SInnisbati á ferð

Hoyringsskriv og íkast frá Sinnisbata til yvirskipaða frágreiðing, ið Føroyar skulu lata Sameindu Tjóðum  um mannarættindastøðuna i Føroyum, 2020

7. desembur 2020

Sinnisbati hevur viðmerkingar til mál innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Felagið hevur einans viðmerkingar til tey málini, ið felagið hevur mett verða tey mest átrokandi á økinum. Leggjast má afturat, at Sinnisbati mælir til og metir, at psykiatriska økið, í síni heild, hevur tørv á einari gjøllari gjøgnumgongd, við tí fyri eyga at seta sjóneykuna á tey øki, har mannarættindasáttmálarnir, sum Føroyar hava bundið seg til, ikki verða fylgdir. Tað hevur fyri felagið ikki verið gjørligt í hesum umførinum vegna stutta hoyringsfreist, og í mun til hvussu stórt økið er og fevnir um. 

Sinnisbati hevur fylgandi viðmerkingar, ið eiga at vera tiknar við í frágreiðingina hjá Føroya Landsstýri:

Børn og ung

Nýggj fólkaheilsukanning hjá Fólkaheilsuráðnum vísir, at serliga ung millum 18 - 24 ár hava tað munandi verri sálarliga í Føroyum, um vit samanbera tølini við onnur Norðurlond. Somuleiðis eru tølini hækkað í alt ov stóra mun bara seinastu fýra árini, tá seinasti kanning bleiv gjørd í 2015. Kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísir millum annað á, at fimta hvør kvinna og tíggjundi hvør maður í aldrinum 18 - 24 ár hava havt eina sálarliga sjúku, sum hevur vart longri enn seks mánaðir. Haruftrat sigur kanningin okkum, at onnur hvør kvinna og triði hvør maður í aldursbólkinum 18-24 ár kenna seg strongd. Nógv bendir á, at nógv ymisk virðurskifti spæla inn. Natúrligt er, at undómslívið hevur avbjóðingar við sær, ið eru natúrligar og eins fyri tey flestu, men viðuskifti eru í føroyska samfelagnum, sum ikki eru eins kend í grannalond okkara, í londum við samanbera okkum við - eitt nú Danmark. Talan eru um samansettar trupulleikar, sum myndugleikarnair eiga at taka í alstørsta álvara. Altjóða Heilsustovnurin metir, at tunglyndi fer at verða størsta fólkasjúkan í 2030, og tøl vísa somuleiðis, at 50% av sálarsjúkum vísa seg hjá fólki áðrenn 14. liviárið og 75% áðrenn 24. liviárið. 

Sinnisbati vil vísa á, at í Føroyum verður ikki sett nóg tíðiliga inn við fyribyrgjandi átøkum, ið kunnu lofta teimum ungu, sum hava tað trupult. Batar eru gjørdir á økinum seinasti fáu árini, men ov fá fyribyrgjandi tiltøk eru sett í verk fyri at lofta teimum ungu, áðrenn útgreiðning og viðgerð eru neyðug. Neyðugt er við einum stórum taki, um vit skulu lofta teimum ungu og liva upp til ásetingarnar, ið Barnarættindasáttmálin fyriskrivar um, at børn, ið liva serliga truplum korum, skulu hava serligt fyrilit.

Væntandi skúlatilboð

Grein 24 í   ST-sáttmálinum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, hevur Føroyar bundið seg til, at tryggja at børnum og ungum, ið bera brek, ikki eru fyri mismuni í útbúgvingarskipanini. Hetta metir Sinnisbati ikki, at Føroyar liva upp til. Einans heilt fáar kommunur veita skúlatilboð til næmingar í barnaskúlaaldri, ið hava sinnisligar avbjóðingar, og eru flestu tilboðini fevna ikki um næmingar, ið hava aðrar sinnisligar diagnosur enn neropsykiatrisk brek, sum eitt nú autismu. Í løtuni eru einans heilsusúkrasystrar knýttar fastar at barnaskúlunum og ikki sálarfrøðingar 

Eisini vænta tilboð og stuðul til ung, ið hava sinnisligar sjúkur og avbjóðingar, um hesi ynskja at nema sær ungdómsútbúgving. Mett verður ikki, at Føroyar liva upp til kravið um, at har skal veitast dygdargóður stuðul, lagaður eftir tí einstaka, so fakliga og sosiala menning verða tryggjað, soleiðis sum sáttmálan sigur.

Børn ið eru avvarðandi

Barnarættindasáttmálan, ið Føroyar hava bundið seg til, hevur krøv um, at øll børn sum meginregla hava rætt til eitt gott lív. Í hesum liggur rætturin til tryggleika og stuðul, um tørvur er á tí. Sinnisbati metir ikki, at Føroyar í nóg stóran mun liva upp til hesa ásetingar, tá talan er um børn, ið veksa upp í familjum við álvarsamari sálarsjúku, ið til tíðir krevur sjúkrahúsviðgerð og innlegging. Ongar kravdar mannagongdir eru hjá myndugleikum og stovnum at fylgja, ið skulu tryggja, at hesi børn hava umsorgarnarpersónar rundan um, ið kunnu lofta tørvinum hjá barninum.

