KJATT VIRKSEMIÐ ER ØKT MUNANDI OG VERÐUR NÚ VÍÐKAÐ

Sinnisbati hevur síðani septembur 2019 veitt kjatt ráðgeving umvegis heimasíðuna www.sinnisbati.fo. Í 2019 høvdu vit gjøgnum fýra mánaðir 35 kjatt samrøður, har tær flestu vóru í oktobur. Vanliga hevur Sinnisbati mest virksemi í oktobur. Altjóða Sálarheilsudagur er eisini hendan mánaðin og felagið skipar fyri ymiskum tiltøkum gjøgnum mánaðan og einum stórum tiltaki á sjálvum degnum tann 10. oktobur. Men vit síggja longu nú, at kjatt virksemið er økt munandi. Vit hava havt 45 kjatt samrøður, har 60% av samrøðunum hava verið í mars mánaða. Alt bendur á, at støðan samfelagið í løtuni er í, er orsøkin til, at fleiri venda sær til felagið.

Flestu samrøðurnar snúgva seg um einsemi, ótta og stúrarnir av ymiskum slagi, meðan summar snúgva seg um mistan hug til lívið og sjálvmorðstankar. Tað sum serliga ávirkar fólk, er kreppan kring Koronu og hvussu tey skulu og kunnu handfara støðuna. Tað sum er felags fyri tær flestu samrøðurnar er, at tey sum skriva hava tørv á onkrum sum lurtar, uggar tey og sum kann práta og ráðgeva teimum um teirra støðu. Fleiri dáma væl at hava møguleika at samskrifta skrivliga og samstundis sleppa at vera dulnevnd.

Sinnisbati hevur valt at víðka upplatingartíðinar fyri kjattinum á heimasíðuni soleiðis, at tað eisini er virkið gerandiskvøld frá 20-22 og um vikuskiftið frá kl. 20-22. Umframt hesar tíðir ber sum áður eisini til at seta seg í samband við felagið umvegis kjattið og telefon gerandisdagar frá klokkan 10-12.

Tað er eitt sjálvboðið toymi, sum hevur kjattið um hendi og ráðgevarnir hava drúgvar royndir í at ráðgeva fólki í ymiskum viðuskiftum og lívsumstøðum. Tað er eitt toymi av fólki frá ymiskum yrkisgreinum. Ráðgevarnar arbeiða í vaktum.

Til ber at venda sær til felagið við øllum sløgum at fyrispurningum, stúranum, tonkum og kenslum. Eru spurningar, sum ráðgevin ikki sjálv/sjálvur kann svara uppá, verður viðkomandi vístur til onnur tilboð sum kunnu veita røttu vegleiðing og hjálp. Arbeitt verður út frá galdandi reglum um tagnaðarskyldu og øll sum venda sær til felagið eru dulnevnd.
Øll í øllum aldrum eru vælkomin at skriva til okkum!