Turið Horn

Fólkaheilsa er eisini sálarheilsa

2019-08-14 - Turið Horn

Í valskránni hjá Tjóðveldi er fokus sett á fólkaheilsu, tí tað er alneyðugt at fólkaheilsan verður sett í fremstu røð.

Eg fegnist stórliga um hetta, tí fólkaheilsa fevnir um sera stórt og sera týdningarmikið øki.

Fyri meg er fólkaheilsa eisini sálarheilsa, og tíðin er komin til at vit nú raðfesta sálarheilsuna hjá okkum føroyingum, – okkara børnum, ungu, vaksnu og eldri.

Í míni verð er hetta ein av stórstu uppgávunum hjá eini politiskari skipan, ein kjarnuuppgáva.

Góð sálarheilsa er grundarlagið fyri trivnaði og menning hjá børnum, og tað er grundarlagið fyri eini góðari prsónligari og sosialari menning. Trivnaður og góð sálarheilsa eru grundleggjandi fyritreytir fyri læring.

Og góð sálarheilsa hevur eisini stóran týdning seinni i lívinum, tá vit eru vaksin og sjálvi skulu fáa okkum familju og arbeiði.

Alt ov nógv børn og ung hava tað strævið, ov nógv børn og ung hava avbjóðingar við ótta og tunglyndi. Um tey ikki fáa hjálpina tey hava tørv á er vandin fyri álvarsamari sálarsjúku stórur.

Her eiga vit at seta i verk eina skjóta og góða hjálp, td eina ungdómsráðgeving sum sálarfrøðingar hava víst á. Eina ráðgeving har tú sleppur framat skjótt.

Arbeiðið hjá Fólkaheilsuráðnum við ABC er somuleiðis týdningmikil partur av fyribyrgjandi og upplýsandi arbeiðinum um sálarheilsu og eigur at halda fram og mennast.

Eg undrist og eri hørm um vaksandi talið av børnum og ungum sum hava sálarligar avbjóðingar. Vit vita at børn sum liva saman við foreldrum sum td hava rústrupulleikar ella eru sálarsjúk eru serliga útsett. Og vit vita, at børn sum eru útsett fyri ágangi ella umsorganarsviki hava stóran tørv á hjálp.

Og einasta almenna tilboði sum vit hava i dag er barna og ungdómsdeildin á psykiatriska deplinum! Tey gera eitt sera gott arbeiði, men tað er tørvur á eini nógv smidligari skipan, har bíðilistin ikki er langur, – eina ráðgeving sum er løtt atkomulig.

Almennu Føroyar eiga at seta hetta i vek sum skjótast og tað skal vera ókeypis hjá børnum og ungum at fáa hesa hjálp. Slík ráðgeving eigur eisini at umfata hjálp til familjuna.

Hesum vil eg virka fyri á løgtingi

Sirið Stenberg

Sálarheilsan somu virðing og rúmd sum likamliga heilsan- víst í verki

2019-08-14 - Sirið Stenberg

Tað er neyvan nakrantíð hent so nógv í psykiatriini og á sálarheilsuøkinum sum nú. Og tað er bæði gott og neyðugt. Her er nakað av tí.

Vit settu okkum fyri at fara undir eitt miðvíst arbeiði fyri at javnseta sálarheilsuna við likamligu heilsuna við støði í, at okkara borgarar skulu hava javnbjóðis atgongd til heilsutænastur. Og eisini tí okkara grundsjónarmið er at taka serliga hond um teir bólkar av menniskjum, sum hava veikastu røddina.

Søguliga hava vit ikki altíð verið nóg dugnalig at tikið okkum av sálarsjúkum. Í stóran mun hava hesi fólk livað undir vána korum annaðhvørt í útlegd ella meira ella minni goymd burtur her hjá okkum. Og ofta bæði goymd og gloymd. Tíbetur er siðaskiftið í gongd, og psykiatriin er í stórari menning og hevur fingið rúmd bæði í almenna rúminum og í tilvitskuni hjá okkum øllum.

Fokus er nú á, at sálarsjúka ikki nýtist at vera kronisk, og at góðir møguleikar eru bæði at koma seg aftur, at fáa tað betri og at kunna livað eitt innihaldsríkt lív við sálarsjúku. Hetta er vitan, sum gevur vón. Og vit hava sera góð og dugnalig starvsfólk og áhugabólkar, sum stuðla undir hetta.

Men góðar hugsanir og politiskar visjónir mugu gerast til veruleika fyri at fáa týdning fyri tey, sum vit vilja hjálpa. Tað má síggjast aftur í okkara handlingum. Og tað ger tað.