Bráfeingistilboð, útgreining og viðgerð

Í grein 25 í  ST-sáttmálinum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, eru greiðar ásetingar um, at limalondini skulu útvega heilsutænastur, ið verða mettar verða neyðugar, fyri fólki, ið bera brek, eisini vegna teirra brek. Hetta inniheldur skjóta sjúkugreining og viðgerð, ið skulu forða fyri fleiri brekum. Sinnisbati metir ikki, at Føroyar livir upp til hesa áseting við fylgjandi grunngeving:

Menniskju við sinnisligum sjúkum og líðingum hava ikki eina bráðfeingismóttøku, at venda sær til, sum menniskju við likamligum sjúkum hava. Ei heldur finnst eitt bráðfeingis tilboð, ið ber til at ringja til, um ein borgari er í sálarkreppu. 

Bíðilistar, upp í fleiri ár, eru at sleppa framat útgreiðingum fyri fleiri psykiatriskar diagnosur. Her kann nevnast útgreining av vaksnum við ADHD og ADD. Eisini eru væntandi viðgerðatilboð fyri fleiri sjúkrabólkar, ið ikki fevna um heilivágiliga viðgerð. Langir bíðilistar eru at sleppa framat summum viðgerðatilboðum og ov fá ítriv eru, tá psykiatriskar sjúklingar eru innlagdir á Landssjúkrahúsinum. 

Grein 25 ásetur, at tilboð skulu útvegast kring landið, men manglandi sálarfrøðilig tilboð og viðgerð er til taks kring landið. Økispsykiatriin er seinasti árini blivin víðkað, soleiðis at hon nú geografiskt dekkar alt Føroyar, men hetta einans í dagtímunum av eitt monofakligum toymi. 

Sinnisbati er  av teirra fatan, at ov lítið uppsøkjandi arbeiði verður gjørt av myndugleikastovnum, so tryggjað verður, at borgarar, ið hava tað serliga tungt sinnisliga, og eru avbyrgdir, fáa góða hjálp, soleiðis at tey fáa møguleikan at fóta sær aftur í lívinum. 

At enda verður mett, at ov veikt samband er millum viðgerða- og økispsykiatri, tá ið psykiatriskar sjúklingar skulu útskrivast. Undir grein 25 í ST-sáttmálinum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, hava limalondini bundið seg til, at øll fá eins góða heilsuliga endurmenning. Sinnisbati metir ikki, at Føroyar liva nógv væl upp til hesa áseting og ynskir at sambandið millum viðgerðapsykiatri, økispsykiatri og sosialpsykiatri verður styrkt munandi. Hetta eisini fyri at liva upp til ásetingarnar í grein 26 í ST-sáttmálanum um rættindini hjá einstaklingum, ið bera brek, sum viðgerð menning og endurmenning.

Tryggingarviðuskifti

Sambært grein 25  í ST-sáttmálanum um rættindini hjá einstaklingum, ið bera brek, eru klárar ásetingar um, at loyvt er ikki at gera muni á fólki vegna teirra brek, tá talan er um tekning av tryggingum. Sinnisbati er av teirra fatan, at batar eru hendir á økinum seinastu árini, men at tryggingarfeløg ikki liva upp til hesa áseting til fulnar.

Tvingsil og klagur

Løgtingsins Umboðsmann hevur í fleiri umførum seinastu árini víst á, at klagur viðvíkjandi tvingsilsintriv í Føroysku Psykiatriini taka ov leingi at viðgerða vegna manglandi innlit í dokumentatión. Tydningarmikið er, at klagur av slíkum slag fáa skjóta viðgerð. 

Tvingsilsintriv skal ein í størsta mun umgangast, soleiðis at persónligt frælsi og sjálvavgerðarætturin hjá einstaklingin ikki verður forðaður. Manglandi raðfesting av psykiatriskum viðgerðum og starvsfólkanormering kann hava ávirkan á talið av tvingsilsintrivum í psykiatriini.

Bústaðarviðuskifti

Bústaðarmarknaðurin er undir trýsti og ov fáir bústaðarmøguleikar eru. Serligt gongur hetta útyvir tey fólkini í samfelagnum, ið eru ringast fyri og hava tørv á eyka stuðli. Í hesum førinum fólki við sinnisligum sjúkum og avbjóðingum. Hóast grein 19 í ST-sáttmálanum um rættindini hjá einstaklingum, ið bera brek, ásetir, at menniskju, ið bera brek, skulu sleppa at velja sær bústað og hvar og hvørjum, tey ynskja at búgva saman við, ber hetta ikki til. 

Langir bíðilistar eru til bústaðartilboð hjá Almannaverkinum og av teimum, ið standa á bíðilistunum, hava tey flestu sinnisligar avbjóðingar. Tørvur eru á búfelagsskapum, sum skulu virka sum eitt bindilið millum sambýlið og egnan bústað. Harumframt er tørvur á fleiri viðgerðar- og bústovnum. Eingir stovnar av hesum slag eru í Norðoyggjum, Eysturoy og Suðuroy, og ger tað tí trupult hjá føroysku myndugleikunum, at liva upp til krøvini og ætlanum um at veita tilboð til borgaran í nærumhvørvinum hansara.

Gerontopsykiatri

Vantanti tilboð eru til eldri borgarar við sinnisligum sjúkum og avbjóðingum, til tess at fá røktarheimspláss. Tá borgarin er undir 67 ár, hoyrir hann undir ábyrgdarøkið hjá landinum, men rakar eitt markamót, tá hann nær pensjónsaldur, har kommunan traðkar til. Tá talan er um eldri borgarar, sum ikki einans hava tørv á fysiskari røkt, men eisini eru sálarliga røktarkrevjandi, eru ov fá tilboð, ið skulul tryggja, at Føroyar liva upp til ásetingarnar í  grein 25 í ST-sáttmálanum um rættindini hjá einstaklingum, ið bera brek. Eitt nú at útvega nøktandi og neyðugar heilsutænastur kring landið, har borgarin er og viðgerð, best hóskandi fyri einstaka borgaran. Tískil eigur eitt størri samstarv at vera millum landsmyndugleikar og kommunur, soleiðis at heildartilboð kann tryggjast. 

SInnisbati á ferð

Sinnisbati fingið nýggjan formansskap

24. mars hevði Sinnisbati ársaðalfund. Fundurin varð hildin á Hotel Hafnia í Tórshavn. Róa Midjord, sum seinastu fýra árini hevur verið forkvinnu í felagnum, takkaði fyri seg og tað sama gjørdi Marjun J. Hentze, sum í sama tíðarskeið hevur verið næstforkvinnu í Sinnisbata. Tær hava báðar gjørt eitt megnar arbeiði tey árini, tær hava verið eitt partur av nevndini í felagnum, og hava tær nógv góð avrik, sum standa eftir. Millum annað eru avvarðandibólkarnir, sum Sinnisbati bjóðar út til avvarðandi at fólki við sálarsjúku, vaksnir nógv seinastu árini og eru væl umtóktir. Sinnisbati er vorðin eitt enn meira virkið og sjónligt felag í almenna rúminum. Felagið hevur havt møguleika fyri at seta eitt starvfólk í starv, og Sinnisbati hevur í dag tvey starvsfólk, ið telja eitt ársverk. Seinastu tvey árini hevur felagið somuleiðis ment og bjóðað út kjatt-ráðgeving umvegis heimasíðu felagsins, umframt at felagið bjóðar út skeið og undirvísing og upplegg fyri starvsfólkum á stovnum og skúlum. 

Hóast nógvar batar á psykiatriska økinum seinastu árini, er enn langt á mál. 

Í formannsfrágreiðingin hjá Róu Midjord segði hon millum annað: “Eg kann onkuntíð hugsa at tað ikki verður lurtað nóg væl eftir øllum teimum, sum hava avbjóðingar og kortini traðka fram og greiða frá teirra støðu. At tað ikki verður lurtað nóg væl eftur øllum teimum avvarðandi, sum liva tætt at teirra kæru, síggja teirra líðing og sjálvi gerast illa fyri av ringu korunum, ofta eftir at í áratíggir at vera talirør og stuðulin hjá teirra avvarðandi. At sjálvbodnir felagsskapir sum Sinnisbati vísa á tørvir ár eftir ár. Í nevndunum sita fólk, sum hava sjúkur, eru avvarðandi, fakfólk og onnur sum eru áhugaði á økjunum. Vit eru mangan glað, men eisini viðhvørt vónsvikin, tí tað vit hava nátt, kanska verður broytt aftur, niðurraðfest og umskipað. Vit brúka okkara fríðtíð og onkuntíð tekur tað ov nógv av okkara tíð í longdini, og tá er gott at onnur koma upp í og nýggjar kreftir kunnu nýtast í felagnum.”

Nevndin og starvsfólk felagsins ynskja at takka Róu og Marjun fyri stóra arbeiðið, tær hava gjørt fyri og í felagnum. Vit ynskja teimum alt tað besta og blíðan byr. 

