Míni hjartamál eru tey bleytu virðini ❤

2019-08-29 - Rósa Samuelsen

Góðu veljarar. Tað, sum stendur mínum hjarta nær er at betra um umstøðurnar hjá menniskjum, sum ikki hava tað gott. Í dagligdegnum varnast vit oftani ikki, at tað eru fólk, sum treingja til hjálp, ikki fyrr enn tað rakar ein sjálvan ella ein av okkara kæru, merkja vit veruligani, hvussu meint tað rakar, ikki bara tann, sum er raktur, men alla familjuna.

Skulu vit meta okkum sum eitt vælferðarsamfelag, so er neyðugt at vit taka hond um tey, sum eru veik, sjúk og okkara gomlu í samfelagnum.

Eitt samfelag, sum tekur sær av teimum veiku er eitt ríkt land fyri øll.

Eg vil arbeiða fyri :

Viðgerðartrygd. Ongin skal bíða í meira enn 30 dagar fyri at koma í viðgerð. Likam- og sálarheilsa skal líkastillast. Vit skulu hava eitt heilsuverk, sum er á hædd við okkara gannalond.

Tað skal eingin munur vera á, hvørja sjúku ein verður raktur av. Tað er oftani skjótari at fáa hjálp fyri eina likamliga sjúku, sjálvt um bíðilistin eisini er alt ov langur. Tá talan er um sálarligar sjúkur ella sálarligt órógv, so rakar tað eisini meint. Sum við øllum øðrum sjúkum, longri tíð tað tekur at koma í viðgerð, verri verður sjúkan. Psykiatriska økið skal hava hægri raðfesting og lúka somu krøv sum verða sett í okkara grannalondum. Vit hava amboðini, Heildarætlanin fyri Sálarheilsu er gjørd og skal setast í verk.

Rehabiliteringætlan : Likamlig, sálarlig og sosial, skal tryggjast við lóg.

Sálarfrøðilig hjálp, viðlíkahaldsvenjing, talulæra skal veitast til fólk, sum eru rakt av sjúku ella skaða, so tey koma fyri seg aftur.

Sosiala- og almannaøkið. Góða tilgongdin skal endurskoðast og mennast.

Børn, ung og familjur við serligum tørvi, skulu hava eitt stað at venda sær til. Tvørfakliga samskipa tænasta.

- Hond skal takast um tey avvarðandi. Ein samskipari/talsfólk skal vera í boðið fyri at lætta um byrðarnar, sum avvarðandi hava í dag.

Fólkaskúlin og dagstovnaøkið skulu endurskoðast og styrkjast. Lærarar ognámsfrøðingar skulu hava eftirútbúgving innan serøki. Vit skulu hyggja eftir okkara grannalondum og læra, hvussu tey taka hond um børn við avbjóðingum. Minimum normeringar.

Eftirskúli fyri ung við serligum tørvi skal setast á stovn. Tað eru fleiri ung, sum eru liðug við 10 flokk, sum ynskja at koma á eftirskúla, líknandi Rásina. Fleiri høvdu havt gleði av at komi á eftirskúla, har landbúnaður og djórahald eisini var ein partur av tilboðnum.

- Vit skulu hava serstøk tilboð til kvinnur, sum hava rúsdrekka- ella rúsevnatrupulleikar. Gransking vísir, at kvinnur hava heilt serligan tørv, tá tað kemur til rúsdrekka- og rúsevnisviðgerð, eins og at familjur, raktar av misbrúki, verða sera hart raktar.

Børn og ung, har álvarslig sjúka ella misnýtsla av rúsdrekkaevnum er ein partur av uppvøkstrinum, skulu hava tilboð um viðgerð. Í okkara grannalondum eru lógir, sum tryggja børnum viðgerð (Barneindragelse)

Eldralógin skal endurskoðast, umframt fíggjarleisturin, tænastustøði hækkast og minimumsnormeringar og tyngdarmeting verður ein partur av endurskoðanini.

Tað eru alsamt fleiri børn, sum hava serligan tørv, sum mett verður ikki kunnu verða einsamøll heima eftir skúlatíð. Tí er neyðugt at fáa Frítíðarskúlatilboð til børn frá 1. Flokki til og við 6 flokki, við serligum tørvi í Vágum.

Stórur tørvur er á búð-, umlættingarplássum og dagtilboðum til fólk undir 67 ár viðseinheilaskaða og Alzheimer, har viðlíkahaldsvenjingar og aðrar aktuellar tænastur eru ein partur av tilboðnum.

Ein endurmenningardepil (Rehabiliteringssdepin) má gerast, so vit hava virðilig tilboð til fólk, sum hava brúk fyri at koma fyri seg aftur.

Seinárinini av kynsligum ágangi eru ógvusligar, tí er neyðugt at hyggja eftir um tilboðini sum verða veitt eru nøktandi. Talið av fólki, sum hava verið úti fyri kynsligum ágangi, sum leita sær hjálp er støðugt vaksandi. Higartil í ár hevur Kris havt um 70 fólk í viðgerð, leyslig hagtøl frá sálarfrøðingum siga, at talið har eisini er støðugt vaksandi.

Búðstaðir til fólk við serligum tørvi. Tað skal verða ein sjálvfylgja, at ung við serligum tørvi, skulu kunna búgva í egnari íbúð ella í búfelagskapi.

Hetta eru stór mál at seta sær fyri, men samstundis sera týðandi mál. Fáí eg møguleikan, vil eg berjast fyri at fáa sett hesi mál í eitt komandi samgonguskjal.

Eg heiti inniliga á teg um at stuðla hesum.

Set X við Rósu Samuelsen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin