Áheitarnarskriv: Virðiligar sømdir at virka undir

Mynd: Álvur Haraldsen

Vit eru nú í fimtu viku av verkfallinum, og enn tykist eingin semja at vera í eygsjón millum Føroya Pedagogfelag, KAF og Fíggjarmálaráðið. Tað er spell. Ikki bara hjá teimum nógvu familjunum, sum eru raktar, tí børnini ikki sleppa á stovn. Hetta hevur eisini sera neiliga ávirkan á støðuna hjá borgarum við sálarsjúkum og kropsligum brekum, sum búgva heima og hava tørv á sosialpedagogiskari hjálp. Fleiri teirra hava antin ikki fingið vitjan ella í minni mun enn teimum tørva. Tað er ofta nærum einasta samband hesir borgarar hava regluliga við umheimin, og vandin fyri afturstigi í teirra viðgerð er størri, jú longri tíð gongur uttan tann stuðul tey hava tørv á.

Somuleiðis eru mong, ið búgva á sambýlum og búfelagsskapum, eisini rakt av verkfallinum. Tey fáa ikki ta hjálp teimum tørvar og eiheldur tann tryggleika, ið eitt slíkt búpláss eigur at hava við sær. Tað er týdningarmikið, at hava virðing fyri tí arbeiði, sum hvønn dag verður gjørt á hesum økinum, og tískil skulu starvsfólk, har undir námsfrøðingar, sjálvsagt hava virðiligar sømdir at virka undir. Tað er eingin loynidómur, at námsfrøðisliga arbeiðið er nakað av tí týdningarmesta vit hava í samfelagnum, um tað so snýr seg um arbeiðið við børnum, ungum, vaksnum við serligum tørvi ella eldri. Sinnisbati vil við hesum enn einaferð heita á partarnir um at koma aftur til samráðingarborðið og finna eina semju, sum tænir øllum pørtum best.

Vegna nevndina í Sinnisbata