Eykaaðalfundur var í felagnum Sinnisbata mikudagin 9. november.
Eitt punkt var á skránni, sum var val av nevndarlimum og tiltakslimum.
Tvær ynsktu sæti í nevndini og blivu báðar valdar: Anna Nolsøe Joensen og Olga Maria undir
Skarði. Tríggir tiltakslimir vórðu valdir: Marjun Hentze, Jana Mortensen og Margretha
Poulsen.
Í nevndini eru nú Súsanna Olsen, forkvinna, Laura Apol, næstforkvinna, Tummas Thomassen,
kassameistari, Róa Midjord, bólkasamskipari, Regin Jóanesarson, Olga Maria undir Skarði og
Anna Nolsøe Joensen.
Nevndin hevur ikki skipað seg av nýggjum. Hetta verður gjørt á fyrsta komandi nevndarfundi.
Barbara Gaardlykke Apol, sum hevur verið í nevndini, takkaði fyri seg á hesum sinni.
Sinnisbati vil takka Barbaru fyri sítt stóra arbeiði í felagnum seinastu árini og ynskja henni
blíðan byr framyvir.