“Har er onki at ivast í. Tú hevur ADHD”

2019-08-29 - Erhard Joensen

Hetta verður mín seinasta grein áðrenn løgtingsvalið leygardagin og hetta er ein persónlig grein. Eg vil samstundis nýta høvið, at geva Pól Huus Sólstein viðurkenning fyri at tosa alment um sína sálarsjúku, og samstundis geva sítt ískoyti til, at vit í felag, sum samfelag, kunnu bróta tøgnina viðvíkjandi sálarsjúku.

Tað var ein vanligur, ófýsin februardagur í 2017, aftaná fleiri samrøður og útgreining hjá einum sálarlækna, at hann segði mær, at eg hevði ADHD. Eg hvakk við. Eg? ADHD? Nei, tað kundi hann gloyma alt um.

Tað gekk ein góð løta, áðrenn eg yvirhøvur skilti, at hetta var ein diagnosa. Eg ánaði ikki hvat tað var. Eg hevði hoyrt um onkrir smádreingir, ið høvdu hesa diagnosuna, og at teir kundu vera serliga ólátaðir og nøkur órógvandi element í fólkaskúlanum. Eg hevði altíð sitið í frið.

Hví endaði eg hjá sálarlækna í 2017?

Søgan frammanundan er tann, at eg havi starvast sum stjóri á tveimum alifyritøkum síðstu nógvu árini, fyrst í Føroyum og síðan í Danmark. Fyrst bygdu vit eina alifyritøku upp í Vági, ið nú er seld til Bakkafrost, og í Danmark var eg, sum stjóri, partur av etableringsfasuni í fyrstu alifyritøkuni í heiminum, ið alir laks á landi. Og eg helt ongantíð frí. Bókstaviliga. Eg dugdi ikki, at halda frí. Hetta hevur allarhelst ávirkað mína familju í nógv ár, eins og meg sjálvan.

Fyrstu ferð eg small um var á summri í 2008. Eg small um á kontórinum og fekk at vita frá læknunum, at eg hevði fingið eitt alvorligt stress-anfall. Eg lá í songini í nakrir dagar og byrjaði síðan at arbeiða aftur, hóast teir staðiliga frámæltu hetta.

Tað hendi aftur í oktobur í 2017. Eg small um. Hesuferð var enn og verri. 1 tími er vekk úr minninum, ímeðan eg eri komin úr stovuni við sjúkrabilinum til Suðuroyar Sjúkrahús.

Eg fekk onkra stabiliserandi kemiska blanding frá móttakandi læknanum á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og fekk so annars at vita, at eg hevði verið heldigur, tí hetta var absolutt ikki at spæla við. Heldigur? Var tað nakað, ið eg ikki føldi meg henda fyrrapartin í oktobur, var tað heldigan. Men alt er relativt, verður sagt og alternativið var ikki so hugaligt at hugsa um.

Eg fekk greið boð frá móttakandi læknanum á SS, at eg beinanvegin skuldi fáa fatur í einum sálarlækna, fyri at fáa eina útgreining og koma í viðgerð beinanvegin. Og so fekk eg at vita, at hetta ikki kundi bíða. Um eg ikki fekk fatur á einum í Føroyum, skuldi eg fara til Danmark at fáa hjálp.

Men eg eri heldigur
Aftaná at hava fingið diagnosuna mátti eg seta meg inn í hana, og jú longri eg las, jú meiri gav lívið seinastu árini meining. Óbehandlað ADHD hevur fylgisjúkur við sær og tað vóru hesar, ið høvdu víst seg sum symptomir, ið eg var kannaður fyri seinastu árini.

Samanumtikið var hetta allarhelst besti februardagurin í mínum lívið. Eg kom í medicinska viðgerð, ið hevur broytt mítt lív.

Eg var og eri heldigur. Eg fekk fatur á einum privatum sálarlækna beinanvegin.

Um eg hevði skula ígjøgnum almennu skipanina, hevði eg skula bíða í mánaðir, ja, kanska ár. Eg dugi ikki at yvirskoða avleiðingarnar av, at staði á einum bíðilista í langa tíð, hvørki fyri meg sjálvan ella tey avvarðandi.

So góðu landsmenn- og kvinnur. Eg meini tað tá ið eg sigi, at vit skulu javnseta fysiskar og sálarligar sjúkur. At vit innan eitt stutt áramál skulu bjóða øllum okkara borgarum eina trygd fyri, at tað verdur tikið hond um tey beinanvegin tey gerðast sjúk.

Eg havi roynt tað, so eg veit hvat eg tosið um.

Sambandsflokkurin meinar tað, tá hann sigur, at allir borgarar skulu hava 30 daga viðgerðartrygd.

So vel Sambandsflokkin tann 31. august.

Vel Erhard