Bjørg Dam

Øll børn við serligum tørvi í “Ta góðu tilgongdina”

2019-07-22 - Bjørg Dam
 "Tann góða tilgongdin" snýr seg um at skipa eina góða tilgongd fyri børn við autismu og familjur teirra. Hetta serliga í mun til samstarv við almennu myndugleikar soleiðis, at tænastan er greið og samskipað.

Tíverri er tilboðið ikki galdandi fyri børn við øðrum avbjóðingum sum eitt nú ADHD. Tað er sera óheppið at landið ger so stóran mismun millum børn

Almannaverkið metir, at víðkanin fer at merkja at umleið 400 børn, meginparturin børn við ADHD, koma afturat teimum 180, ið longu eru í skipanini, og at kostnaðurin er umleið 7 milliónir, einans!.
Tað skuldi fyri langari tíð síðan verið loyst, tí í mun til tær 400 persónlagnurnar, sum stríðast dagliga við avbjóðingar, so kanni tann "Tann góða tilgongdin" verða við til at tryggja okkara børnum eitt gott lív.
 
Barnaárini eru stutt og nógv børn við ADHD læra at kompensera fyri menningarórógvi við røttu viðgerðini, og fáa eitt líka gott lív, sum onnur tá mált verður í heilsu og inntøku. Tí er tað alumráðandi at seta inn í barnárunum. Samfelagsliga kostar tað ein brøkpart at seta inn tíðliga.
 
Eg fari at arbeiða fyri, at øll børn við serligum tørvi fáa bjóðað "Ta góðu tilgongdina".
Bjørg Dam
Hervør Palsdottir

Kropslig og sálarlig heilsa javnsetast!

2019-06-20 - Hervør Pálsdóttir

  • fólk við sálarligari sjúku skulu hava eins rættindi til hjálp, ið fólk við kropsligari sjúku hava.

Sálarsjúka er størsta fólkasjúkan í nýggjari tíð, og tí má økið eisini raðfestast meir. Hagtøl frá Bedre Psykiatri vísa, at tað eru fleiri fólk, ið líða av sálarligum avbjóðingum, enn tað eru fólk sum m.a hava krabbamein, diabetes og hjartasjúkur. Donsk tøl vísa eisini, at talið av fólki sum eru í samband við psykiatriina er hækkað dupult so nógv seinastu árini, sum talið av fólkum við kropsligum sjúkum er, men enn verður sálarsjúka og psykiatriin raðfest munandi minni.

Meiri upplýsing og minni stigma

1 útav 4 verða rakt av sálarsjúku einaferð í lívinum. Tað er tí eisini mest sannlíkt, at flestu av okkum ávirkast av sálarsjúku onkursvegna, antin á egnan kropp ella sum avvarðandi, men enn er stigma ein stórur trupulleiki í gerandisdegnum hjá fólki við sálarsjúku. Ein kanning hjá Danske Regioner vísir, at 92% av øllum fólkum við eini sálarsjúku hava verið úti fyri einum ella øðrum formi fyri negativum missmuni ella eru viðfarin øðrvísi grundað á teirra sjúku. Ein stór orsøk til at nakað er stigmatiserað, kemst av manglandi vitan, og tí er tað umráðandi, at vit kunnu tosa opið saman um sálarsjúku og sálarheilsu. Næstan tveir triðingar av fólki við sálartrupulleikum leita sær ongatíð hjálp fyri tað. Tað kemst millum annað av stigma og diskriminatión, og eisini tí at hjálpin kann gerast so kostnaðarmikil. Við at tosa opið hjálpir tað ikki bert teimum í hava eina sálarsjúku, men eisini fólki, sum eru í vandabólki og avvarandi, og kann elva til at fleiri leita sær hjálp. Komið tí og tosið meira um sálarheilsu!

Meiri upplýsing krevst eisini, og tað er týdningarmikið at hon kemur so tíðliga sum gjørligt, tí at kanningar vísa at umleið helvtin av øllum sálarsjúkum vísa seg áðrenn 14 ára aldurin og 75% áðrenn 24 ára aldurin.

