Í samband við, at royndarskipanin við ókeypis sálarfrøðihjálp til ung millum 15-35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi, fer úr gildi 31. oktobur 2023, vil Sinnisbati heita á fíggjarnevndina at halda áfram við skipanini – eisini til aldursbólkin millum 25-35 ár.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024 stendur, at virksemið verður skipað av nýggjum undir Heilsutrygdarveitingum, og at settar eru 3,4 mio. kr av til sálarfrøðiliga viðgerð til persónar millum 15-25 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi.
Sinnisbati harmast um ætlanina, at tilboðið frameftir bert fer at fevna um tey 15-25 ára gomlu. Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur í innslagi við KVF, at tað er týdningarmikið, at tað eru tey, sum hava mest tørv á skipanini, sum eiga at verða fevnd av henni. Landsstýriskvinnan nevnir m.a, at tað eru tey lesandi, sum eru fíggjarliga sperd, sum skulu fáa tilboðið. Tó hava vit í Føroyum ein hægri miðalaldur fyri lesandi, har fleiri eru væl eldri enn 25 ár, og tí verða rakt meint, tá tilboðið verður skert.
Seinasta fólkaheilsukanning frá Fólkaheilsuráðnum vísti eisini, at tað eru 58% av teimum 18-34 ára gomlu, sum hava kent seg tyngd av síni fíggjarstøðu. Neyvan er støðan betri í 2023 við hækkandi prísunum á gerandisvørum, búðstaðartroti og livikostnaði generelt.
Heilsutrygd hevur í summar gjørt eina eftirmeting av tilboðnum um ókeypis sálarfrøðihjálp, sum vísir, at tað er eitt javnt aldursbýti av brúkarum av skipanini, men at tað er aldursbólkurin 30-35 ár, sum hava brúkt skipanina mest inntil víðari.
Tað er ikki í trá við tilmælini í eftirmetingini hjá Heilsutrygd at lækka aldursbólkin. Heilsutrygd mælir hinvegin til at gera royndarskipanina til eina permanenta skipan, og siga, at allar ábendingar vitna um eina skipan, sum virkar. Tað er sera lítið fráfall og fyrstu eftirmetingarspurnarbløðini benda á høgum lutfalli fyri betring.
Tillagið visitatiónina heldur enn aldursbólkin
Eftirmetingin hjá Heilsutrygd vísir tó á nakrar trupulleikar við ov breiðari visitatión, enn upprunaliga ætlað til skipanina. Her snýr tað seg serliga um høga talið av endurávísingum, og at tað tykist at vera ein bólkur av borgarum, ið stríðist við ov svárar avbjóðingar til royndarskipanina, og ein minni bólkur hevur ov lættar avbjóðingar. Tað eru fleiri við svárum og samansettum avbjóðingum, ið nýta skipanina, og hetta er eisini orsøkin til høga talið av endurávísingum. Tí er tað eisini umráðandi at hyggja eftir visitatiónini, so at hesi kunnu fáa røttu hjálpina og viðgerðina fyri sínar avbjóðingar. Tað loysir ikki avbjóðingarnar í skipanini at lækka aldurin.
Heilsutrygd mælir til at samskipa eina tilgongd til at stramma upp í mun til visitatiónina, heldur enn at avgerandi broyta skipanina. Her er m.a skotið upp at økja um kunningina til kommunulæknar, seta meira nágreiniligar ásetingar í ávísingarskjalið, og at kommunulæknar sum fyrsta stig kunnu ávísa til eina ‘meting’ hjá sálarfrøðingi. Ein møguleiki er eisini at knýta serfrøðingar til primera geiran at gera gjøllari visitatiónir.
Raðfestingar á sálarheilsuna eru bíligari fyri samfelagið í síðsta enda
Tað fer at kosta minni fyri samfelagið í síðsta enda, um vit veruliga raðfesta sálarheilsuøkið, og veita viðgerð til tey, sum hava tørv á hesum. Hetta kann fyribyrgja fleiri sjúkrameldingar og at fólk ikki fara av arbeiðsmarknaðinum orsaka av sálarligum avbjóðingum.
Ongland hevur havt eina skipan við ókeypis sálarfrøðihjálp fyri angist og tunglyndi síðani 2008, og kanningar hava víst, at tað er bíligari í longdini at raðfesta í sálarfrøðiligum viðgerðum. Í Onglandi hava tey økt um fíggingina og víðkað skipanina hesi 15 árini, tí at í síðsta enda loysir ein skipan við ókeypis sálarhjálp seg betur fyri samlaða samfelagsbúskapin.
Sinnisbati undrast tí á avgerðina hjá landsstýrinum at gera sparingar á millum einastu viðgerðartilboðum til ung við sálarligum avbjóðingum, samstundis sum at vit vita at tørvurin er stórur og mistrivnaðurin millum ung er í vøkstri.
Sinnisbati ynskir at síggja ein størri vilja frá politisku skipanini um, at veruliga raðfesta sálarheilsuøkið á fíggjarlógini 2024. Tað er okkara inniliga áheitan at ikki skerja í tilboðnum, uttan samstundis at tryggja sær at loysa avbjóðingarnar á annan hátt.