Nú skal takast hond um tey avvarðandi

2019-08-08 - Rósa Samuelsen

Tað liggur eitt ómenniskjaligt stórt trýst á avvarðandi, tá ein av teirra kæru verða rakt av álvarsligum langtíðar likamligum ella sálarligum sjúkum ella breki.

Tá sjúklingurin skal heim av sjúkrahúsinum eftir innlegging ella hevur fingið staðfest eina álvarsliga sjúku, er felags fyri nærum øll tey avvarðandi, at tað knappliga eru tey, sum hava ella fáa “ábyrgdina” av at fáa alt at hanga saman. Makin, børn, foreldur eru tey, sum hava fingið álagt størst ábyrgd, og eru um sjúklingin, nærum alt døgnið.

Daglidagurin broytist

Tað er ikki bara persónurin, sum er raktur, sum upplivir stórar broytingar í dagligdegnum, men eisini tey nærmastu avvarðandi. Samveran við persónin broytist, og hann vil við tíðini hava meiri tørv á hjálp til tað dagliga í gerandisdegnum, eisini  viðurskiftini við umverðina broytast.

Nógv verður tosað um, hvørjar tænastur skulu veitast, og um møguligar bústaðarbroytingar skulu gerast, fyri at sjúklingurin kann koma heim. Hesa uppgávuna samskipar tann avvarðandi.

Størsti trupulleikin er, tá tað almenna ikki kann veita viðgerð ella tænastur, sum tørvur er á, tí tá verða uppgávurnar lagdar á avvarðandi at loysa.

Fyri at avvarðandi kunnu verða virkin á arbeiðsmarknaðinum, er tað sera umráðandi, at tað ikki verða álagdar uppgávur tey, sum tað almenna skal veita.

Umframt familjuna, uppaling av børnum, umsorgan av eldri foreldrum, ommu- og abbabørn, vanligar daglidags húsarhaldsuppgávur innan- og uttandurað og arbeiði sum skal røkjast, so mugu avvarðandi í nógvum førum eisini gera ein stóran part av teimum uppgávum, sum almenna skipanin skuldi veitt. Td. at verða stuðul ella veita persónliga røkt. Flest allar røktaruppgávurnar, sum tørvur er á um náttina, verða gjørdar av avvarðandi.

Nógv tíð og orka verður brúkt til at fáa samband við allar teir instansir, sum eiga at veita hjálpina. Tá eingin samskipan er millum ymsu økini, ella ongin skipað ráðgeving er, so mugu tey avvarðandi átaka sær  leiklutin sum samskipari. Tað er ein avbjóðing í sær sjálvum.

Familjur eru snøgt sagt undir trýsti

Dømir eru um, at avvarðandi skulu koyra makan til dagtilboð, sum ikki liggur í nærumhvørvinum, tí eingin transportur er knýttur til dagtilboði. Hugsa sær til, at koyra aftur og fram millum 1 upp til 2 tímar ella meira um dagin, morgun og seinnapartin, ári runt, umframt at síðani at koyra til sítt egnað arbeiði. Tað sigur seg sjálvt, at arbeiði, sum skal røkjast, als ikki kann røkjast optimalt, tað ber snøgt sagt ikki til. Tað er nærum ógjørligt í longdini at hanga saman, sum avvarðandi. Neyðuga hvíldin er so ikki nógv.

Nøkur avvarðandi eru undir so hørðum trýsti at hava fleiri í familjuni, sum eru hart rakt av sjúku. Talan kann vera um akuttar støður, har avvarðandi eru bundin og ikki kunnu verða hjá øðrum, sum er blivin sjúkur. Her er umráðandi, at tað almenna tekur ábyrgd og lættir um, so tey avvarðandi kunnu fóta sær.

Ein av avvarðandi helt fyri við meg: Um eg var  sterk/ur sum ein oksi og hevði armar sum blekksprutta, so var snøgt sagt ikki nokk av styrki, orku ella ørmum til fyri at røkja allar uppgávurnar. Snøgt sagt, bara tær allar neyðugastu uppgávurnar blivu røktar, alt hitt mátti liggja. Døgnið alt ov stutt.

Upplivingarnar hjá avvarðandi er, at stovnar og skipanir ikki samstarva optimalt, tað er heldur ein tvistur millum hvør hevur ábyrgd av hvørjum. Tað eru vit og tit og ikki vit øll í felag, sum lyfta uppgávuna. Tað sigur seg sjálvt, at tá ein skipan ella tænasta svíkur, so dettur alt niðurfyri.

Tað sera týdningarmikið, at tey avvarðandi verða viðurkend fyri tann innsatsin tey gera og ikki skulu gera.

Tá heimahjálp verður veitt, má skipanin við, at makin skal gjalda endurskoðast. Sama skipan má setast í verk, har avvarðandi kann við samsýning ansa røktarkrevjandi fyritíðarpensjónisti heima, tí flest øll, sum hava tørv á stuðli/ røkt ella heimahjálp, fáa ikki allar tænastur teimum tørvar. Tað er ikki rættvíst, at gjald skal takast fyri heimahjálp frá makanum, sum er á arbeiðsmarknaðinum, umframt at makin má veita tær tænastur sum ikki verða veittar. Tá loysir tað seg snøgt sagt ikki at arbeiða.

Tað skal takast hond um avvarðandi, so tey ikki hokna undir øllum trýstinum. Í visiteringini verður fyrst og fremst tikið hædd fyri tørvinum hjá borgaranum, tað er ikki nokk, tí er tað ein røktarkrevjandi persón, sum hevur brúk fyri nógvari hjálp, so er alneyðugt, at tað eisini hevur tikið hædd við avvarðandi, so td. umlætting skal verða  løgt til rættis saman við makanum ella avvarandi.

Eg eri samd við skilakvinnuni Karin Kjølbro, at tað er neyðugt, at ein sosialfaklig ráðgeving verður sett á stovn, ið kann veita ráðgeving og verða samskipandi lyklapersónur til tær tænastur, sum skulu veitast og at byggja brúgv millum deildir og serkunnleika, eisini uttanfyri Sjúkrahúsverkið. Hetta vil gera, at avvarðandi verða avlastaði, og aftur kunnu verða ein partur av familjuni.

Tá sjúka ella skaðin rakar ein í familjuni, verða øll í húskinum rakt, tí er neyðugt, at hond verður tikin um tey avvarðandi, tey skulu havi í boði at fáa upplæring um, hvussu støðan skal taklast og ókeypis tilboð frá sálarfrøðingi.

Tíðin er eisini komin til at hugsa verður um og at fyribyrgja strongd hjá avvarðandi. Avvarðandi eru týdningarmiklir samstarvsfelagar við nógvum resursum.

Tey kunnu tí hava tørv á avlastning og vegleiðing. Uppgávan sum umsorganarpersónur kann vera ógvuliga tyngjandi bæði likamliga og sálarliga.

Gransking vísir, at avvarðandi eru meira útsett at fáa tunglyndi og aðrar likamligar sjúkur, og í størri vanda fyri at doyggja enn onnur. Tí er tað týdningarmikið at veita tíðliga stuðul og ráðgeving til tey avvarðandi.

Eg vil arbeiða fyri:

- Kontaktpersónur verður settur at samskipa uppgávur og ráðgeva avvarðandi

- Avlastning til foreldur og maka

- Sálarfrøðilig hjálp verður veitt foreldrum, maka og børnum

- Lógartryggjaðan rætt til rahabiliteringsætlan, har hædd eisini skal takast fyri teimum avvarðandi

 

Rósa Samuelsen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin