Stórt tiltak á Altjóða Sálarheilsudegnum 2021

Skráin er nú klár til tiltakið, ið verður á Altjóða Sálarheilsudegnum, sunnudagin 10. oktobur. 

Eins og áður er skráin sera fjølbroytt, og vit gleða okkum, at deila ein góðan dag saman við tykkum, har vit av álvara seta sálarheilsuna og lívið við sinnisligum diagnosum og avbjóðingum í miðdepl. Einki skal tigast burtur, og einans við opinleika og upplýsing koma vit stigmatisering og tabui av diagnosum til lívs.

Evnið fyri Altjóða Sálarheilsudagin í ár er “Sálarheilsa í einum ójøvnum heimi”. Innihaldið í tiltakinum ber tí eisini brá av hesum. 

Øll eru vælkomin! 

 

Altjóða Sálarheilsudagur 2021

Tiltak í Perluni og Reinsarínum, Tórsgøta, Tórshavn

Sunnudagin 10. oktobur kl. 14 til 17.

 

Í Perluni vera básar, har stovnar og feløg kunnu vísa sítt virksemi fram. Á Reinsarínum vera fyrilestrar við ymiskum viðkomandi innihaldi, orðaskifti og tónleikur.

14:00 Erla Matras Jensen, næstforkvinna í Sinnisbata, bjóðar vælkomin og gevur orðið til orðstýraran fyri dagin, Lauru Apol.

14:05 Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttir, landsstýriskvinna í Almannamálum, setur dagin.

14:10 Sálarheilsa og minnilutar: Orðaskifti við Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Tóru við Keldu, forkvinnu í MEGD, Ugur Kevioglu, nevndarlimur í Amnesty Føroyar og Carol Symphor, umboð fyri LGBT Føroyar, um minnilutastongd.

14:40 Tónleikainnslag við Ester Skála.

14:50 Fyrilestur við Biritu M. Petersen, Birgit L. Hansen og John S. Hammer: "Psykiatri í Føroyum - eitt søguligt innlit".

15:10 Sofaprát við Kristinu Ísfeld, Bjørgu Sivertsen og Signhild Maritu Petersen (@Kropsfatanistar), um tað at vera sárbærur á sosialum miðlum.

15:40 "Hvussu røkka vit á mál?": Orðaskifti v/ Súsonnu Reinert Petersen, yvirlækni í Barna- og Ungdómspsykiatriini, Tormóður Stóra, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum, Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, Jónrit Halling, forkvinna í Autismufelagnum og Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum.

16:20 Dansifrøi framførur og bjóðar upp til linedans á Perlutorginum.

16:50 Ársins Sálarheilsuvirðisløn 2021 verður latin.

17:00 Næstforkvinnan, Erla Matras Jensen, takkar fyri í ár og tiltakið endar.

(19:00 Filmsýning í Perluni: "Psykos i Stockholm" (2020). Maria Bäck, rithøvundur og leikstjóri, innleiðir filmin.)