Tá ið vit tóku við, vóru tað enn fólk, sum høvdu búð í áratíggju á psykiatriska deplinum. Hesi hava nú tíbetur fingið varandi bústað hjá Almannaverkinum.

At hugsa sær til, at fólk hava búð á sjúkrahúsi størsta part av teirra lívi !

Og so eru tað fysisku karmarnar á psykiatriska deplinum, sum vóru undir alt lágmark. Har var púra niðurslitið og misrøkt. Eg plagi at siga, at hølini signaleraðu, at hetta er ongin góður við. Tey signaleraðu manglandi umsorgan. Nú er deildin umvæld, og sjúklingarnir hava fingið góðar umstøður.

Hetta eru bert tvey dømi um, hvussu vit kunnu vísa í verki, hvussu vit vilja hjálpa. Tvey dømi, sum hava so ómetaliga stóran týdning fyri tey menniskju, sum tørva okkara hjálp. Tvey dømi um, hvat samfelag vit vilja vera.

Og hyggja vit bara heilt stutt inn í framtíðina, so eru vit við at byggja nýggjan psykiatriskan depil, sum kemur at flyta økið heilt inn í nútíðina. Tað kunnu vit øll gleða okkum til.

Tað er hugaligt at síggja modellini av stovunum, sum verða víst fram í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. Tá ið eg síggi tað, royni eg at turka burtur myndina av gomlu deildini. Men hon hevur onkursvegna brent seg fasta, og eg harmist og undrist yvir, hvussu tað kundi koma so vítt.

Gott at vit fingu hetta stórmál uppá pláss.

Eyðbjartur Sólheyg Skaalum

Sálarfrøðingar inn í fólkaskúlan

2019-08-13 - Eyðbjartur Sólheyg Skaalum

Alsamt fleiri og fleiri ung stríðast við sálarligt órógv. Hetta vísti kanning, ið varð gjørd millum miðnámsskúlanæmingar fyri fáum árum síðan.

At hava sálarlig órógv kann føra við sær, at ein ikki fær tað, ið ein átti burturúr skúlagongdini. At ein ikki hevur yvirskot í gerandisdegnum til frítíðarítriv, til sosial tiltøk við vinfólki o.a.

Ein treyt fyri innlæring er trivnaður og eingin trívist við einum órógvi - tvørtur ímóti og tískil hevur barnið trupult at læra tað, tað skal.

Orsøkirnar til sálarligu órógvini kunnu vera nógvar. Tað kann vera eitthvørt, ið tey hava upplivað sum smábørn, sum ung og so framvegis.

Sálarliga órógvið hvørvur sjáldan av sær sjálvum, tí er tað týdningarmikið, at hjálpin verður sett inn skjótast til ber.

Núverandi skipan loftar tó ikki altíð hesum børnum nóg skjótt. Tað gongur ov long tíð til barnið fær hjálp.

Tað er týdningarmikið, at hjálpin verður sett inn so tíðliga sum gjørligt. Tí skjótari barnið fær hjálp, skjótari er at basa órógvinum, barnið upplivir.

Eg vil virka fyri, at allir skúlar fáa ein sálarfrøðing, ið er tengdur at skúlanum. Sálarfrøðingurin kemur at verða partur av skúlanum í tøttum samstarvi við leiðslu, lærarar, námsfrøðingar og heilsusystur.

Tað kundi eitt nú verði uppbýtt soleiðis, at ein sálarfrøðingur virkar til eitt ávíst øki - kanska eitt ávíst tal av næmingum. Tað eru ikki øll børn, ið hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp, men tey, ið hava tørv á tí, eiga at fáa hjálpina, teimum tørvar skjótast gjørligt.

Við at seta ein sálarfrøðing í starv í einum fólkaskúla kunnu avbjóðingar, ið seinri kunnu gerast rúgvismiklar skjótt basast. Hetta er eisini við til, at barnið í sínum vaksnamannalívi dugir betri at takla støður og hevur lættari við at leita sær hjálp. Hetta vildi verði ein sparing fyri samfelagið í síðsta enda.

Jú skjótari hjálpin er at heinta, jú skjótari gerst barnið ”frískt” og læringin kann halda fram.

Eyðbjartur Sólheyg Skaalum

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

Sirið Stenberg

Økispsykiatri til øll

2019-08-12 - Sirið Stenberg

Tað liggur ein serlig skilda á okkum fólkavaldu at vera rødd teirra, sum ofta ikki megna at gera vart við seg. Eitt av mínum hjartamálum á psykiatriska økinum var tí at fáa økispsykiatriina útbygda til at røkka kring landið alt. Og tað er ein sera góð kensla, nú tað málið er rokkið.

Vágarnar, Sandoyggin, Skúvoyggin og Suðuroyggin høvdu onga økispsykiatri, men nú kunnu fólk í hesum oyggjum eisini fáa hjálp frá økispsykiatriini.

Økispsykiatriin veitir tænastu til heimabúgvandi fólk við sálarsjúku. Hetta kann bæði minka um innleggingar og geva størri tryggleika og lívsgóðsku til fólk, tí at hjálp og viðgerð er á staðnum. Í mongum førum røkkur økispsykiatriin fólkum, sum lítla ella onga tænastu fingu frammanundan.

Sálarsjúka hevur verið merkt av tabu og stigmatisering. Tað hevur óivað eisini gjørt, at fólk hava hildið seg aftur við at søkja sær hjálp. Hetta er tíbetur við at broytast. Opinleikin er størri og arbeitt verður miðvíst við at javnseta sálarheilsuna við likamligu heilsuna. Tað má vera líka so nattúrligt at søkja sær hjálp fyri sálarsjúku, sum tá man hevur brotið beinið.

Vit vita av royndum, at fólk við sálarsjúku kunnu hava trupult við at leita sær hjálp og eisini trupult við at ferðast langan veg at fáa sær hjálp. Tí er tað so avgerandi neyðugt við hjálp í nærumhvørvinum.

Nú vit hava fingið økispsykiatri kring landið alt, eigur næsta mál at vera at víðka um tilboðið. Vit eiga nú at fara undir eina tilgongd, har tænastan verður tøk størri part av døgninum, og longra málið má vera, at vit fáa eina skipan við døgnrøkt.

Hesum fari eg at virka fyri, fái eg møguleika til tess.

Sirið Stenberg, Tjóðveldi

Alvi Mortensen

Saman standa vit sterk

2019-08-12 - Alvi Mortensen

Ríkisfelagsskapurin er ikki væl lýddur av øllum, men tað má vera fáur føroyingur, ið ikki hevur notið gott av honum, so ella so.

Hvørt ár á Ólavssøku fegnast okkara ungdómur um upptøku á donskum lærustovnum. Og hvør kennir ikki til føroyafrádrátt, lestrarstuðul og bústaðarstuðul í hesum sambandi, bara fyri at nevna nøkur mál.

Jú, møguleikarnir eru nógvir við at standa saman; ikki minst, tá talan er um heilsuverkið.

Føroysku flogførini flyta dagliga sjúklingar til Danmarkar til viðgerð, tí tað strekkir ikki til við tí hjálp, vit kunnu bjóða her heima. Hugsa tær til, ein flogtúrur uppá 2 tímar, og so ert tú í serkønum hondum, enntá í einum landi, har tú ikki hevur máltrupulleikar. “Men vit mugu gjalda fyri tað”, verður sagt. Tað er rætt, og sjálvsagt skulu vit tað. Alt kostar, eisini at fáa viðgerð á okkara egnu sjúkrahúsum. Hetta kann als ikki gerast upp í krónum og oyrum. Her snýr tað seg um lagnur, og tí mugu vit gera alt tað, vit eru ment, fyri at betra um okkara møguleikar innan heilsuverkið.

Við at tryggja føroyingum viðgerðartrygd, kunnu vit stytta um longu bíðitíðirnar, ið kunnu vera innan heilsuverkið. Hetta haldi eg vera eitt av tí, ið er vert at arbeiða fyri á Løgtingi soleiðis, at føroyingar kunnu gerast beinleiðis partur av donsku skipanini um viðgerðartrygd.

Sambandsflokkurin er í roynd og veru einasti sambandsflokkur í Føroyum í dag.

Vit ganga fult inn fyri Ríkisfelagsskapinum, og vit vilja á ongan hátt minka um ríkisveitingina. Vit verða javnan minnt á ov lítla játtan til heilsuverkið, skúlaverkið, til sálarsjúk, og til børn og ung við serligum tørvi, fyri at nevna nøkur mál. Kunnu vit loyva okkum at siga nei takk til stuðul, tá tað eru so nógvir stovnar, ið als ikki klára seg við tí, teimum er játtað? Tað er tí sera umráðandi, at vit halda fast við ríkisveitingina, og at Løgtingið arbeiðir fyri at raðfesta hesi økini hægri.

Fyri at náa hesum málum er neyðugt at velja ein sterkan Sambandsflokk inn á Løgting.