Á aðalfundurin blivu fleiri nýggj fólk vald inn í nevndini. Súsanna Olsen og Tummas Thomassen, sum hava sitið í nevndini seinastu nógvu árini valdu at stilla upp aftur, eisini bleiv Oda Johansdóttir, sum seinasti árið hevur verið tiltakslimur, gjørdist nevndarlimur. Súsanna Herdalur Tausen stillaði upp, og er nýggj í nevndini í Sinnisbata. Nevndarlimir standa fyri vali annað hvørt ár. Tiltakslimir gjørdust Elin Hansen og Vivian Sjóðklett. Tiltakslimir standa fyri vali á hvørjum ári. Í nevndini eru eisini Margretha Poulsen og Erla Matras Jensen. 

Á fyrsti nevndarfundi hin 6. apríl, skipaði nevndin seg. Forfólk gjørdist Súsanna Olsen. Súsanna hevur verið forfólk áður, frá februar 2013 til mars 2017, og tekur nú eitt tíðarskeið afturat sum forfólk. Næstforfólkaposturin bleiv deildur í tvey millum Erlu Matras Jensen og Odu Jóhansdóttir. Kassameistari gjørdist Tummas Thomassen og skrivari Súsanna Herdalur Tausen. 

Nýggja nevndin ynskir at arbeiða víðari við ætlananum hjá undanfarnu nevnd, men samstundis stuðla uppundir enn meira samstarv á psykiatriska økið. Millum málini nevndini ynskir at arbeiða fyri eru: 

  • Kunning um sinnisligar sjúkur og avbjóðingar við endamálinum at framhaldandi at vera viðleikari í at avstigmatisera og lætta um hjá teimum, sum hava sinnisligar avbjóðingar.
  • At arbeiða við avvarðandi, tá ið nýggj gransking vísir, at avvarðandi eru ein sentralur lykil í gongdini at koma fyri seg aftur.
  • At vera ein virkin og konstruktivur viðspælari í politisku skipanini og almenna kjakinum á psykiatriska økinum.
  • At arbeiða fyri, at hjálp og viðgerð skal vera lætt atkomilig hjá fólki við sinnisligum avbjóðingum og sjúkum.
  • At stuðla undir fyribyrgjandi og tvørfakligt arbeiði, tá ið tað snýr seg um viðurskiftir á psykiatriska økinum, m. a. við ungum.
  • At vísa á bústaðartørvin hjá fólki við sinnisligum avbjóðingum.
  • At vera á ferð og koma út um allar Føroyar og at kveikja vón og áræði hjá teimum har “brekkan kann tykjast tung” í ymiskum tíðarskeiðum í lívinum.

Nýggja nevndin er spent at fara til verka við eitt nýtt og virkið nevndarár.

Á myndini sæst frá vinstu: Margretha Poulsen, Vivian Sjóðklett, Tummas Thomassen, Erla Matras Jensen, Oda Jóhansdóttir, Súsanna Herdalur Tausen og Súsanna Olsen. Elin Hansen væntar á myndini.

SInnisbati á ferð

Áheitan til avvarðandi myndugleikar: Størri ábyrgd má vísast og gongd má koma í

Tað er ørkymlaðandi at hoyra, at royndarverkætlanina um at veita ókeypis sálarfrøðiliga hjálp til ung millum 15 og 35 ár enn einaferð er steðgað upp. Pengarnir eru játtaðir, verkætlanarleiðari er settur og bíðað hevur verið leingi - bæði tey, sum skulu veita tilboðið og tey, sum skulu gera brúk av tilboðnum.

Ongantíð áður hevur verið so stórur tørvur á einum slíkum tilboðið sum júst nú. Alsamt fleiri ung uppliva sálarligar avbjóðingar. Hesar avbjóðingar eiga vit at taka í stórsta álvara og fyribyrgja skjótast til ber, so støðan ikki versnar hjá tí einstaka. Tað gera vit ikki við at lata ósemjur og teknikalitetir forða fyri, at tilboðið kann vera til gagns hjá borgaran.

Sinnisbati hevur í fleiri ár víst á avbjóðingarnar og manglandi fyribyrgjandi átøk, og jaligt er at síggja, at vit í Føroyum nú kunnu kalla okkum framgonguland á hesum økinum við at pengaranir eru oyramerktir til eina verkætlan, sum skal tryggja ungum við angist og tunglyndi ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð. Hetta er ikki einans eitt tilboð, sum kemur tí einstaka unga til gangs, tað er somuleiðis eitt tilboð, tey avvarðandi hava bíðað leingi eftir.

 Seinasti tíðina er áheitanartalið hjá Sinnisbata voksið munandi, eins væl og tað er hjá flestu sálarfrøðingum. Heilt nógvar áheitanir, sum Sinnisbati fær, snúgva seg júst um, nær hetta tilboðið kemur í gildi. Spurningar og frustratiónir um, hvat bíðað verður við.

Sinnisbati vil við hesum innarliga heita á partarnar um at koma til eina semju og biðja avvarðandi myndugleikar vísa størri ábyrgdakenslu fyri at náa á mál sum skjótast.

 Hetta skrivið er sent til Heilsumálaráðið og Fíggjamálaráðið.