Eitt nú kundi sálarfrøði verið koyrt á tímatalvuna í fólkaskúlanum, so at ung eru kunnað um evnið so tíðliga sum gjørligt. Hetta hevði eisini verið við til at avstigmatisera sálarsjúku, tí vit tíðliga í lívinum gjørdist von við at snakka um heilsu, sum sálarheilsu og kropsliga heilsu.

Sálarligar og kropsligar sjúkur skulu javnsetast!

Føroyska vælferðarsamfelagið og heilsuverkið er eyðkent við at tað ikki kostar nakað at gerast sjúkur og at sleppa til lækna. Hetta er ein týðandi hornasteinur í javnstøðu, lívskvaliteti og fyri at øll kunnu fáa somu góðu hjálp, líkamikið hvat tú tjenar.

Tó fyriheldur tað seg ikki eins, um tú eitt nú verður rakt/ur av tunglyndi ella angisti, ella hevur tørv á sálarfrøðihjálp. Brúkaragjaldið elvir til stóran sosialan mismun um, hvør hevur ráð til at leita sær hjálp og hvør ikki hevur. Í løtuni er tað so, at heilsutrygd rindar fyri 40% av sálarfrøðiviðgerðini um tú lýkur eitt av teimum 9 ávístu treytunum. Um tú ikki lýkur hesi krøv, ja so mást tú rinda alt sjálv, og tað kann ikki verða rætt! Fólk, ið hava tørv á hjálp, skulu fáa hjálp.

At javnseta sálarligar og kropsligar sjúkur hevur stóran týdning fyri at framyvir tryggja góða heilsuviðgerð í Føroyum. Ein byrjan kundið verið at fólk yngri enn 35 fingu rætt til sálarliga hjálp ókeypis. Arbeiðsbólkurin, sum Heilsumálaráðið hevur sett at gera tilmæli um skipan við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð, mælir eisini til hetta. Vónin er tí, at hetta tilmælið verður tikið í álvara og sett í verk.

Vit skulu hava so góðar skipanir sum gjørligt at lofta teimum, ið tørva hjálp. Ein bráfeingismóttøka fyri fólk við sálarligum sjúkum hevði tí hjálp teimum, ið tørva bráfeingishjálp. Sum nú er gongur ofta ov lang tíð til hjálpin fæst. Tað er tí eisini at gleðast um, at fyrireikandi arbeiði til hesa bráfeingismóttøku er sett í gongd.

Komandi valskeið skal sálarlig heilsa uppraðfestast, soleiðis at sálarheilsa verður javnsett við kropsliga heilsu.

Hervør Pálsdóttir,

Løgtingsvalevni Tjóðveldis

Erhard Joensen

Viðgerðartrygdin – vit skulu hava eina kollveltandi nýskipan innan heilsuøkið

2019-06-01 - Erhard Joensen

Í sendingini Borgin, ið varð send í gjár, var kjak um 30 daga viðgerðartrygdina, ið Sambandsflokkurin vil raðfesta sera høgt í komandi tíðum. Kjakast var um kostnaðin og hvussu hetta praktiskt kann lata seg gera og hvørja ávirkan hetta kemur at hava fyri føroyska heilsuverkið. Eisini hava aðrir flokkar nú brádliga, kl 10 minuttir í lukkutíð, ein hugburð til heilsuverkið.

Her er so mín hjartans meining um hetta evnið!

Heilsuverkið er bulurin í okkara vælferðarskipan og er sostatt okkara høvuðs-vælferðartænasta.

Samfelagið og hin einstaki borgarin skulu hava ein sáttmála uppá, at um/tá vit gerðast sjúk, skulu vit hava eina trygd fyri, at koma í viðgerð skjótast gjørligt og í seinasta lagið 30 dagar eftir sjúkubyrjan.