 

Alvi Mortensen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

Rósa Samuelsen

Nú skal takast hond um tey avvarðandi

2019-08-08 - Rósa Samuelsen

Tað liggur eitt ómenniskjaligt stórt trýst á avvarðandi, tá ein av teirra kæru verða rakt av álvarsligum langtíðar likamligum ella sálarligum sjúkum ella breki.

Tá sjúklingurin skal heim av sjúkrahúsinum eftir innlegging ella hevur fingið staðfest eina álvarsliga sjúku, er felags fyri nærum øll tey avvarðandi, at tað knappliga eru tey, sum hava ella fáa “ábyrgdina” av at fáa alt at hanga saman. Makin, børn, foreldur eru tey, sum hava fingið álagt størst ábyrgd, og eru um sjúklingin, nærum alt døgnið.

Daglidagurin broytist

Tað er ikki bara persónurin, sum er raktur, sum upplivir stórar broytingar í dagligdegnum, men eisini tey nærmastu avvarðandi. Samveran við persónin broytist, og hann vil við tíðini hava meiri tørv á hjálp til tað dagliga í gerandisdegnum, eisini  viðurskiftini við umverðina broytast.

Nógv verður tosað um, hvørjar tænastur skulu veitast, og um møguligar bústaðarbroytingar skulu gerast, fyri at sjúklingurin kann koma heim. Hesa uppgávuna samskipar tann avvarðandi.

Størsti trupulleikin er, tá tað almenna ikki kann veita viðgerð ella tænastur, sum tørvur er á, tí tá verða uppgávurnar lagdar á avvarðandi at loysa.

Fyri at avvarðandi kunnu verða virkin á arbeiðsmarknaðinum, er tað sera umráðandi, at tað ikki verða álagdar uppgávur tey, sum tað almenna skal veita.

Umframt familjuna, uppaling av børnum, umsorgan av eldri foreldrum, ommu- og abbabørn, vanligar daglidags húsarhaldsuppgávur innan- og uttandurað og arbeiði sum skal røkjast, so mugu avvarðandi í nógvum førum eisini gera ein stóran part av teimum uppgávum, sum almenna skipanin skuldi veitt. Td. at verða stuðul ella veita persónliga røkt. Flest allar røktaruppgávurnar, sum tørvur er á um náttina, verða gjørdar av avvarðandi.

Nógv tíð og orka verður brúkt til at fáa samband við allar teir instansir, sum eiga at veita hjálpina. Tá eingin samskipan er millum ymsu økini, ella ongin skipað ráðgeving er, so mugu tey avvarðandi átaka sær  leiklutin sum samskipari. Tað er ein avbjóðing í sær sjálvum.

Familjur eru snøgt sagt undir trýsti

Dømir eru um, at avvarðandi skulu koyra makan til dagtilboð, sum ikki liggur í nærumhvørvinum, tí eingin transportur er knýttur til dagtilboði. Hugsa sær til, at koyra aftur og fram millum 1 upp til 2 tímar ella meira um dagin, morgun og seinnapartin, ári runt, umframt at síðani at koyra til sítt egnað arbeiði. Tað sigur seg sjálvt, at arbeiði, sum skal røkjast, als ikki kann røkjast optimalt, tað ber snøgt sagt ikki til. Tað er nærum ógjørligt í longdini at hanga saman, sum avvarðandi. Neyðuga hvíldin er so ikki nógv.

Nøkur avvarðandi eru undir so hørðum trýsti at hava fleiri í familjuni, sum eru hart rakt av sjúku. Talan kann vera um akuttar støður, har avvarðandi eru bundin og ikki kunnu verða hjá øðrum, sum er blivin sjúkur. Her er umráðandi, at tað almenna tekur ábyrgd og lættir um, so tey avvarðandi kunnu fóta sær.

Ein av avvarðandi helt fyri við meg: Um eg var  sterk/ur sum ein oksi og hevði armar sum blekksprutta, so var snøgt sagt ikki nokk av styrki, orku ella ørmum til fyri at røkja allar uppgávurnar. Snøgt sagt, bara tær allar neyðugastu uppgávurnar blivu røktar, alt hitt mátti liggja. Døgnið alt ov stutt.

Upplivingarnar hjá avvarðandi er, at stovnar og skipanir ikki samstarva optimalt, tað er heldur ein tvistur millum hvør hevur ábyrgd av hvørjum. Tað eru vit og tit og ikki vit øll í felag, sum lyfta uppgávuna. Tað sigur seg sjálvt, at tá ein skipan ella tænasta svíkur, so dettur alt niðurfyri.