 

Vegna Sinnisbata

 

Laura Apol, aðalskrivari

SInnisbati á ferð

Ársaðalfundur í Sinnisbata 2021

Aðalfundurin hjá Sinnisbata verður mikukvøldið hin 24. mars kl. 19:00.

Fyri best møguligt at fylgja tilmælunum hjá heilsumyndugleikunum um frástøðu, er neyðugt at tekna seg til aðalfundin.

Aðalfundurin verður stroymdur á Facebook-síðuni hjá felagnum.

Skrá sambært viðtøkunum:

  • Val av orðstýrara
  • Ársfrágreiðing formansins
  • Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins
  • Møguligar lógarbroytingar
  • Limagjald fyri komandi ár
  • Nevndarval
  • Val av grannskoðara
  • Ymiskt

Uppskot til lógarbroyting skulu vera nevndini í hendi 14 dagar áðrenn aðalfundin.

Til ber at tekna seg umvegis heimasíðu okkara, her: http://sinnisbati.fo/tidindi/tekna-teg-til-arsadalfundur-i-sinnisbata-2021/

Aðalfundurin verður á Hotel Hafnia.

SInnisbati á ferð

Vit mugu og eiga at gera tað betri!

Tað er torført at vita, hvar ein skal byrja og enda, eftir at vit hoyrdu  tíðindini í kringvarpinum á middegi í gjár, 16. desembur;  tíðindini um, at bíðitíðin at sleppa til viðgerð í Barna- og Ungdómspsykiatriini seinasti árið er vaksin úr tveimum mánaðum upp í eitt ár! Í 2019 vóru 183 børn og ung ávíst til kanningar, meðan talið fyri 2020 nærkast teimum 300 - ein vøkstur á 65%! Eisini verður kunnað um, at á einans nýggju mánaðir er bíðilistin vaksin úr 38 upp í 123 børn og ung. Tað er als ikki nóg gott.

Spurningurin er so, hvar skulu vit kasta bóltin? Og um vit kasta, fer nakar so at lofta, ella verður bólturin umskapaður til ein springbólt, sum ei vil stegða við at hoppa aftur á fram, frá stovni til stovn, frá myndugleika til myndugleika. Tað lættasta í hesum føri er sjálvandi at blaka ábyrgdina frá sær, blaka við rúnu ella gerast trongskygdur. Men vit kunnu ikki koma rundanum, at hetta lættiliga kann rópast eitt umsorgarnarsvik av hesum børnum og ungum, framt av skipanini. Men hvør er tað so, sum eigur hendan umrødda bóltin? Bólturin, ið ímyndar verulig fólk, okkara dýrabarasta tilfeingi, børnini og tey ungu.

Í innslagnum á middegi greiðir yvirlækni í Barna- og Ungdómspsykiatriini, Súsanna Reinert Petersen, frá møguligu orsøkum til, at hækkingin er so stór, samstundis við at hon setur orð á, hvussu álvarsom støðan er. Og slík úttalisi frá serfrøðingum EIGA at vakja størri ans og avgjørt størri ans enn higartil.

Eitt dømi á hesum er, tá formaðurin í Fólkaheilsuráðnum, Magni Mohr, var úti herfyri, at rópti politisku skipanin upp, tí nýggja fólkaheilsukanningin ikki sýnist at bliva tikin í nóg stórum álvara. Aftur og aftur verða kanningar og úttalisi hjá serfrøðingum negliserað, niðurtalað og sett spurnartekin við. Vit síggja nærum allastaðni somu gongd: fleiri og fleiri ung fáa tað torført sálarliga og fleiri og fleiri ung verða ávíst til útgreining og psykiatriska viðgerð. Men hvat verður í veruleikanum gjørt við tað? Tað er sjálvsagt sera jaligt, at nýggja royndarskipanin við ókeypis sálarfrøðilig hjálp til ung millum 15-35 ár nú verða sett í verk. Men tíverri er tilboðið einans til tey ungu, sum longu eru blivin sjúk. Vit kunnu eisini koma at síggja, at fleiri ung fáa diagnosur, sum angist og tunglyndi, tí tað krevst fyri at fáa gleði av júst hesum  tilboðnum. Eitt tilboð sum annars kundi virka fyribyrgjandi, soleiðis ung ikki noyðast at fáa eina diagnosu, áðrenn hjálp kann veitast.

