Bubu á ferð

Føroyskt átak, við føroyingum, kring um í Føroyum á súkklu, og við smáum konsertum við føroyskum sangum. Hetta eru eyðkennini fyri nýggjastu verkætlanina hjá Klovninum BUBU, sum saman við fleiri fara at súkkla kring um í Føroyum, fyri at savna inn pening fyri børn í Føroyum.

“BUBU á ferð”, ið verkætlanin kallast sær dagsins ljós mikukvøldið undan Summarfestivalinum, tá ið súkklarnir leggja leiðina av Viðareiði til Klaksvíkar, og væntandi koma á bátabrúgvarnar um 20.00 tíðina. Tá ið toymið kemur til Klaksvíkar, fer BUBU at syngja nakrar sangir, eins og at tað verður sagt nakað um verkætlaina, sum í ár verður savnaður peningur inn til, eins og at áhoyrarnir kunnu lata eitt oyra.

Tað er soleiðis at Klovnurin BUBU hevur í eina tíð hugsa um at gjørt eitt súkklulið, ið súkklar ymsastaðni í Føroyum, og varpar ljós á viðurskifti ið hava við børn og ung at gera, og sum á ein hvønn hátt, kanska ikki fáa nokk rúmd og umrøðu, men sum veruliga hava tørv á bæði umrøðu og fíggjarligum stuðli.

Í ár fer allur stuðulin, ið latin verður, bæði av Kommunum, fyritøkum, stovnum og einstaklingum til hesar verkætlanirnar: Barnabati, Tú &  Eg Ráðgevingin. Sinnisbati, Time Out. Blái Krossur, Øll hava rætt til góð barnaár.

Eyðkennini fyri nøkur av hesum áhugafeløgum og felagsskapum er, at almennurstuðul ofta verður veittur tá ið skaðin er hendur, ella fólk eru komin í svárar avbjóðingar. Við teimum verkætlanum BUBU og vinir hansara fara at savna inn til nú, ber til hjá hesum felagsskapum og áhugafeløgum at møta trupuleikanum tíðliga, og vónandi kunna hjálpa áðrenn skaðin er ov umfatandi ella ger ov nógv um seg, so at øll børn í Føroyum, kunnu fáa trygg og góð barnaár, merkt av umsorgan, gleði og stuttleika.

BUBU, vinir hansara og súkklufelagar ynskja heilsa, at til ber at fylgja við á facebook Klovnurin BUBU og undir hendingini BUBU á ferð, har eisini kunning um møguleikar at luttaka, stuðla og annað sæst.

Vónandi vísa eisini øll í ferðsluni ábyrgd, tá ið súkkluliðið við vaksnum súkklarum er á ferð, og tá ið børnini koma luttaka seinasta teinin til málið, nú mikukvøldið í Klaksvík. Fleiri túrar verða gjørdir, men lýst verður nærri aftaná fyrsta túrin, hvar og nær súkkla verður.