Tað sera týdningarmikið, at tey avvarðandi verða viðurkend fyri tann innsatsin tey gera og ikki skulu gera.

Tá heimahjálp verður veitt, má skipanin við, at makin skal gjalda endurskoðast. Sama skipan má setast í verk, har avvarðandi kann við samsýning ansa røktarkrevjandi fyritíðarpensjónisti heima, tí flest øll, sum hava tørv á stuðli/ røkt ella heimahjálp, fáa ikki allar tænastur teimum tørvar. Tað er ikki rættvíst, at gjald skal takast fyri heimahjálp frá makanum, sum er á arbeiðsmarknaðinum, umframt at makin má veita tær tænastur sum ikki verða veittar. Tá loysir tað seg snøgt sagt ikki at arbeiða.

Tað skal takast hond um avvarðandi, so tey ikki hokna undir øllum trýstinum. Í visiteringini verður fyrst og fremst tikið hædd fyri tørvinum hjá borgaranum, tað er ikki nokk, tí er tað ein røktarkrevjandi persón, sum hevur brúk fyri nógvari hjálp, so er alneyðugt, at tað eisini hevur tikið hædd við avvarðandi, so td. umlætting skal verða  løgt til rættis saman við makanum ella avvarandi.

Eg eri samd við skilakvinnuni Karin Kjølbro, at tað er neyðugt, at ein sosialfaklig ráðgeving verður sett á stovn, ið kann veita ráðgeving og verða samskipandi lyklapersónur til tær tænastur, sum skulu veitast og at byggja brúgv millum deildir og serkunnleika, eisini uttanfyri Sjúkrahúsverkið. Hetta vil gera, at avvarðandi verða avlastaði, og aftur kunnu verða ein partur av familjuni.

Tá sjúka ella skaðin rakar ein í familjuni, verða øll í húskinum rakt, tí er neyðugt, at hond verður tikin um tey avvarðandi, tey skulu havi í boði at fáa upplæring um, hvussu støðan skal taklast og ókeypis tilboð frá sálarfrøðingi.

Tíðin er eisini komin til at hugsa verður um og at fyribyrgja strongd hjá avvarðandi. Avvarðandi eru týdningarmiklir samstarvsfelagar við nógvum resursum.

Tey kunnu tí hava tørv á avlastning og vegleiðing. Uppgávan sum umsorganarpersónur kann vera ógvuliga tyngjandi bæði likamliga og sálarliga.

Gransking vísir, at avvarðandi eru meira útsett at fáa tunglyndi og aðrar likamligar sjúkur, og í størri vanda fyri at doyggja enn onnur. Tí er tað týdningarmikið at veita tíðliga stuðul og ráðgeving til tey avvarðandi.

Eg vil arbeiða fyri:

- Kontaktpersónur verður settur at samskipa uppgávur og ráðgeva avvarðandi

- Avlastning til foreldur og maka

- Sálarfrøðilig hjálp verður veitt foreldrum, maka og børnum

- Lógartryggjaðan rætt til rahabiliteringsætlan, har hædd eisini skal takast fyri teimum avvarðandi

 

Rósa Samuelsen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

Bjørg Dam

Megnartak fyri børn við serligum avbjóðingum

2019-08-06 - Bjørg Dam

Børn við ADHD, autismu og øðrum avbjóðingum 
Øll, sum hava børn, sum tørva okkurt eyka, vita, hvussu strævið systemið er at fáast við. Nógv foreldur geva upp, ímeðan summi orka at berjast soleiðis at børnini fáa onkra hjálp.

At tað bara eru tey sterku, sum fáa hjálp, er ein demokratiskur trupulleiki, og tað skal ikki verða soleiðis í framtíðini. Hevur eitt barn avbjóðingar ella trupulleikar, so skal familjan fáa familjuráðgeving og ein toghaldara, sum kennir skipanirnar, og sum kann hjálpa teimum. Hetta er við til at geva øllum børnum somu møguleikar í lívinum.

Innsatsur tíðliga er besta menniskjaliga og fíggjarliga íløgan. Tí er tað sera sera týdningarmikið, at tað eru nøktandi normeringar, og at vælútbúnir námsfrøðingar eru á øllum stovum á dagstovnunum.
Óskilið og ónøgdin á dagstovnaøkinum skal loysast! Námsfrøðingar hava ein stóran leiklut í at fáa eyga á avbjóðingarnar tíðliga, so at setast kann inn, og børnini fáa bestu møguleikar tíðliga at mennast. Sama er galdandi innan skúlaverkið.