Men hvat skal í roynd og veru til, fyri at politiska skipanin vaknar, soleiðis av álvara? Tí herfyri, tá Magni Mohr, professari, og formaður í Fólkaheilsuráðnum, var úti og segði, at vit MUGU taka tað í álvara, at fleiri og fleiri ung kenna seg strongd og tung í huga, so verður hetta aftur tosað niður og goymt burtur. Sannleikin er tann, at vit tosa ikki um ung, sum hava trupuleikar við at ganga í student og samstundis passa eitt frítíðarstarv. Vit tosa ikki um ung, ið búgva heima hjá foreldrinum, passa skúlan, og kenna tað til tíðir stressandi at gera nógvar skúlauppgávur. Nei, vit tosa um øll tey ungu, sum í verandi løtu IKKI megna at taka eina miðnámsskúlaútbúgving, tí tey hava ov nógvar avbjóðingar í lívinum. Avbjóðingar sum røkka út yvir “vanligu” tannáringa-trupulleikar. Tí ja, tað kann vera strævið at vera tannáringur, og ja, tað er til tíðir strævið at hava nógvar skúlauppgávur og skula hava alt annað at ganga upp: arbeiði, frítíðarítriv og at passa familju og vinfólk. Men í hesum føri eru vit farin víðari enn hetta. Tað er ikki tað, talan er um. Vit tosa heilt grunnleggjandi um aðrar orsøkir til strongd og mistrivnað, sum eru sera viðfevndar og gjøgnumgangandi í kanningini hjá Fólkaheilsuráðnum. Tað mugu vit tosa um. Vit mugu seta orð á, at fimta hvør kvinna og tíggjundi hvør maður í aldrinum 18-24 ár hava havt eina sálarliga sjúku, sum hevur vart longri enn seks mánaðir. Og á  orsøkirnar til, at onnur hvør kvinna og triði hvør maður í aldursbólkinum 18-24 ár kenna seg strongd. Vit eru farin víðari har frá, har vit kunnu seta okkum á hendunum og siga, at ein og hvør sjálvur má taka ábyrgd og íðka meira ítrott ella “taka seg saman”. Tí tað er ikki tað sum tað snýr seg um. Grunnleggjandi snýr hetta seg um, hvussu vit raðfesta, og ikki raðfesta sálarheilsu og psykiatriska økið í Føroyum. Og ja, eg veit gott, at psykiatriska økið er raðfest hægri seinastu árini, men har manglar so nógvar batar á so nógvum økjum, at tað krevur meira enn bara líka nakrar fáa milliónir her og dér. Tað snýr seg um virðing og viðurkenning av, at vit hava eina samfelagsligan trupulleika og nakað vit í tí stóra heili ikki taka í álvara. Tí um vit gjørdu tað, so hevði sálarheilsuøkið og psykiatriini verið hægsta raðfesting í løtuni.

Tá World Economics Forum á sínum fundi í febuar í ár legði fram karmar fyri sálarheilsu, bleiv sagt, at vánarlig sálarheilsa millum ung er eins órógvandi sum veðurlagsbroytingarnar.  Og tá Altjóða Heilsustovnurin metir at tunglyndi verður størsta fólkasjúkan í 2030, so kunnu vit ikki lata eyguni aftur og lata sum um, tað ikki er til.

Tá vit kunnu játta hundraðtals milliónir til tunnlar og vegir, hví kunnu vit so ikki trýggja trivnaðin hjá okkara børnum og ungum?

Tíðin er við at renna undan okkum, og vit kunnu sum eitt av ríkastu samfeløgum í heiminum, ikki vera tað bekent yvirfyri okkara børn og ungum - og ikki mist  yvirfyri øllum avvarðandi, ið standa vónleys aftur við einari alt ov stórari ábyrgd, tey als ikki eiga at hava.

Tað er sera jaligt at hoyra og síggja, at vit eru blivin meira tilvitað í føroyska samfelagnum, tá tað kemur til okkara sálarheilsu og serligt millum tey ungu, at minni tabu er knýtt at sálarligu diagnosunum og at fáa sær hjálp - men broytingin má eisini henda inni í skipanini Hugburðsbroytingin og virðingin.

/Nevndin í Sinnisbata

SInnisbati á ferð

Tíð er til at handla – tíð er ikki til at bíða 

Nýggj kanning hjá Fólkaheilsuráðnum er júst blivin almen. Umleið 3.000 føroyingar eru ein partur av kanningi, og tí má sigast, at úrslitið má takast í størsta álvara, tá umleið 6% av íbúgvunum eru við í kanningini. 

Kanningin vísir nógv ymisk úrslit um fólkaheilsuna hjá føroyingum, men eingin ivi skal vera í, at summi av úrslitini eru meira ørkymlaðandi enn onnur. 

Í Sinnisbata eru vit mest av øllum upptikin av, hvussu føroyingar hava tað sálarliga, og hvussu vit kunnu arbeiða sálarheilsufremjandi og á tann hátt kann virka fyribyrgjandi í at fólk gerast sálarliga sjúk. Nýggja fólkaheilsukanningin hjá Fólkaheilsuráðnum er tí sera ørkymlandi og lítið hugaligur lesnaður. 

