At vera avvarðandi hjá fólki við sinnisligum sjúkum undir Korona-kreppuni

Tá vit nevna støðuna, sum vit eru í í løtuni, fyri eina “kreppu”, er tað tí, at støðan er sera lík eini kreppustøðu á fleiri økjum. Eitt nú, eru vit avmarkað í okkara vanliga frælsi. Hendan støðan rakar okkum øll, skúlar, stovnar og arbeiðspláss eru stongd, og okkara gerandisdagur við frítíðarítrivum er sera avmarkaður. Tey flestu halda seg innandura í tí, vit kalla “sjálvboðið sóttarhald”, meðan onnur eru áløgd at fara í sóttarhald.

Hjá teimum flestu er hetta ein sera torfør tíð. Fleiri verða rakt fíggjarliga, summi fáa ikki gjørt sítt arbeiði, gingið í skúla, verið saman við vinfólkum og sínum kæru. Tað kann kennast einsamalt at vera inni, og samfelagið er latið aftur. Ein kann kenna seg ørkymlaðan og bangnan, tí ein ikki veit, hvat ein kann vænta í nærmastu framtíð.

Hjá fólki, sum stríðast við sinnisligar avbjóðingar, kann hetta vera ein eyka hørð tíð, bæði av óvissuni, og tí at vit í stóran mun eru avbyrgd í heiminum.

At vera avvarðandi undir Korona

Hóast tað hevur stóran týdning, at tey avvarðandi ikki yvirtaka viðgerðarábyrgdina fyri sínum kæru, kann tað vera gott javnan at kunna seg um, hvussu viðkomandi hevur tað. Í hesum tíðum er vandin fyri einsemi og at gerast verri fyri sinnisliga væl størri. Um avvaðrandi ikki býr saman við tí sjúka, kann tað vera gott, um viðkomandi kann ringja til tann sjúka oftari enn vanligt. Eitt gott prát ella ein gongutúrur í náttúruni við frískari luft og góðari frástøðu, eru í sær sjálvum góð fyri sálarheilsuna.

Landsfelagið Sind í Danmark, systurfelag okkara, hevur savnað nøkur góð ráð um, hvussu tú kanst hjálpa tær sjálvum og øðrum í hesum døgum.

  • Práta við onkran: Tosa við onnur um angist og stúranir. Um tú býrt einsamallur/einsamøll, brúka so telefonina og netið. Um tú kennir onkran sum er einsamur, royn so at varveitá sambandið við viðkomandi.
  • Halda steðg frá tíðindaflutninginum: Tað er týdningarmikið at halda ein steðg frá tíðindunum um koronavirus. Tað er nóg mikið at kanna hesi tíðindi einar tvær ferðir um dagin og at minnast til, ikki at gera hetta beint áðrenn songartíð.
  • Sov nóg nógv: Minst til at hvíla teg og at sova 8 tímar hvørja nátt. Vantandi svøvnur kann økja um angist.
  • Brúka kroppin og hendurnar: set tær fyri at gera ymiskt heima, sum fær teg at slappa av. Til dømis kanst tú lurta eftir tónleiki, gera ymiskar venjingar, binda, lesa ella okkurt heilt annað.
  • Ver skeptiskur mótvegis slatri: Ansa eftir leysatíðindum, sum skjótt kunnu spreiða seg á eitt nú sosialum miðlum. Halt teg dagførdan við álítandi keldum.
  • Royn ikki at vera stúrin um heiligvág: Apotekini hava sett átøk í verk móti ”hamstring”, eins og handlar hava boðað frá, at teir hava nokk av mati. So hetta er ikki neyðugt at vera stúrin um.
  • Ver tolin viðvíkjandi viðgerð: Ver tolin og skiljandi um torføru støðuna, bæði tá tað kemur til sjúklingar, starvsfólk og avvarðandi.

Kelda Sind.dk

Fleiri tilboð í Føroyum

Í Føroyum eru í løtuni fleiri feløg, sum veita tilboð.

Barnabati hevur eina telefonlinju fyri børn og ung, har ein kann ringja hvønn gerandisdag kl. 9-16 og um kvøldarnar klokkan 20-22. Har kann ein práta við ein sálarfrøðing um sínar tankar. Tað er ókeypis at ringja, og ein er dulnevndur. Telefonnummarið er 116 111.

Reyði Krossur bjóðar eisini sálarfrøðiliga ráðgeving við løggildum sálarfrøðingi umvegis telefon. Til ber at ringja til teirra Hjálparanetverk á telefon 78 88 70. Ráðgevingin er tøk frá kl. 10:00 til kl. 15:00 í vikuskiftunum og frá kl. 8:00 til kl. 21:00 gerandisdagar.

Sinnisbati hevur síðani septembur 2019 veitt kjatt-ráðgeving og prát umvegis heimasíðu okkara, www.sinnisbati.fo mánadagar og hósdagar klokkan 10-12. Tað verður nú víðkað soleiðis, at ein kann skriva allar gerandisdagar kl. 10-12. Tað er starvsfólk hjá Sinnisbata, sum svarar. Um tørvur er á meira hjálp, so hjálpa vit við at finna tað. Eisini ber til at ringja á 59 7913 hesar tíðir.