valt at innrætta okkara vælferðarskipan, har tað at vera um børn okkara frá 1 - 6 ár er ein felagsuppgáva ímillum dagstovn og heim, ella tað vit kalla fyri dupult sosialisering. Eru stovnar væl mannaðir, har býtislykilin ímillum fakfólk og hjálparfólk stemmar, og nokk av fólki er til arbeiðis, er hetta forsvarligt og gevur góðar og mennandi karmar hjá børnum at vaksa upp í, men soleiðis er ikki stætt á okkara dagstovnaøki, sum nú er og hevur ikki verið tað leingi.

2) Tá ið barnið fer í skúla, eru sannlíkindi fyri, at trupulleikin vegna mistrivna í smá barnaárum fylgir við, og lærarin sær nú avleiðingar av tí, sum m.a. eru langtíðarárin av einum niðurraðfestum dagstovnaøki. Heldur ikki inni í fólkaskúlanum megnar nakar rættiliga at lofta nógvum børnum har lærutrupulleikar, atferðartrupulleikar og fyri nøkur umfatandi skúlanoktan o.l. stingur seg upp.

3) Tað má vera ein smidligari og betri máti at lofta nógv av teimum børnum, sum eru umrødd omanfyri, sum hava lættari til moderat órógv og misstrívast, uttan at Psykiatriski Depilin verður innblandaður. Bæði á dagstovnaøkinum, í fólkaskúlanum og á sernámsøkinum v.m. eru instansir, ið eiga at justera bæði mannagongdir og arbeiðshættir, so børn og ung fáa skjóta, góða, fyribyrgjandi og umlættandi hjálp, sum virkar bæði effektivt og væl. Tað kann ikki passa, at í einum samfelag, ið telur áleið 53.000 individ (á stødd við eina av teimum smærru kommununum uttanlands)  ikki er meira kimiligt og samstarvandi. Tá so nógv vera sett á bíðilistan, sum kanska ikki hava tørvin at vera har, leingir hetta um tíðina, har barnið, ið veruliga tørvar greining á Psykiatriska deplinum, sleppur framat. 

Vit kunnu ikki endurtaka tað nóg ofta. Tað er ikki líkamikið, um starvsfólkini á dagstovnunum eru námsfrøðingar, ella hjálparfólk, soleiðis er tað, og hetta skal ikki skúgvast til viks við útsøgnum, so sum at øll kunnu arbeiða við børnum. Hetta er ein ignorantur og ein hopleyst foroldaður hugsunarháttur. Sum yvirskriftin sipar til, vit fara jú heldur ikki til eina operatión og lata ein ófaklærdan persón skurðviðgerða okkum. Vit tosa um okkara børn og ommu- og abbabørn, sum hava uppiborið allarbestu tilboð, einki minni. Vit endurtaka at hóast hjálparfólkini í flestu førum eru dugnalig, hava relatiónsførleika og eru góð við børnini, so eru tey ikki fakligt nóg væl ílatin og skulu ei heldur standa við ov stórari ábyrgd. Námsfrøðiliga fakligheitin er alt avgerðandi fyri eitt gott barnalív í dagsins vælferðarsamfelag, har dupultsosialisering er støðan. Tað er heldur ikki líkamikið um normeringin er for lág. Tað er ein orsøk til frá náttúrunar hond, at ein kvinna sum oftast bert eigur eitt barn í senn. Hvat fær okkum, at trúgva at tað er forsvarligt, at eitt fólk kann menna og ansa seks smáum børnum í aldrinum frá eitt til trý ár ein stóran part av degnum? 

Ketan má ikki hoppa av longu í súkklusmiðjuni

Tá fakfólk og áhugafelagsskapir rópa varskó, eru politikkarar skjótir at fara út at siga sína hugsan og vísa á, at meira eigur at vera gjørt, og ofta peikandi eftir hvørjum øðrum, hví gjørdu tit ikki okkurt, tá ið tit sótu við politiska valdinum o.s.fr. Men spurningurin er, hvønn veg pílurin vendir. Tíverri er tað so, at um eitt barn, ella vaksin skal hava hjálp, stuðul ella veiting frá almennum skipanum, so er ein diagnosa oftast ein treyt fyri at fáa hjálpina. Tað er ikki nakað vit kunnu broyta her og nú, men vit kunnu vísa á tað ferð eftir ferð, og sum vit saman við nógvum øðrum eisini gera, at ein diagnosa skal ikki altíð vera ein treyt fyri at fáa hjálp ella stuðul, tvørturímóti eiga vit at royna at forða fyri, at tað verður neyðugt hjá børnum og ungum, at fáa tað so ringt, at tey til endans skulu í psykiatriska viðgerð. 

Tað eru landspolitikkarar og kommunalpolitikkarar sum kunnu broyta og seta nýggja kós. Landspolitikkarar gera lógirnar og kunngerðirnar, so respektivu myndugleikar, ið varða av økjum, vit hava víst á omanfyri, fáa arbeitt. Í kommunum kann lokalpolitikkarin til eina og hvørja tíð krevja og avgera, at peningur verður raðfestur soleiðis at normering á dagstovnaøkinum ongantíð er nakað ein skal kempa fyri at fáa at ganga upp. “Ketan má snøgt sagt ikki hoppa av longu hjá súkklusmiðjunum” Politiska arbeiðið er ikki nøktandi í løtuni í mun til fíggjarliga partin á vælferðarøkinum.  Vit hinumegin borðið, í hesum føri áhugafelagsskapurin Sinnisbati, kunnu einans vísa á trupulleikarnar og royna at rópa á politisku skipanina, fáa hana at lurta og taka atlit. Í síðsta enda er tað politiska valdið, sum stendur við lyklinum til ein stóran part av loysnini. 

Nøkur fara altíð at hava tørv á diagnosu og viðgerð

Vit mugu tó ikki undirmeta tørvin hjá summum á psykiatriskari viðgerð og at fáa eina diagnosu, sum liður í at fáa røttu viðgerð. Ein diagnosa er ikki eitt stempul, men eitt arbeiðsamboð hjá sálarfrøðingum og læknum. Vit skulu ikki “stempla”, ella “brennimerkja” børn, men lofta teimum. Hetta gera vit við øktum samstarvi millum viðkomandi stovnar,  umframt at Psykiatriski Depilin fær røttu umstøðurnar at arbeiða undir, tá ið tað snýr seg um barna- og ungdómspsykiatri. Har er einki, sum eitur “hatta er kommunalt øki” ella “ein lands uppgáva”. Hetta er ein felags uppgáva, sum alt samfelagið má loysa í felag. Tað eiga vit at megna í okkara lítla samfelag.

/Nevndin í Sinnisbata