Bæði tá ið talan er um kropsligar og sálarligar sjúkur. Sálarligar sjúkur eru, eftir mínari meting, alvorliga forsømdar av politisku skipanini og hetta skal rættast nú. Beinanvegin.

Hjá fólki, ið gerðast sjúk, kennast allar aðrar vælferðartænastur sum, at vera av lítlum týdningi, tí tað er bert ímeðan vit eru á lívi ella við hampuliga góðan førleika, at vit kunnu gera nýtslu av teimum.

Eg haldi, at hóast vit í dag brúka rættuliga nógvan pening uppá heilsuverkið, so skulu vit verða eykað framsøkin, tá ið vit raðfesta heilsuøkið. Vit skulu nýta allar teir bestu møguleikarnar, her heima einsvæl og uttanlands, í viðgerðini og eftirviðgerðini.

Eftirviðgerðin er í mongum førum eins og týdningarmikil sum sjálv viðgerðin og her standa vit nærmast á berum.

Hvussu alt hetta skal skipast, havi eg ikki førleika til at gera meg klókan uppá, men tað hava vit uttan iva nógv fólk í heilsuverkinum, ið kunnu fortelja okkum.

Eg nokti at trúgva, at hetta ikki letur seg gera, um vit bert planleggja eini 5 ár fram, hvar politiski mynduleikin og serkunnleikin, tvs. lækna-/sjúkrarøktarfrøðin, saman kunnu seta eina skipan saman, ið inniheldur eina gjøgnumførda viðgerðartrygd.

Játtanarkarmarnir til heilsuverki skulu verða meira liðaligir enn teir eru í dag, tí viðgerðarhættirnir broytast so skjótt og tað kemur nýggjur dýrur heilivágur á marknaðin nærmast dagliga, ið ger, at tað má verða nærmast ógjørligt hjá leiðsluni fyri sjúkrahúsverkið, at halda seg til fastar árligar játtarnir.

Eg haldi sjálvur, at tað er nærmast grátuligt, at vit næstan hava sum fast innslag í tíðindunum í Kvf um manglandi játtanina til sjúkrahúsverkið. Hetta skapar bara óneyðuga órógv um okkara heilsuverk.

Vit skulu, við øðrum orðum, hava eina kollveltandi nýskipan innan heilsuøkið, og fyrst tá ið hetta er útgreinað, kunnu vit seta eina upphædd á, hvussu nógv, ið skal avsetast árliga á fíggjarlógina!

Erhard Joensen
Valevni til Fólkatingi fyri Sambandsflokkin

Jaspur Langaard

Sjúklingar vendir í hurðini

2019-05-15 - Jaspur Langgaard

Børn og ung sum uppliva ein gerandisdag, har mamman ella pápin stríðast við sálarsjúku, halda ofta, at tey eru orsøkin til sjúkuna. Teimum tørvar onkran, sum skilur støðuna, og sum tey kunnu tosa við.

Umframt tað verður umleið fimti hvør føroyingur minst eina ferð í lívinum raktur av sálarsjúku.

Taka vit donsk tøl (100/1), og umskriva hesi til føroysk viðurskifti, eru tað beint nú í Føroyum:

- 3.000 menniskju við eini depressión

- 4.000 menniskju við angist

- 900 menniskju við tungari sálarsjúku

Kelda. https://www.psykiatrifonden.dk/media/1419051/tal-psyken-30-10-2018.pdf (síða 16)

Verður hesin bólkurin hoyrdur, og verður hond tikin um foreldur og børn?

Tørvar okkum likamliga hjálp, hava vit eina skipan at hella okkum til, ella heilsuverk at fara til. Tá talan er um sálarsjúku, hevur heilsuverkið stórtsæð ongar tænastur og stórtsæð ongin peningur er settur av til hetta økið.

Tá sjúklingurin langt um leingi hevur tikið dirvi á seg at fara til kommunulækna, fær hann at vita, at har er eingin fíggjarlig hjálp at heinta. Hetta má sjúklingurin klára sjálvur. Hann má sjálvur gjalda fyri sína viðgerð, og krevst at hann eitt tíðarskeið má ganga heima, skal hann eisini gjalda fyri tað.