Gjógvin burtur
Millum dagstovn og skúla er ein yvirstór gjógv, sum børn við serligum tørvi ofta detta niður í, tí hvørki stuðulstímar ella vitan fylgja við frá dagstovninum yvir í skúlan. Tey koma uppaftur kanska eftir nøkrum árum. At dagstovnar, sum hoyra undir kommununi, og skúlin, sum hoyrir undir landinum, ikki kunnu samstarva, er ein skeiv konstruktión, sum er vanlagnulig hjá summum børnum. Vit borgarar rinda fyri skúla og stovnar, so einki er til hindurs fyri at broyta hetta. Í minsta lagi skulu stuðlar og tímar fylgja barninum og yvir í skúlan.

Serskúlastovur, har serútbúnir lærarar og námsfrøðingar starvast, er besta loysn til børn við ADHD, autismu og líknandi avbjóðingum. Sambært WHO hava umleið 5 % av børnum ADHD og fitt minni hava autismu. Tí skulu allir skúlar við 200 næmingum hava 2 ella 3 serstovur.

Frítíðartilboð skulu vera til tey, sum tørva. Hetta uttan at foreldur mugu berjast fyri tilboðnum, soleiðis at øll børn fáa javnbjóðis møguleikar. Ikki bert tey við ressursusterkum foreldrum.
Í Nám X, Miðnám og hægri útbúgving skulu børnini fáa ein vegleiðara og møguleika at tillaga skúlagongdina.

Øll børn við avbjóðingum skulu í “Ta góðu tilgongdina”
Almannaverkið metir, at víðkanin fer at merkja, at umleið 400 børn koma afturat teimum 180, ið longu eru í skipanini, og at kostnaðurin er umleið 7 milliónir einans!
Hettar skuldi fyri langari tíð síðani verið avgreitt. Tí í mun til tær 400 persónslagnurnar, sum stríðast dagliga við avbjóðingar, so kann tann "Tann góða tilgongdin" vera við til at tryggja okkara børnum eitt gott lív. Í góðu tilgongdini skulu avlastingartilboð, familjuráðgeving, toghaldari og annað vera. Barnaárini eru stutt, og nógv børn læra at kompensera fyri eitt nú menningarórógv við røttu viðgerðini og fáa eitt líka gott lív sum onnur, tá mált verður í heilsu og inntøku. Tí er tað altumráðandi at seta inn í barnárunum. Samfelagsliga kostar tað ein brøkpart at seta inn tíðliga.

Viðgerðartrygd - eisini kognitivar 
Í dag fáa tey við ADHD ikki fulla viðgerð. Tey fáa bjóðað medisinska viðgerð; men ta kognitivu, ið er helvtin av viðgerðini, hava vit ikki ráð at geva. Tað svarar til at seta seg í ein koyristól uttan hjól - Tú situr væl, men kemur ikki frameftir.

Bústaðir og tillagað starv
Serøkið er so fjøltáttað, og avbjóðingarnar so nógvar. Summi tørva vardan bústað, tá tey verða vaksin, og onnur klára seg sjálvi, men tørva kanska enn ein toghaldara og kanska heimavitjanir og hjálp til reingerð og praktisk ting. Umframt hjálp til at finna og eventuelt tillaga eitt starv.

Serligar gávur krevja serlig atlit
Fólk við avbjóðingum eru eitt tilfeingi við góðum evnum og gávum, sum kunnu kasta margfaldað aftur í samfelagið. Men tey eru viðkvom og hava øðrvísi máta at síggja og hugsa, og tørva nakar tillagingar, rúmd og hjálp.
Kenda gentan, ið byrjaði veðurlagsverkfallini, Greta Thunberg hevur skrivað søgu og verður samanborin við Pippi og Joan de Arc. Hon er júst komin á listan hjá Time yvir tey 100 fólkini við mest ávirkan í 2019. Hon er innstillað til Nobel heiðurslønina, og hon ferðast víða, har hon talar fyri heimsins leiðarum. Alt hetta hóast hon hevur autismu, kundi onkur hugsað. Men hettar er eitt sólstráludømi uppá, hvussu evnarík, klók og týdningarmikil menniskju eru, sum hava aðrar mátar at síggja heimin, enn tey sokallaðu normalu.

Latum okkum taka eitt megnartak fyri børn og vaksin við avbjóðingum.

Bjørg Dam
Valevni Javnaðarfloksins

Bjørg Dam

Summi fáa væl betri vælferðartænastur enn onnur!

2019-08-02 - Bjørg Dam

- Her eru mínar royndir og drúgva stríðið fyri at sonurin fekk ADHD staðfest.

Longu sum 2 ára gamal gjørdi námsfrøðingur vart við, at alt var ikki sum tað átti.

Barna- & ungdómsdeildin hjá kommununi kom at lurta, og søgdu seg bara hoyra um ein praktfullan, lívligan og glaðan drong.
-Hettar var hann eisini, so tað kundi eg bara játta.

Men eisini hevði hann trupuleikar, sum námsfrøðingurin og tey flestu rundan um hann dugdu at síggja og merkja. Tey hugdu ikki eingongd eftir dreinginum, og bert út frá tí sum vit søgdu, konkluderaði tær, at har var nokk alt ok, tí einki hendi!

- Nú veit eg, at eg varð ov lítið upplýst, ótilvitað, og ókunnað - við tveimum børnum 2 og 3 ár, sjómanskona, í sorg eftir mammu mína havi eg helst verið ovbyrðað, lítið krevjandi, ov góðtrúgvin, autoritertrúgv og hevði ikki eina nóg góða skipan við serkunnugum fólki at venda mær til.

7 ár aftanná við vaksandi avbjóðingum serliga í skúlanum, tí hann treivst ikki í stóra flokkinum og nakrar royndir at bøta um trupulleikarnar við ófaglærdum stuðlum, taliráðgeving, busting, si-venjingum, ergo- og fysioútgreinan og skifta barnagarð, vóru vit til psykologtest ísamband við eina granskingarverkætlan hjá Ulrikke Steuerwald, sum vit hava luttikið í frívilligani síðan hann var føddur.

Har kundi barnapsykologurin eftir einans 20 minuttum næstan við vissu siga, at sonurin hevði ADHD. Eg var so ørg og kedd, tí vit høvdu gingið og bankað uppá hjá Peri og Póli øll hesi árini. Eg royndi at seta meg inní ADHD og skipanina, og við øllum skjølunum eg hevði savnað saman í gjøgnum árini, og einum umfatandi skrivi, sum uppsummeraði gongdina í einum, sum eg fekk læknan at senda, fingu vit loksins innbjóðing til útgreinan á barnapsykiatriini á LS.

Eg føli, at vit máttu bæði hála og skumpa, tí einki hendi av sær sjálvum.

- Jú, við einari diagnosu er alt lættari. Vit fáa tillagað skúlan og vit hava ein ADHD amboðskassa at taka til. Hann trívist sera væl við at ganga í Hoyvíkarskúla, partvís í serskúlatilboðið og partvís í sínum heimaflokki. Tað er sera gott, at hann nú fær heilivági, so hann fær hugsavnað og lært alt tað hann skal. Hann er sera væl gávaður, men hevur torført at hugsavna seg um ting sum ikki hava áhuga.

Framtíðin er bjørt, men kundi verið bjartari.

Sum so nógv onnur foreldur og fakligheitin sjálv haldi eg, at medisinsk viðgerð er als ikki nóg mikið.

Psykologiviðgerð eigur eisini at verða partur av viðgerðini. Men tað er ikki raðfest enn!
Tað er hugstoytandi at hugsa sær alt stríðið vit máttu ígjøgnum, fyri at koma hertil. Tit hava einans fingið eina stytta útgávu her!. Øll hava ikki ressoursirnar og tíðina at kempa fyri sínum barni, tí er tað alneyðugt, at vit hava eina skipan sum loftar øllum børnum, ikki bert tey, har foreldurini orka og kunnu blíva við.

Eg gleðist um at ráðstevnan KNÁ BØRN nú varpar ljós á hendan trupulleikan. Mín vón er, at øll børn fáa somu tænastu og tíðliga. Hevði bara systemið loftað okkum tíðliga, tá sonurin var 2ár!

Kristianna Winther Poulsen

Sálarheilsa fyri C – bæði likam og sál skulu røkjast

2019-07-27 - Kristianna Winther Poulsen

Tað var við stórum áhuga, at eg las valskránna hjá Sinnisbata til løgtingsvalið 2019. Í valskránni koma tey við nógvum góðum og sakligum boðum uppá, hvussu vit kunnu veita røttu hjálp til rætta tíð til teirra, sum hava tørvin, tí tey hava sálarligar trupulleikar.

Eisini í heildarætlanini fyri sálarliga heilsu í Føroyum, sum varð løgd fram á Altjóða Sálarheilsudegnum 10. oktober 2018, eru nógv góð boð upp á, hvussu vit koma longri fram á leið á hesum økinum, sum í alt ov langa tið hevur verið knýtt at stigmatisering, skomm og tøgn. Men nógvir batar eru at síggja, eisini takkað verið tí arbeiði, sum Sinnisbati, Fountain House og onnur í samfelagnum gera.

