Viðgerðartrygdin – vit skulu hava eina kollveltandi nýskipan innan heilsuøkið

2019-06-01 - Erhard Joensen

Í sendingini Borgin, ið varð send í gjár, var kjak um 30 daga viðgerðartrygdina, ið Sambandsflokkurin vil raðfesta sera høgt í komandi tíðum. Kjakast var um kostnaðin og hvussu hetta praktiskt kann lata seg gera og hvørja ávirkan hetta kemur at hava fyri føroyska heilsuverkið. Eisini hava aðrir flokkar nú brádliga, kl 10 minuttir í lukkutíð, ein hugburð til heilsuverkið.

Her er so mín hjartans meining um hetta evnið!

Heilsuverkið er bulurin í okkara vælferðarskipan og er sostatt okkara høvuðs-vælferðartænasta.

Samfelagið og hin einstaki borgarin skulu hava ein sáttmála uppá, at um/tá vit gerðast sjúk, skulu vit hava eina trygd fyri, at koma í viðgerð skjótast gjørligt og í seinasta lagið 30 dagar eftir sjúkubyrjan.

Bæði tá ið talan er um kropsligar og sálarligar sjúkur. Sálarligar sjúkur eru, eftir mínari meting, alvorliga forsømdar av politisku skipanini og hetta skal rættast nú. Beinanvegin.

Hjá fólki, ið gerðast sjúk, kennast allar aðrar vælferðartænastur sum, at vera av lítlum týdningi, tí tað er bert ímeðan vit eru á lívi ella við hampuliga góðan førleika, at vit kunnu gera nýtslu av teimum.

Eg haldi, at hóast vit í dag brúka rættuliga nógvan pening uppá heilsuverkið, so skulu vit verða eykað framsøkin, tá ið vit raðfesta heilsuøkið. Vit skulu nýta allar teir bestu møguleikarnar, her heima einsvæl og uttanlands, í viðgerðini og eftirviðgerðini.

Eftirviðgerðin er í mongum førum eins og týdningarmikil sum sjálv viðgerðin og her standa vit nærmast á berum.

Hvussu alt hetta skal skipast, havi eg ikki førleika til at gera meg klókan uppá, men tað hava vit uttan iva nógv fólk í heilsuverkinum, ið kunnu fortelja okkum.

Eg nokti at trúgva, at hetta ikki letur seg gera, um vit bert planleggja eini 5 ár fram, hvar politiski mynduleikin og serkunnleikin, tvs. lækna-/sjúkrarøktarfrøðin, saman kunnu seta eina skipan saman, ið inniheldur eina gjøgnumførda viðgerðartrygd.

Játtanarkarmarnir til heilsuverki skulu verða meira liðaligir enn teir eru í dag, tí viðgerðarhættirnir broytast so skjótt og tað kemur nýggjur dýrur heilivágur á marknaðin nærmast dagliga, ið ger, at tað má verða nærmast ógjørligt hjá leiðsluni fyri sjúkrahúsverkið, at halda seg til fastar árligar játtarnir.

Eg haldi sjálvur, at tað er nærmast grátuligt, at vit næstan hava sum fast innslag í tíðindunum í Kvf um manglandi játtanina til sjúkrahúsverkið. Hetta skapar bara óneyðuga órógv um okkara heilsuverk.

Vit skulu, við øðrum orðum, hava eina kollveltandi nýskipan innan heilsuøkið, og fyrst tá ið hetta er útgreinað, kunnu vit seta eina upphædd á, hvussu nógv, ið skal avsetast árliga á fíggjarlógina!

Erhard Joensen
Valevni til Fólkatingi fyri Sambandsflokkin