Angist er ein kensla, sum er ætlað at hjálpa okkum at yvirliva og ávara okkum um vandar. Hetta er ein natúrlig kensla, sum kann vera ógvuliga torfør at fáa tamarhald á. Angist er pínufult, men ikki farligt í sjálvum sær. Tað ber til í allar flestu førum at vinna á óttanum og fáa eitt betri lív. Tað er góð hjálp at fáa, um tú stríðist við angist.
Í bólkunum fáa luttakandi møguleika at hitta onnur, ið eru í líknandi støðu, og kunnu deila tankar, kenslur og royndir við hvønn annan. Luttakararnir fara saman við bólkaleiðara at fáa amboð til at lætta um kenslur av angist og ótta í gerandisdegnum. Amboð innan kunstterapi og mindfulness verða nýtt í bólkinum.
Bólkurin byrjar 11. novembur. Luttakararnir møtast 8 ferðir saman við bólkaleiðara í hølum í Tórshavn. Pláss er fyri 10 luttakandi í hvørjum bólki. Tað er ókeypis at luttaka í bólkinum.
Bólkurin er skipaður í samstarvi við Vivian Sjóðklett og Kunstterapi.fo. Vivian Sjóðklett, sum fer at leiða bólkin, er útbúgvin námsfrøðingur, kunstterapeutur og kynslívsfrøðingur.
Luttakandi um bólkin:
– Eg haldi, at fleiri kundu fingið hjálp við at møtast við øðrum
– Eg havi havt ein dag, har eg havi kunnað fortalt, lurtað, grátið og flent
– Læruríkt, og tað hevur verið gott at kunna snakka við onnur, sum kenna til støðuna
– Deiligt at kunna brúka onnur tól enn at tosa
Melda til
Tað er avmarkað pláss, og tí er best at melda til sum skjótast.
Tilmeldingin fer fram við at skriva ein teldupost til sinnisbati@sinnisbati.fo. Einans starvsfólk hjá Sinnisbata og bólkaleiðarin síggja tína tilmelding. Við at melda teg til, loyvir tú Sinnisbata og bólkaleiðaranum at seta seg í samband við teg viðvíkjandi luttøku.
Luttakarar og bólkaleiðari eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.
Øll eru vælkomin at venda sær til Sinnisbata við spurningum á telduposti ella við at ringja á 597913.
Ikki er neyðugt við ávísing ella diagnosu fyri at luttaka í bólkunum hjá Sinnisbata. Tilboðið er eins væl ætlað at virka fyribyrgjandi.