Kanningin vísir, at serliga ung í Føroyum hava tað torført sálarliga, og enntá verri, um vit samanbera okkum við onnur norðurlond. Hetta er ikki nakað vit í samfelagnum, landspolitiskt og kommunalt, kunnu síggja burtur frá. Um hesi tølini samsvara 1:1 við veruleikan, so merkir hetta, alt annað líka, at har er nakað, sum ikki er gjørt rætt, í mun til hvussu vit hava sett okkara samfelag saman. Okkurt er skeivt í okkara politisku raðfesting. 

Vit vita frá tølum og kanningum úr londum vit samabera okkum við, at sálarligar sjúkur eru størsta sjúkrabyrðan millum ung, og altjóða heilsustovnurin WHO vil vera við, at tunglyndi fer at vera størsta sjúkrabyrðan í heiminum yvirhøvur í 2030. Somuleiðis vita vit út frá donskum kanningum, at helvtin av øllum sálarligum sjúkum taka seg upp hjá teimum ungu áðrenn 14 ára aldur og 75% áðrenn 24 ára aldur. Hetta eru tøl, sum eru til at taka og føla uppá. 

Kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum sigur okkum millum annað, at fimta hvør kvinna og tíggjundi hvør maður í aldrinum 18-24 ár hava havt eina sálarliga sjúku, sum hevur vart longri enn seks mánaðir. Haruftrat sigur kanningin okkum, at onnur hvør kvinna og triði hvør maður í aldursbólkinum 18-24 ár kenna seg strongd. Tað eru tey lesandi, sum kenna seg mest strongd og talið er heilt uppi á 48%. 

Tað er ikki eitt loyndarmál, at psykiatriska økið als ikki er raðfest nóg høgt politiskt, hóast økið er raðfest munandi hægri seinnu árini. Har er langt á mál. 

Altjóða heilsustovnurin metir, at psykiatrisk viðgerð í heilsuverkinum í Europa fyllir 20%, hóast psykiatriska økið í fíggjarætlanum í miðal er umleið 5%. Hetta merkir, at trupulleikin ikki bara er her í Føroyum, men tað er ein heimstrupulleiki, sum vit mugu taka í álvara. Úrslitið av manglandi raðfesting og fyribyrging síggja vit nú og koma at síggja meira til tað framyvir, um ikki við gera okkurt munagott beinanvegin. Kommunur og landið, stovnar og feløg í felag. Tað ber ikki til at siga tað ov ofta. Talan er ikki bara um væntandi viðgerð og tilboð á psykiatriska deplinum, langa bíðitíðir og manglandi starvsfólk. Tað er allan vegin ígjøgnum, at vit mugu seta inn. Fleiri ressoursir mugu gevast til økispsykiatriina, sosialpsykiatriina og aðrar stovnar og feløg, sum arbeiða sálarheilsufremjandi.

Ein samskipandi eind má vera, so myndugleikar, stovnar og feløg, sum veita tilboð og ráðgeving, tosa betri saman og hava eitt felags útgangsstøði, so tey ungu kunnu loftast nógv skjótari. Vit eru komin væl ávegis við nýggja tilboðnum, sum herfyri bleiv einmalt samtykt í Løgtinginum, ókeypis sálarfrøðilig hjálp til ung millum 15-35 ár. Men tilboðið kann ikki standa einsamalt í royndini at hjálpa uppundir sálarheilsuna hjá teimum ungu. Tilboðið er ætlað teimum, sum longu eru blivin sjúk av angist og tunglyndi. Vit mugu forða fyri, at tey ungu koma har út, at ein diagnosa at hesum slagið er neyðug. Vit mugu fyribyrgja og hava ein felags leist fyri, hvussu vit best møguligt lofta teimum ungu. Fyrbyrging er lykilin. 

Hjá Sinnisbata síggja vit, at nógv av teimum ungu, sum fáa ráðgeving, hava avbjóðingar við at handfara gerandisdagin, føla einsemi, hava trupulleikar við familju og vinum og hava sum heild hava torført við at liva eitt ungdómslív, sum kann rúma nógvum avbjóðingum. Hjá teimum ungu, sum liva í heimum, har avbjóðingar framanundan eru, so sum rúsdrekka og rúsevnir, harðskapur, álvarsligar sjúkur og kynsligur ágangur, eru avbjóðingarnar bara uppaftur størri. Hesi ungu eru serligt útsett fyri at fáa sálarligar avbjóðingar í lívinum - og vit skylda teimum ungu, at gera alt vit kunnu fyri at lofta teimum áðrenn, tey gerast viðgerðakrevjandi. 

Tað ikki bara verjir nógvum fólkum frá avbjóðingum og ringum lívsumstøður í framtíðini - tað er eisini at spara samfelagnum fyri stórum fíggjarligum útreiðslum. Og samfelagið er vit - tað er tú og eg! 

