time ouutt

Stuðulstiltak: Pubquiz-kvøld á Maggies til frama fyri Sinnisbata og KRIS

Í samband við stuðulstiltakið hjá Sinnisbata og KRIS, skipar Maggies fyri einum hugnaligum Pub Quiz-kvøldi. Kvøldið byrjar kl 17 við vælkomudrykki. Síðani verður borðreitt við vælumtókta burgaranum hjá Hannisi, onkrum góðum afturvið og kaffi omaná.

Pub-Quizin er kl 20:00-22:00, og onkur uppboðsøla verður eisini.

Les meira her: Matur og Pub Quiz. Stuðulstiltak fyri Sinnisbata og KRIS – Maggies Café

Tú kanst melda til her: – Maggies Café

time ouutt

Stórt tiltak á Altjóða Sálarheilsudegnum 2021

Skráin er nú klár til tiltakið, ið verður á Altjóða Sálarheilsudegnum, sunnudagin 10. oktobur. 

Eins og áður er skráin sera fjølbroytt, og vit gleða okkum, at deila ein góðan dag saman við tykkum, har vit av álvara seta sálarheilsuna og lívið við sinnisligum diagnosum og avbjóðingum í miðdepl. Einki skal tigast burtur, og einans við opinleika og upplýsing koma vit stigmatisering og tabui av diagnosum til lívs.

Evnið fyri Altjóða Sálarheilsudagin í ár er “Sálarheilsa í einum ójøvnum heimi”. Innihaldið í tiltakinum ber tí eisini brá av hesum. 

Øll eru vælkomin! 

 

Altjóða Sálarheilsudagur 2021

Tiltak í Perluni og Reinsarínum, Tórsgøta, Tórshavn

Sunnudagin 10. oktobur kl. 14 til 17.

 

Í Perluni vera básar, har stovnar og feløg kunnu vísa sítt virksemi fram. Á Reinsarínum vera fyrilestrar við ymiskum viðkomandi innihaldi, orðaskifti og tónleikur.

14:00 Erla Matras Jensen, næstforkvinna í Sinnisbata, bjóðar vælkomin og gevur orðið til orðstýraran fyri dagin, Lauru Apol.

14:05 Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttir, landsstýriskvinna í Almannamálum, setur dagin.

14:10 Sálarheilsa og minnilutar: Orðaskifti við Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Tóru við Keldu, forkvinnu í MEGD, Ugur Kevioglu, nevndarlimur í Amnesty Føroyar og Carol Symphor, umboð fyri LGBT Føroyar, um minnilutastongd.

14:40 Tónleikainnslag við Ester Skála.

14:50 Fyrilestur við Biritu M. Petersen, Birgit L. Hansen og John S. Hammer: "Psykiatri í Føroyum - eitt søguligt innlit".

15:10 Sofaprát við Kristinu Ísfeld, Bjørgu Sivertsen og Signhild Maritu Petersen (@Kropsfatanistar), um tað at vera sárbærur á sosialum miðlum.

15:40 "Hvussu røkka vit á mál?": Orðaskifti v/ Súsonnu Reinert Petersen, yvirlækni í Barna- og Ungdómspsykiatriini, Tormóður Stóra, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum, Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, Jónrit Halling, forkvinna í Autismufelagnum og Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum.

16:20 Dansifrøi framførur og bjóðar upp til linedans á Perlutorginum.

16:50 Ársins Sálarheilsuvirðisløn 2021 verður latin.

17:00 Næstforkvinnan, Erla Matras Jensen, takkar fyri í ár og tiltakið endar.

(19:00 Filmsýning í Perluni: "Psykos i Stockholm" (2020). Maria Bäck, rithøvundur og leikstjóri, innleiðir filmin.)

time ouutt

Tiltak í Suðuroy 22. septembur: Filmsýning av filminum ‘’Ábyrgd’’ og kunning um avvarðandibólkar