Lág raðfesting

Tað er tíverri ikki óvanligt innan sjúkrahúsheimin, at psykiatriska økið er munandi lægri raðfest enn onnur øki. Fyri serlæknar er tað ikki høgt í metum at velja psykiatriina sum arbeiðsøki, og sum heild fer munandi minni gransking fram innan psykiatriska økið enn aðrastaðni í heilsuverkinum.

Tess størri týdning hevur tað, at vit arbeiða miðvíst við at raðfesta psykiatriina og sálarhjálp annars, so at fólk við sálarsjúku ikki detta niðurímillum, hóast tey sjáldan orka at rópa hart um teirra støðu.

Fleiri tilboð neyðug

Tað er eyðsæð, at ábøtur eru neyðugar, bæði við hægri raðfesting og við fleiri tilboðum, so sum sálarfrøðiliga bráðfeingismóttøku, betri hjálp til børn og ung við sálarligum avbjóðingum, lættari atgongd til sálarfrøðing, betri hjálp fyri angist, og fleiri bústovnar til menniskju, sum ikki megna at liva sum fólk flest, tí tey stríðast við sálarliga líðing.

Javnaðarflokkurin raðfestir sálarsjúku og sálarheilsu. Í okkara valskrá, sum verður løgd fram í næstu framtíð, er ein røð av átøkum til frama fyri eina betri sálarheilsu hjá yngri og eldri.

Rakar nógv og meint

Fyri mong eru sálarligu avbjóðingarnar so stórar, at tey ikki orka gerandisdagin uttan hjálp. Og sjálvi orka menniskju við stórum sálarligum avbjóðingum sjáldan at rópa harðast um lekjandi tilboð, tíansheldur teirra avvarðandi, sum ofta eru niðurundirkomin av at vera um teirra elskaðu børn, makar, systkin, foreldur ella aðrar næstringar.

Sálarsjúka kann raka okkum øll, og tøl vísa, at millum ein triðingur og helvtin av okkum verða rakt av sálarligari sjúku á okkara lívsleið. Angist og tunglyndi koma oftast fyri, og umleið 30 prosent hava ella fáa angist eina ferð í lívinum. Men við røttum viðgerðartilboðum ber til hjá nógvum at sleppa av við sálarligu líðingarnar.

Vit skulu alla tíðina hava í huga, hvussu vit kunnu betra um sálarheilsuna og um umstøðurnar hjá teimum, sum hava tørv á viðgerð fyri sálarsjúku. Hetta er týdningarmikið, so at vit ikki enda við einum samfelag, har vit ikki longur trívast sum menniskju.

Eg vil framhaldandi arbeiða fyri at fáa sálarsjúku og sálarheilsu nógv ovarlagari á politisku dagskránna, um eg fái møguleikan.

Kristianna Winther Poulsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið

Skærmbillede 2019-08-27 kl. 15.31.06

Sálarhjálp til børn og ung

209-07-26 - Kristina Roest

At ein skal sjálvur gjalda fyri at blíva frískur er grundleggjandi skeivt, líka mikið hvørja sjúku talan er um. Eg vil arbeiða fyri rættindunum hjá børnum og ungum til fyribyrgjandi sálarfrøðiligar samtalur.

Tað finnast menniskju, sum líða so mikið av angist, at hesi hætta sær ikki út úr egnum heimi. Allíkavæl skulu hesi sjálvi gjalda ein stóran part av teirra viðgerð. Hetta er ósømiligt fyri tann einstaka, og somuleiðis er hetta ósømiligt fyri okkara samfelag.

Fyri at fyribyrgja, at lættari heilsutrupulleikar í ungdómslívinum menna seg til álvarsligar sálarligar trupulleikar, við vanda fyri at ein støðgar upp á síni lívsleið, skulu børn og ung hava lættari atgongd til sálarfrøðiliga hjálp.

Børn og ung ynskja ikki at blíva eitt mál hjá tí almenna, men tey mangla eitt stað at fara til, tá tey hava tørv á at tosa við onkran. Tí skal ungdómurin hava ómakaleysa atgongd til sálarfrøðiliga hjálp í nærumhvørvinum uttan at gjalda, áðrenn tey blíva so illa fyri og enda í psykiatriini.

Um vit seta inn í góðari tíð og taka okkum av sálarfrøðiligum avbjóðingum frá byrjan, so hevur tann einstaki vunnið nógv, og haraftrat fær samfelagið eina fíggjarliga langtíðarsparing.

Kristina Roest, valevni fyri Javnaðarflokkin