Aðalfundurin hjá Sinnisbata verður mikukvøldið hin 24. mars kl. 19:00.
Fyri best møguligt at fylgja tilmælunum hjá heilsumyndugleikunum um frástøðu, er neyðugt at tekna seg til aðalfundin.
Aðalfundurin verður stroymdur á Facebook-síðuni hjá felagnum.
Skrá sambært viðtøkunum:
- Val av orðstýrara
- Ársfrágreiðing formansins
- Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins
- Møguligar lógarbroytingar
- Limagjald fyri komandi ár
- Nevndarval
- Val av grannskoðara
- Ymiskt
Uppskot til lógarbroyting skulu vera nevndini í hendi 14 dagar áðrenn aðalfundin.
Til ber at tekna seg umvegis heimasíðu okkara, her: http://sinnisbati.fo/tidindi/tekna-teg-til-arsadalfundur-i-sinnisbata-2021/
Aðalfundurin verður á Hotel Hafnia.