Hetta kunnu vit sum eitt framkomið samfelag ikki góðtaka. Vit mugu síggja likamliga sjúku og sálarsjúku, sum eina samfelagsliga skyldu at veita hjálp til. Ikki bert fyri tann sjúka, men eisini fyri avvarðandi, sum verða merkt av hesum gjøgnum alt lívið

Hesin samfelagsbólkur megnar ikki sjálvur rópa upp um hjálp, tí tað eru tey alt ov ringum standi til. Og tað ringasta vit sum samfelag kunnu gera, er at lata eyguni aftur fyri trupulleikanum.

Sambandsflokkurin ynskir viðgerðartrygd til øll, eisini hesi menniskju og teirra avvarðandi.

 

Jaspur Langgaard

valevni fyri Sambandsflokkin

Pól Huus Sólstein

TAÐ SKAL GERAST BETUR, NÓGV BETUR!

2019-04-05 - Pól Huus Sólstein

Í 2009 , tá Poul Nyrup Rasmussen vendi heima aftur til Danmarkar, eftir at hava sitið í Europaparlamentinum í nøkur ár vildi hann vísa seg sum menniskja og pápi, og ikki sum politikari. 16 ár frammanundan misti hann sína einastu dóttir, sum ikki orkaði meira og ikki vildi meira. Hon var sálarsjúk og leið av Skizofreni. Og í máttloysi tók hon sítt egna lív.
Hansara ynski var, at stovna ein felagskap, sum kundi verða við til at beina burtur fordómar og tabu í mun til tey sum eru sálarliga sárbar. Ein felagskap, sum skuldi skapa betri fatan av sálarligari sárbarheit og verða málgagn fyri tey. Og felagskapurin ”Psykisk Sårbar” sá dagsins ljós.

Vit hava Sinnisbata, sum er okkara felagskapur fyri sálarsjúk og tey sum eru avvarandi. Felagskapurin, sum varpar ljós á hetta evni, so um er við til at vit øll tora at taka hetta evnið í størri álvara. Ein rødd fyri tey, sum ikki megna at tala, og ein hond fyri tey har ongin hond er.

• Visti tú, at miðllivialdurin fyri álvarsliga sálarsjúk er 15-20 ár lægri enn fyri restina av íbúgvunum.

• Visti tú, at sannlíkindini fyri at taka sítt egna lív er 20 ferðir størri hjá sálarsjúkum enn hjá øðrum.

• Visti tú, at tað í Noregi eru 10 ferðir fleiri Sálarlæknar pr. íbúgva enn tað eru í Føroyum

Eg havi eina vón um, at vit um 10 ár kunnu hyggja hvønnannan í eyguni og siga, at sálarig sárbarheit er náttúrlig, og er ein partur av okkum øllum.
Tey sum eru sálarsjúk treingja eitt pláss til ró og umsorgan, og ikki minst serkøna hjálp at koma aftur til lívið. Hesir karmar er ikki nøktandi til staðar.

Vit hava Sinnisbata, vit hava Fountain húsið, og vit hava sjálvboðin sum gera eitt megnar arbeiði. Og vit hava eitt heilsuverk við megnar dugnaligum starvsfólkum. Men vit hava ongan politiskan vilja sum torir. Tølini tala fyri seg!

Fyrrverandi danski Forsætisráðharrin tordi; ikki bert at verða politikari, men eisini at verða eitt menniskja. Eg eri eisini bert eitt menniskja. Og eg tori væl at siga tað sum tað er. Júst sum tað er. Men eg vil eisini fegin verða røddin, sum talar at og sigur tað sum tað er. Ein klár rødd sum sigur: VIT SKULU GERA TAÐ BETUR. NÓGV BETUR!

Pól Huus Sólstein, Valevni Fólkafloksins.