/Laura Apol, aðalskrivari í Sinnisbata

Les meira her: Fólkaheilsuráðið

SInnisbati á ferð

Ung ið bera brek

Týsdagin 25. novembur, mikudagin 26. novembur og hósdagin 27. novembur, eru vit við at umboða ung í Føroyum, ið bera brek á fundi hjá partur av Nordisk Ministerråd.

Meginfelagið, MEGD, situr í tí sum eitur "Rådet för nordiskt samarbete om funktionshinder". Har eru tvey ung føroysk umboð bjóðað við, at luttaka á fundinum og greiða stutt frá avbjóðingarnar vit síggja her í Føroyum. Eitt umboð er úr Sinnisbata. Vit eru sera fegin at sleppa við á slíkum fundum, sleppa til orðana og ikki minst, at vera við at sera fokus á brekøkið í eitt breiðari høpi.

Tað er Nordens välfärdscenter, sum skipar fyri fundin. Eisini hevur Nordens välfärdscenter givið út bókling um tað at inndraga børn og ung í arbeiðnum á brekøkinum:

Inga barn eller unga ska lämnas utanför

Tak niður her (á svenskum):

Inga-barn-eller-unga-ska-lämnas-utanför

No child or young person should be left behind

Nordens välfärdscenter hevur gjørt og orðað fleiri bóklingar innan brekøkið. Sí fleiri teirra niðanfyri.

Politikk for likestilling for personer med funksjonsnedsettelser i Norden

Norden för alla

SInnisbati á ferð

Hevur tú hug at ráðgeva og hjálpa fólkum, ið hava avbjóðingar?

Ert tú ein av okkara nýggju ráðgevum?

Seinasti árið hevur Sinnisbati bjóðað talgilda ráðgeving til borgarar. Ráðgevingin hevur verið væl vitjað og avbjóðingarnar hjá fólki, sum hava vent sær til ráðgevingin, hava verið sera fjølbroyttar. Felags fyri allar samrøðurnar hevur verið, at talan eru um menniskju, ið hava tað trupult, og tað ger, at tey hava tørv á ráðgeving og vegleiðing. Flestu samrøðurnar eru ein ráðgevingarsamsrøða, meðan nakrar eru afturvendandi. Øll, sum venda sær til ráðgevingina, kunnu verða dulnevnd, eins væl og ráðgevarnar eru tað.

Kjatt-ráðgevingin er opin hvørt kvøld frá kl. 20-22, og er at finna á www.sinnisbati.fo.

Vit leita eftir fleiri ráðgevum til okkara toymi, sum er mannað við dugnaligum fakfólkum innan ymisk yrkisøki, t.d. námsfrøði, misbrúkviðgerð, psykoterapi, sálarfrøði og sosialar ráðgeving.

Talan er um eitt toymi av óløntum ráðgevum.

Les meira um talgilda ráðgeving hjá Sinnisbata á www.sinnisbati.fo. Har ber eisini til at finna hagtøl og nærri greining av teimum avbjóðingum tey, ið skriva inn, dragast við.

Vit vænta:

  • at tú hevur heilsu-, námfrøðiliga ella sosialfakliga útbúgving. Onnur við viðkomandi royndum innan líknandi ráðgeving eru vælkomin at søkja. Lesandi innan heilsu, námfrøðiliga ella sosialfakliga útbúgving eru vælkomin at søkja, tó skulu hesi hava lokið minimum bachelor stig (serlig uttantøk kunnu koma fyri).
  • at tú hevur viðkomandi starvsroyndir innan ráðgeving og vegleiðing av fólki.
  • at tú hevur gott innlit í samfelagsviðuskifti og psykiatri.
  • at tú hevur góðar førleikar innan skriftligt samskifti, tí tað ofta hevur stóran týdning, at viðkomandi, sum skrivar, fær skjótt svar.
  • at tú hevur góðar menniskjaligar førleikar og ynskir at vera og gera nakad gott fyri onnur.
  • at tú ikki hevur drigist við sálarliga sjúku seinastu tvey árini (viðgerð/innleggingarkrevjandi).
  • at tú kann taka mininum eina ráðgevingarvakt á 2 tímar um vikuna.

Vit bjóða:

  • Eitt mennandi og avbjóðandi sjálvboðið starv
  • Góða upplæring í talgildari ráðgeving
  • Sálarlig fyrstuhjálparskeið
  • Loypandi supervisjón
  • Góðar og lærurík royndir til framtíðarstørv

Umsókn og freist:

Ljóðar hetta spennandi, og er hetta nakað fyri teg? So er at senda tína umsókn til sinnisbati@sinnisbati.fo, har tú hjáheftir prógv og lívsrensl.

Freistin at søkja sjálvbodnu ráðgevingarstørvnini er mánadagur 24. januar á miðdegi.

Hevur tú spurningar til sjálvbodna ráðgevingarstarvið, kjatt-ráðgevingina ella til Sinnisbata, ber til at seta seg í samband við Lauru Apol, aðalskrivari, á teldupost laura.apol@sinnisbati.fo.