Sinnisbati bjóðar í samstarvi við SALT til filmframsýning og kunningartiltak.
Sinnisbati vitjar Suðuroynna mikukvøldið 22. septembur, tá ljós verður varpað á lívið við sálarsjúku, sæð gjøgnum eyguni á teimum ið standa nær; teimum avvarðandi.
Í samband við at Sinnisbati í næstum fer at byrja avvarðandibólkar í Suðuroy, fyri avvarðandi at menniskjum við sálarsjúku, bjóðar felagið, í samstarv við SALT, til filmsframsýning av føroyska novellufilminum ‘’Ábyrgd’’ av Katrin Joensen-Næs.
Aftaná filmin verður orðaskifti og sofuprát við Katrina og Lindu Jepsen, sálarfrøðing, um týdningin av at varpa ljós á umstøðurnar hjá teimum avvarðandi, tá sálarsjúka rakar í familjuni og í nærumhvørvinum.
Linda Jepsen er løggildigur sálarfrøðingur við kliniskari viðgerðastovu á Argjum og á Tvøroyri, og hevur hon millum annað serkunnleika og royndir við avvarðandi. Í orðaskiftinum verða sett nøkur orð á, hvussu vit á skynsaman hátt kunnu ansa eftir okkum sjálvum sum avvarðandi, samstundis sum vit eru har fyri okkara kæru, ið stríðast. Hetta uttan at missa okkum sjálvi burtur sum avvarðandi og menniskju. Laura Apol, aðalskrivari í Sinnisbata fer at leiða prátið.
Høvi verður at seta spurningar, umvegis SMS-boð ella við mikrofon, í salinum.
Tiltakið endar eftir orðaskiftið, men høvi verður at práta við umboð frá Sinnisbata, Lindu og at tekna seg til avvarðandibólkarnar, sum byrja seinni í heyst.
Tiltakið er ókeypis og byrjar kl. 19 mikukvøldið 22. septembur í SALT, Drelnes 22
827 Øravík. Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata, bjóðar vælkomin. Aftaná fer Katrin Joensen-Næs, leikstjóri, at innleiða sýningina av filminum.
Øll eru vælkomin!
time ouutt

Altjóða Sálarheilsudagur 2021

Altjóða Sálarheilsudagurin er eitt afturvendandi tiltak, sum í ár, fyri fjóðru ferð, verður hildin sum eitt størri kunningartiltak, har fleiri stovnar og feløg fáa høvið at vísa á teirra virksemi innan psykiatriska økið.

 

Tiltakið verður í Perluni og á Reinsarínum í Tórsgøtu í Tórshavn sunnudagin 10. oktober 2021.

 

Upplegg, tónleikur og básar við kunning um stovnar, feløg og onnur, sum arbeiða innan økið, eru við á degnum.

 

Evnið fyri dagin í ár verður "Mental Health in an Unequal World". Tað er evnið sum World Federation for Mental Health hevur valt fyri dagin 2021.

 

Á tiltakinum í Tórsgøtu verða millum annað varpað ljós á:
Ung og sálarheilsu, seksualitetur og sálarsjúku og minnilutastrongd.

 

Drekkamunnur og søtt til góman verður at fáa.

Tiltakið byrjar kl. 14, og tað er ókeypis. Øll eru vælkomin.

 

Skráin fyri dagin verður lýst seinni.

 

--

 

Feløg og stovnar, sum hava hug at hava ein bás hendan dagin, eru vælkomin at seta seg í samband við Lauru Apol, aðalskrivara í Sinnisbata við at ringja á 597913 ella við at skriva til laura.apol@sinnisbati.fo. At hava bás er ókeypis.

time ouutt

Ársins Sálarheilsuvirðisløn 2021 – hevur tú eitt hugskot?

Hevur tú eitt uppskot til hvør skal hava ársins sálarheilsuvirðisløn?

Freistin at senda uppskot inn er mánadagin 4. oktobur á middegi:

Sinnisbati fer fyri fimtu ferð, í sambandi við Altjóða Sálarheilsudagin 10. oktober, at handa eina Sálarheilsuvirðisløn til ein einstakling ella bólk. Almenningurin, einstaklingar og feløg fáa við hesum høvi at skjóta upp, hvør hevur hendan heiður uppibornan.

Endamálið við eini slíkari Sálarheilsuvirðisløn er, at heiðra ein ella fleiri, sum hava gjørt eitthvørt átak, tiltak ella annað, sum á serligan hátt hevur varpað ljós á sálarheilsu, og gjørt eitt arbeiði fyri at bøta um og/ella arbeiða sálarheilsu fremjandi. Høvi er til at skjóta einstaklingar og bólkar upp, vísandi til tiltøk, sum verða framd kring alt landið.

Øll kunnu tilnevna, hvør skal hava Sálarheilsuvirðislønina. Ein dómsnevnd ger síðani av, hvør skal hava heiðurin av at fáa
Sálarheilsuvirðislønina, út frá innkomnu uppskotunum. Virðislønin verður handað á Altjóða Sálarheilsudegnum hin 10. oktobur.

Uppskot kunnu sendast Sinnisbata á sinnisbati@sinnisbati.fo í seinasta lagi mánadagin tann 4. oktober á middegi.