Jákup Jacobsen fekk ársins sálarheilsuvirðisløn!

Ársins Sálarheilsuvirðisløn 2019 bleiv í dag handað á Altjóða Sálarheilsudegnum, sum bleiv hildin í Østrøm í Tórshavn. Tað var eigarin av Yndi Fitness, Jákup Jacobsen, sum fekk heiðurin fyri sítt arbeiði við at innkludera fólk við sálarligum avbjóðingum. Tað var landsstýrismaðurin í Heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, sum handaði viðislønina.

Hjartaliga til lukku við væl uppiborðnað heiðrinum!

Les orðini hjá Kaj Leo Holm Johannesen her:

"Ársins Sálarheilsuvirðisløn 2019 – handað í Østrøm 10. oktober Sinnisbati fer fyri triðju ferð, í sambandi við Altjóða Sálarheilsudagin 10. oktober, at handa eina Sálarheilsuvirðisløn til ein einstakling ella bólk. Tað er almenningurin, einstaklingar og feløg, sum hava fingið høvi at skjóta upp, hvør hevur henda heiður uppibornan. Endamálið við eini slíkari Sálarheilsuvirðisløn er at heiðra ein ella fleiri, sum hava gjørt eitt hvørt átak, tiltak ella annað, sum á serligan hátt hevur varpað ljós á sálarheilsu, og gjørt eitt arbeiði fyri at bøta um og/ella arbeiða sálarheilsu-fremjandi.

Øll hava havt møguleika at skjóta upp, hvør skal hava Sálarheilsuvirðislønina. Ein óheft dómsnevnd hevur síðani viðgjørt tilnevningarnar. Hvørt ár eru nógv góð uppskot komin inn, og tí er altíð torført at velja ein burturúr. Aftur í ár hevur ein samd dómsnevnd valt at tilnevna ein einstakling ella bólk, sum hevur gjørt nakað serligt fyri at varpa ljós á sálarheilsu á ein jaligan hátt og í sínum arbeiði verið við til at lætta um gerandisdagin hjá mongum. Hesaferð verður sálarheilsuvirðislønin handað einum persóni, sum arbeiðir miðvíst við kropsligum venjingum og sum hevur ein hugburð um, at rørsla er týdningarmikil fyri góða heilsu bæði kropsliga og sálarliga.

Viðkomandi arbeiðir innkluderandi við fólki við sálarligum avbjóðingum og hevur uppiborið at blíva heiðraður. Heiðurin hesaferð fer til Jákup Jacobsen, eigari av Yndi Fitness í Tórshavn. Hann hevur avgjørt uppiborið eina virðisløn fyri sín jaliga, blíða og motiverandi hugburð mótvegis íðkarum, sum hava sálarligar avbjóðingar. Ein hugburð um, at rørsla er góð bæði fyri skinn og sinn er nakað, sum Jákup til fulnar hevur víst í sínum arbeiði. Hetta hevur hann víst við at loyva starvsfólki fría atgongd í fitnessmiðstøðina saman við íðkarum, sum eru limir, men vegna sálarligar avbjóðingar, ikki megna at íðka einsamallir. Jákup er altíð sera blíður og rættur gleðiliga eina hjálpandi hond. Hetta ger, at íðkarin kennir seg vælkomnan.

Eisini er hann ein slóðbrótandi fyrimynd, tá hann, sum sjálvstøðugur vinnurekandi, bjóðar einum persóni og mentori við at venja, so tað gerst møguligt hjá einum íðkara at koma í Yndi, sum annars ikki hevði fari einsamallur vegna sínum sálarligu avbjóðingum. Við hesum ynskja vit tær Jákup hjartaliga til lukku og bliðan byr frameftir við arbeiðinum. Takk fyri !"

Kelda: Heilsumálaráðið, 11. oktobur 2019